fríggjadagur 21. oktober 2011síða 57
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 21. oktober 2011
9
VIKUSKIFTI
Hans Pauli Strøm
Stílur: Stílurin hjá Hans Paula er øðrvísi. Ringurin í oyranum
og hatturin týða uppá, at hann vil halda fast við tað ungdómliga.
Lillafarvaða skjúrtan passar væl til hansara eygu.
Kann betrast: Nú sæst ringurin í oyranum ikki á hesi
myndini, men hann skuldi verið tikin burtur. Hatturin er
eitt image. Vesturin sær eitt sindur ov stórur út.
Kári Á Rógvi
Stílur: Klædningur er altíð gott hjá einum mannligum politikara.
Men Texas-inspireraða bandið um hálsin er ein farin tíð.
Kann betrast: Kári skal skifta bandið um hálsin út við
eitt slips - ella hví ikki eina sloyfu. Reyð skjúrta passar ikki
so væl til húðina hjá Kára, hann skal heldur velja mildari litir.
Klædningurin sær eisini út at vera eitt nummar ov stórur.
Jenis av Rana
Stílur: Jenis vísir á hesi myndini ein avslappaðan stíl
og ungdómligt look, sum nógvir høvdu kunnað brúkt
eisini. Tað er nevniliga flott at hava ein klassiskan
jakka saman við einari einklari t-troyggju.
Kann betrast: Jenis burdi trimma sær brýdnar
og klipt hárið eitt sindur modernari.
Poul Mikkelsen
Stílur: Poul er ein vakur maður, sum dugur hetta við
klæðum. Hann velur eitt reytt slips, sum er eitt útmerkað
val uppundir eitt valstríð, tí tað signalerar styrki.
Kann betrast: Klædningurin hjá honum sær í so
stórur út, hevði kunnað verið eina stødd minni.
Høgni Hoydal
Stílur: Høgni er konservativur og tjóðskaparligur
í stínum stíli. Hann útrykkir aftirhaldni.
Kann betrast: Høgni hevur brúk fyri at uppdatera sín
stíl. Kotið hjá honum er alt ov stórt og hví ikki skifta tað
út við ein vælsitandi klædning? Brýdnar hava brúk fyri at
nippast, og vínreytt slips til bláa skjúrtu riggar ikki.
Kaj Leo Johannesen
Stílur: Kaj Leo er ein favorittur. Hann er altíð
sera væl klæddur og væl uppdateraður í rákinum.
Blátt er ein sera góður litur til hansara.
Kann betrast: Tað mesta er í lagi við stílinum
hjá Kaj Leo, men kanska hann onkuntíð vísur seg
á myndum og í sjónvarpi uttan slips og skjúrtu,
so at hyggarin sær aðrar síður av honum.