Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 122 · 21. oktober 2011 10 VIKUSKIFTI Val og tøl Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Hesa vikuna er rættuligur valfepur farin at gera um seg. Tað tók sína tíð hjá val­evnum, flokkum og miðlum at svinga seg. Á fólkatingsvalinum fyri ein­um stórum mánað síðani var mill­ um lítið og einki valstríð. Tað var einki at siga til, tí tað var neyðugt at umsita krútið við skili. Hesa vikuna er nógv futtað av, og tað verður ikki minni í næstu viku, sum tað nærkast fram ímóti leygar­degnum 29. oktober, tá ið slag­ið skal standa. Valdagurin er 29. oktober, men í veru­leikanum er ein partur av valinum longu avgreiddur, og ein partur verður av­greiddur fram til valdagin. Tann parturin, sum longu er av­ greiddur, er tann, at tað leygarkvøldið klokkan 18 var greitt, hvørji valevni tað er møgu­leiki at velja ímillum. Aðra staðni er tað soleiðis, at tað valdagin ber til at skriva navnið á onkrum velj­ ara á atkvøðuseðilin, hóast hesin ikki er upp­stillaður, og um hesin fær nóg nógv­ ar atkvøður á henda hátt, so er hann valdur. Dømi er um onkran í USA, sum fleiri ferðir er valdur á henda hátt. Hjá okkum er tað soleiðis, at um annað enn ein krossur er á at­kvøðu­ seðlinum, so verður hann ikki taldur við. Tí er valið nú avmarkað til teir flokk­ar og tey valevni, sum eru skrásett hjá val­nevndini. Hjá summum kennist uppstillingin góð, og hjá øðrum man hon kennast trong og sum hóttan. Eitt nú er tað merkis­vert, at sambandsfelagið í Suður­ streymoy, sum umboðar flestu veljar­ arnar, hevur stillað færri valevni upp enn sambandsfelagið í Eysturoy. Í Suður­ streymi eru seks sambandsvalevni, og í Eysturoy eru tey sjey. Hetta kemur kanska væl við fyri einstaka valevni í høvuðs­staðnum, men fyri flokkin hilnast tað ivaleyst betri við Eysturoyar loysn­ini. Men tað kann kanska eisini fara at vísa seg, at sambandsvalevnini á bygd hava betri møguleika at vinna at­kvøður í høvuðsstaðnum, nú tað er so langt millum sambandsvalevnini í Havn. Tey, sum eru uppstillað, og tey, sum reka fyri valevnini, dríva í hesum døgum á at fáa sum flest at brævatkvøða. Nógv­ir føroyingar eru mynstraðir við før­oysk­um og útlendskum skipum. Teir, sum verða burturstaddir valdagin, hava við brævatkvøðuni møguleika at nýta sín rætt at vera við til at manna tingið. Um teir ikki gáa um hetta sjálvir, so eru valevnini mong, sum minna teir á tað. Og tað sama er galdandi fyri handverk­ ararnar, sum arbeiða uttan­lands, um les­andi uttanlands og um tey, sum verða burturstødd av øðrum orsøkum val­dagin og um tey, sum ikki hætta sær at fara av húsum at velja. Hjá øllum hesum er valdagurin nú. Og tey kunnu fáa eyka møguleika, um tey valdagin iðra seg um valið, sum tey hava gjørt. Tá ber framvegis til at møta upp á valstaðnum og at greiða atkvøðu, og so verður brævatkvøðan skrottað. Gáttirnar Sjey flokkar eru at velja ímillum og eingin uttanflokka listi. Fyri at røkka inn um tinggáttina skal ein flokkur hava 1/33 part av atkvøðunum. Tað eru stívliga 35 túsund veljarar. Um val­lut­ tøkan hesa ferð verður, sum hon hev­ur verið seinastu ferðirnar, so fara umleið 90 prosent ella 31500 á val. 1/33 partur verður so umleið 950 at­kvøður, og so mongar atkvøður skulu flokk­arnir hava fyri at røkka upp um ting­gáttina. Tað er ásett í vallógini, at ting­ manna­talið er 33, og parturin, sum hvør flokk­urin fær av samlaða talinum, er brot­parturin av atkvøðunum, sum hvør flokk­urin fær. Hvussu nógvar atkvøður einstaki ting­maðurin skal hava fyri at koma á ting, ber ikki til at siga fyri vist. Tað vald­ast eitt nú um, hvussu nógvar at­ kvøð­ur tey fáa, sum standa seg best á ymsu listunum. Sum tað sæst á talvunum, so var Katrin Dahl Jakobsen í Javnaðar­flokk­ inum tann, sum fyri fýra árum síðani varð vald við fægst persónligum at­ kvøðum. Hon varð vald við 283 per­ són­ligum atkvøðum. Tríggir tingmenn vórðu valdir við færri enn 300 per­són­ ligum atkvøðum, og stívliga helm­ing­ urin – 17 av 33 – vórðu vald við fleiri enn 400 persónligum atkvøðum. Fimm valevni vórðu ikki vald fyri fýra árum síðani, hóast tey vunnu fleiri Men hjá fleiri á bygd var høvuðsstaðurin góður aftrat fyri fýra árum síðani, og hjá onkrum í høvuðsstaðnum kom tað væl við at eiga eitt klípi á bygd at lyfta seg um tinggáttina við Heimabeitini eru góð at ganga á