Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 122 · 21. oktober 2011 14 VIKUSKIFTI Interview Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað fór sum ein skelkur um alt Nor­egi og øll norðurlond, tá ið norski embætis­ maðurin Arne Treholt ein vetrar­ dag í 1985 varð handtikin á Fornebu flogvøllinum í Oslo og skuldsettur fyri njósning. Sambært norsku fregnar­ tæn­astuni var Treholt tá ávegis til ein fund í Wien við ein russiskan agent, og hann hevði 66 loynilig skjøl við sær í viðførinum. Arne Treholt varð skuldsettur fyri at hava njósnast til frama fyri Sovjet­ samveldið og Irak, og hann varð eisini dømdur 20 ára fongsulsrevsing. Í dóm­ inum varð sagt, at Treholt hevði volt stóran ímóti Noregi. Tá ið hann hevði sitið í fongsli í góð átta ár, varð hann náðaður og latin leysur. Hann flutti stutt eftir úr Noregi og hevur verið búsitandi í Grikkalandi, Arabisku Emiratunum, Russlandi og síðani 1998 á Kypros. Um vikuskiftið kemur Arne Treholt til Føroya at siga sína søgu fyri før­ oy­ingum. Hetta er fyrstu ferð, at Arne Treholt vitjar í Føroyum, men hann var einaferð ávegis til Føroya í politisk­um ørindum. Tá var hann vara­uttan­ríkisráðharri í Noregi. – Eg haldi, at tað var í 1977, at eg skuldi til Føroya í sambandi við at arbeitt var við at fáa 200 fjórðinga sjó­ mark. Men eg kom ongantíð so langt, tí tað var mjørki í Føroyum. Vit sluppu ikki avstað, tá vit skuldu, og so varð ferðin avlýst. Tí gleði eg meg nú til um­síðir at sleppa at vitja í Føroyum, sigur Arne Treholt. Eg njósnaðist ikki Arne Treholt hevði í fleiri ár verið undir illgruna fyri at njósnast til frama fyri Sovjettsamveldið. Illgrunin kom av, at hann hevði tætt samband við fólk á sovjettisku sendistovuni í Oslo. Og tá ið hann so varð handtikin í 1985, fall hamarin eisini í rættinum. 20 ár í fongsul fyri njósning og landasvik. Arne Treholt hevur viðurkent, at hann hevði loyniligar fundir við umboð fyri Sovjettsamveldið, og at hann gav teimum onkur skjøl, men hann noktar fyri, at nakað av tí, sum hann hevur gjørt, kann kallast njósning. – Eg havi allatíðina – frá fyrstu skuld­setingini og fram til dagin í dag – noktað fyri, at mítt samband við sovjettiskar diplomatar hevði nak­að sum helst við njósning at gera, sigur Arne Treholt í einum greiðum, diplo­ mat­iskum tónalagi. – Høvuðsákærurnar ímóti mær bygdu á, at eg skuldi havt latið loyni­ ligar upplýsingar frá mær, meðan eg gekk á Forsvarets Højskole frá sep­ tember 1982 og fram til várið 1983. Hetta var tíðin, tá ið eg fyrstu ferð fekk at­gongd til nakað, sum kann kallast hern­aðar­ligar loynidómar, og um slíkar upplýsingar vóru lætnar víðari, kundu tær føra til eina skuldseting um njós­ning. – Eg hevði tveir fundir við sovjet­ iskar diplomatar, sum eisini høvdu sam­band við fregnartænastuna KGB, men løgreglan, sum fylgdu við hesum fund­um, sá, at ongar upplýsingar, sum kundu skaða trygdina hjá ríkinum, lætnar víðari til hesar diplomatar, sigur Arne Treholt. – Tí haldi eg framvegis, at tað, sum eg varð skuldsettur fyri og lutvíst eisini dømdur fyri, bygdi á, at vit vóru mitt í kalda krígnum – hetta var ein ákæra og ein dómur, sum var partur av kalda krígnum, heldur hann. Mátti rýma úr Noregi Arne Treholt var ein týðandi norskur embætismaður, tá ið hann varð hand­ tikin, og so broyttist lívið hjá honum fullkomiliga. – Tað var sera trupult at fyrihalda seg til at verða dømdur í fongsul fyri njósning, men eg royndi at varðveita eina positiv hugsan um tilveruna. Tað var avgjørt ikki lætt, men tað var ein uggi fyri meg, at eg helt meg ongan­ tíð hava gjørt nakað, sum eg skuldi í fongsul fyri. Tað gav mær eina styrki til at fara ígjøgnum eina drúgva fongsuls­revsing, sigur hann. Í 1992 varð Arne Treholt leyslatin úr fongslinum. – Tað var næstan líka óveruligt, sum tá eg bleiv settur í fongsul, sigur hann. – Tá eg kom úr fongsli, brúkti eg fyrstu tíðina til at finna út av, hvussu eg skuldi koma víðari, og hvat eg skuldi fara at takast við. Eg royndi meg eina tíð sum freelance journalistur, men tað var trupult, tí mítt rættarmál hevði verið nógv frammi í miðlunum, og øll fólk hildu seg kenna mína fortíð, og tí fann eg skjótt út av, at Noreg var eitt ov lítið land til, at eg kundi etablera eina nýggja tilveru har. – Eg helt ikki, at eg kundi byggja nakað nýtt upp, og tí valdi eg at flyta av landinum. Eg var eina tíð í Grikkalandi, eg var í Abu Dabi í Arabisku Emiratunum, og eg var eis­ ini eina tíð í Russlandi. Síðani 1998 havi eg so búð her á Kypros, greiðir Arne Treholt frá. Hann arbeiðir í dag í einari fyri­ tøku innan fíggjarheimin, sum millum annað ger íløgur og handlar við valuta. Persónligi prísurin Njósnaradómurin broytti lívið hjá Arne Treholt fullkomiliga, og hann hevur síðani livað við avleiðingunum av dóminum. – Alt mítt lív varð vent upp og niður, og eg hevði livað eitt gott og lætt lív, til eg varð tikin. Og alt tað, sum eg hevði ynskt mær at royna, hevði eg roynt, men so kom tann stóri niðurtúrurin og tann stóra mótbrekkan, men soleiðis er lívið fyri tey flestu av okkum, sigur hann. – Viðhvørt upplivir tú tað góða, og viðhvørt skal tú ígjøgnum eina harða roynd. Eg vóni, at eg havi staðið ta royndina og eri komin sterkari burtur úr henni, sigur Arne Treholt. Hann hevur ongantíð viðurkent, at hann skuldi hava verið njósnari, men hann viðurkennir, at hann hevði ov tætt samband við sovjettisk umboð. – Tað er eingin roykur uttan eld, og eg hevði helst ov tætt samband við onkur umboð fyri Sovjetsamveldið, sum eg hevði illgruna um – og eisini skuldi vitað – høvdu samband við KGB. Og harvið skapti eg møguleikar fyri einum máli og einari slíkari pro­ sess, sum eg mátti ígjøgnum, sigur Arne Treholt. Sunnukvøldið ber til at hoyra Arne Treholt greiða frá sínari søgu á tiltaki í Norðurlandahúsinum. – Tað er eingin roykur uttan eld, og eg hevði helst ov tætt samband við onkur umboð fyri Sovjetsamveldið, sigur njósnaradømdi norðmaðurin Arne Treholt, sum tó framvegis noktar fyri, at hann var sekur í at hava njósnast fyri Sovjettsamveldið og Irak Eingin roykur uttan eld mynd: Polfoto Norska fregnartænastan eygleiddi fundir, sum Arne Treholt hevði við fólk frá sovjettisku sendistovuni í Oslo