Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 63

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 122 · 21. oktober 2011 15 VIKUSKIFTI Fakta • Arne Treholt er fyrrverandi diplomatur, embætismaður og norskur varauttanríkisráðharri. • Arbeiddi sum fjølmiðlafólk hjá norska uttanríkisráðnum. • Var í fleiri ár undir eftirliti av norsku fregnartænastuni orsaka av sínum nógvu fundum við eitt starvsfólk á sovjettisku sendistovuni í Oslo • 20. februar 1985 varð hann handtikin og skuldsettur fyri njósning. Hann var á veg til ein fund við sovjettiskan agent í Wien og hevði 66 loynilig skjøl við sær. • 20. juni í 1985 varð hann dømdur 20 ára fongsulsrevsing fyri njósning og landasvik • Royndi í 1986 og 1990 at fáa málið tikið upp til nýggja viðgerð, men tað var báðu ferðirnar noktað honum. • Varð 3. juli í 1992 náðaður eftir at hava sitið átta ár og fimm mánaðir í fongsli. • Royndi í januar í 2005 og januar 2011 at fáa sítt málið uppafturtikið, men báðu ferðirnar varð tað noktað. • Flutti úr Noregi stutt eftir at hann var leyslatin og hevur síðani 1998 búð á Kypros, har hann starvast í einari fyritøku innan fíggjarheimin. – Alt mítt lív varð vent upp og niður, og eg hevði livað eitt gott og lætt lív, til eg varð tikin. Og alt tað, sum eg hevði ynskt mær at royna, hevði eg roynt, men so kom tann stóri niðurtúrurin og tann stóra mótbrekkan, men soleiðis er lívið fyri tey flestu av okkum, sigur Arne Treholt um njósnaraákæruna