fríggjadagur 21. oktober 2011síða 64
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 21. oktober 2011
16
VIKUSKIFTI
Sprotin
Plinkan – próvtøkur
og uppgávuskriving
Tað er forlagið Sprotin, sum eigur og
rekur orðabókaskipanina, sum øll í
føroyska skúlaverkinum hava atgongd
til. Men netsambandið verður vanliga
kvett, tá ið próvtøkur eru, og tað kann
vera ein trupulleiki fyri próvtakararnar,
um teir eru vanir at arbeiða við orðabók
og seta sítt álit at tann møguleikan at
tryggja og eftirkanna sítt skrivliga avrik.
PLINKAN er ment júst tí, tað IKKI er
atgongd til internetið, tá ið próvtøka er.
Við Plinkuni lagdari inn á telduna fær
ein byrgt fyri hesum trupulleika, tí tá
sleppur ein altíð og allastaðni fram at
orðabókunum. Plinkan er á telduni, og
tað einasta, ið krevst, skal hon virka,
er, at streymur er á telduni. Plinkan er
eisini ein fongur, tá netið er óstøðugt
ella til tíðir burtur, tí tú fært ótarnað
arbeitt við uppgávuni, tú vart í holt
við. Heldur ikki er ókent, at fólk fara
í summarhús ella leita sær á bygd at
skriva uppgávur, greinar ella bøkur
lidnar, og tá er ikki vist, at ein hevur
netatgongd.
Plinkan og netorðabøkurnar,
hvør er munurin?
Plinkan og netorðabøkurnar verða fóðr
aðar úr sama dátugrunni. Hetta merkir,
at orðabøkur og leitúrslit altíð er eins,
sama um tú brúkar Plinkuna ella net
orðabøkur. Munur vil tó altíð vera á
orðabókaforriti og netorðabókum. Um
framt at Plinkan virkar av linju (off-
line), so ber til at velja, hvussu Plinkan
verður víst, tá ið tú fert í annað skjal,
t.d. í word. Skal hon liggja sum ein
leitbreddi, ein ímynd (ikon) ella við
seinast vístu leitfrágreiðing? Hetta eru
møguleikar, sum gera Plinkuna til eitt
so framúr arbeiðsamboð hjá øllum,
sum samskifta og brúka teldu, tá ið tey
skriva tekstir. Skiftið ímillum arbeiðs
skjal og at leita í Plinkuni er ógvuliga
lætt og høgligt.
Plinkan og dagføringar
Plinkan hevur loyst orðabókafløgurnar
av. Við Plinkuni sleppur ein frá at skula
minnast til at taka ymsar orðabókar
fløgur við sær, eins og tú við fløgunum
aldrin fekst atgongd til heilar 10 orða
bøkur í senn. Størsti fyrimunurin við
Plinkuni umframt alla orðabókarúgv
una, ið man sleppur frá at knossast við,
man kortini vera, at dagføringar eru við
í prísinum. Tú rindar fyri eina vøru, ið
er hin mest dagførda á marknaðinum,
so leingi plinkuhaldið varir. Tað virkar
nevniliga soleiðis, at fyrsta tú hevur
netsamband, verða dagføringarnar
avgreiddar av sær sjálvum, og næstu
ferð tú situr og arbeiðir uttan netsam
band, hevur tú ta nýggjastu orðabókina
hjá tær. Hetta er hent og alneyðugt, tí
nýggj orð og nýggjar orðingar verða
dag og dagliga løgd í skipanina.
Er Plinkan við í ókeypis
orðabókpakkanum?
Plinkan er ikki í ókeypis pakkanum, sum
var givin skúlaverkinum í august. Men
Plinkan fæst til keyps á heimasíðuni
hjá Sprotanum. Her kanst tú heinta
Plinkuna ókeypis niður og síðani keypa
mánaðarhald í styttri ella longri tíð –
tað er upp til hvønn einstakan at gera
av. Ikki er óvanligt, at lesandi halda
Plinkuna í ein mánað ella tveir soleiðis,
at tey, tað tíðarbilið tey ganga til próv
tøkur og/ella skriva ritgerðir, tryggja
sær fullgóða orðabókaatgongd – við
ella uttan netsamband.
Plinkan fæst eisini til keyps sum ein
»Plinkupakki« í Rit&Rák og Nema. Í
snøgga pakkanum er ein geymi við
Plinkuni í og eitt hald, sum er galdandi
í eitt ár.
Plinkan til skúlar,
fyritøkur og stovnar
Tað er ikki óvanligt, at skúlar vilja hava
Plinkuna á allar teldur, sum hoyra til
skúlan. Hetta ber væl til, og vanliga
kann Plinkan leggjast á allar teldur í
einum. Sama er galdandi fyri fyritøkur
og stovnar.
Plinkan og framtíðin
Nú á døgum ber ikki til at bjóða fólki
eitt forrit, og síðani leggja menningina
á hillina. Við orðabókum er tað soleið
is, at ein stútt og støðugt skal vera á
veg móti málinum, um ein vil tæna
brúkaranum og geva honum tað liv
andi málið. Nýggj hugskot, nýggir
møguleikar og nýggir tankar seta dám
á Plinkuna og gera hana til tað framúr
amboð, hon er. Sprotin arbeiðir í tøttum
samstarvi við forritara, ritstjórar og ikki
minst brúkarar, og málið er, at Plinkan
altíð er í fremstu røð.
Í løtuni verður arbeitt dúgliga við
trimum nýggjum orðabókum sum skulu
leggjast inn í heyst. Hesar eru: Franskt-
føroyskt, spanskt-føroysk og russiskt-
føroyskt. Føroysk bendingarmynstur,
rættskrivingarreglur o.a. verða eisini
løgd inn í næstum.
Fyri stuttum frættist at føroyskar orðabøkur eru ókeypis hjá øllum
skúlaverkinum. Eitt frambrot og ein avleiðing av samstarvi millum
Sprotan, Nám, OBG og Mentamálaráðið. Men hvør er PLINKAN, og hví hoyra
vit javnan hetta orðið, tá ið tosað verður um føroyskar orðabøkur?
Plinkan
– hvør er tað
fyri ein fiskur?
Plinkan og dagføringar
Dagføringar eru við í prísinum
Dagføringarnar verða gjørdar javnan
Orðabókin er altíð hin mest dagførda á marknaðinum
Plinkan fæst í bókhandlunum og sum stórhald
eitt stutt bil, t.d. mánað, um ein heldur seg hava
serligan tørv á henni júst tá.
Orðasøgan um Plinkuna
»Plinkur« merkir eitt mið (ofta nær landi), t.d. ein
sildaplinkur. Vit brúka sjaldnara kvennkynssniðið
av plinkinum og kalla forritið Plinkan – tað góða
orðamiðið.
Hvussu nógv
kostar PLINKAN?
Vanligt hald til Plinkuna kostar
45,00 DKK um mánaðin. Haldið
er knýtt at eini teldu, og allar
bøkurnar eru við í prísinum.
Hald kann keypast á www.
sprotin.fo
Skúlar, fyritøkur og stovnar kunnu keypa stórhald
fyri 5,00 ella 10,00 DKK um mánaðin. Setið tykkum
samband við Sprotan og fáið at vita, hvussu lættliga
hetta kann gerast.
Plinkupakkin við einum geyma kostar 549,- og kann
keypast í Rit&Rák og NEMA. Haldið er virkið í eitt ár.
Applinkasjón
Í 2012 verður Plinkan
við øllum orðabókunum
at fáa sum pinkuforrit at
leggja á telefonina og á
handteldu.
føroyskt-føroyskt
føroyskt-enskt
enskt-føroyskt
føroyskt-danskt
danskt-føroyskt
føroyskt-týskt
týskt-føroyskt
føroyskt-spanskt
føroyskt-italskt
føroysk yrkorðabók
Hesar eru á veg:
franskt-føroyskt
spanskt-føroyskt
russiskt-føroyskt
Í PLINKUNI eru hesar orðabøkur