leygardagur 14. februar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 14. februar 2004
15
Skúlin fer leysliga
mett at kosta 40-50
milliónir og ætlanin
er, at landið skal
betala ein part og
allar kommunurnar í
Føroyum skulu betala
ein part
EFTIRSKÚLI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlanin er nú at byggja ein
nýggjan eftirskúla til ung-
fólk í Føroyum.
Og ætlanin er, at hann
skal byggjast í Suðuroy.
Hesi seinastu fýra árini
hevur ein arbeiðsbólkur ar-
beitt við ætlanini at byggja
ein eftirskúla í Suðuroy og
nú er komið so langt, at
fyrispurningur er sendur
kommununum um at bera
ein part av kostnaðinum.
Ætlanin er at fáa allar
kommunurnar í landinum
at vera við.
Á bygdaráðsfundi í Por-
keri týskvøldið, varð bygd-
aráðið kunnað um ætlanina
og har samtykti bygdaráð-
ið, at verða hinar kommun-
urnar við í ætlanini, skal
Porkeris Kommuna eisini
bera sín part.
Teir fýra, sum manna
arbeiðsbólkin, sum arbeiðir
við ætlanini, eru Ólavur
Rasmussen,
prestur
í
Hvalba, Tummas í Dali,
studentaskúlalærari á Tvør-
oyri, Julius Holm, hjálpar-
pedagogur í Vági og Jacob
Vestergaard, løgreglumaður
á Økrum, sum eisini nýliga
hevur verið landsstýris-
maður.
60-80 næmingar
Í áheitanini á kommunurn-
ar at bera ein part av kostn-
aðinum, sigur arbeiðsbólk-
urin, at teir kundu hugsað
sær ein eftirskúla til 60-80
næmingar.
Enn er ógjørligt at siga,
hvat ein slíkur skúli fer at
kosta at byggja.
Men verður mett, at
byggingin fer at kosta 40-
50 milliónir, er tað neyvan
heilt av leið, halda teir.
Ein slíkur eftirskúli er
fremst av øllum ætlaður
føroyskum ungdómi um alt
landið, siga teir í arbeiðs-
bólkinum og meiningin er,
at
næmingarnir
skulu
búgva á skúlanum.
Teir vísa eisini á, at eftir
lógini um eftirskúlar, betal-
ir landið 50% av byggingini
og 70% av rakstrinum.
Teir siga, at ein leistur
kundi verið, at kommun-
urnar kring landið betala
sín part av byggingini eftir
fólkatalinum.
Av tí, at landið rindar
helvtina, verða 20-25 milli-
ónir eftir til allar kommun-
urnar at betala.
Arbeiðsbólkurin hevur
sostatt roknað út, at fyri
Tórshavnar
Kommunu
hevði hetta merkt, at hon
kom at betala 2,5-3 milli-
ónir um árið í trý ár, ella 8-
9 milliónir tilsamans til
byggingina. Men Havnin er
so stór, at Tórshavnar Kom-
muna hevði komið at betalt
ein triðing av kostnaðinum,
ella gott tað.
Verða allar kommunurn-
ar í Suðuroy við, merkir
tað, at tær koma at betala
tríggjar milliónir tilsamans.
Men so leggja teir afturat,
at verður skúlin veruleiki,
má ein serlig skipan gerast
fyri næmingar úr teimum
kommunum,
sum
ikki
betala sín part av bygging-
ini.
Tá ið kommunurnar hava
tikið støðu til, um tær vilja
vera við, er ætlanin at velja
eina nevnd fyri eftirskúlan.
Ein møguleiki hevði verið
at valt umboð fyri menta-
málaráðið, kommunurnar,
arbeiðsbólkin fyri eftirskúl-
an og kanska eisini vinnu-
feløgini, í eina slíka nevnd.
Byggjast í Hovi
Á bygdaráðsfundinum í
Porkeri varð upplýst, at
fleiri kommunur høvdu
sagt seg vera sera áhugaðar
í ætlanini.
Fleiri føroyskir ungdóm-
ar fara uttanlands á eftir-
skúlar um árið, men tað
vildi verðið munandi bílig-
ari at havt ein eftirskúla í
Suðuroy.
Fyrireikararnir hava upp-
lýst fyri bygdaráðnum, at
fyribils er stungið út í
kortið at skúlin verður
bygdur í Hovi.
Hann skuldi fara av
Havnini mikukvøldið
klokkan 22, men fór
ikki, fyrrenn klokkan
var næstan fimm um
morgunin. Men eftir
umstøðunum var
lagið gott á ferðafólki,
sigur Strandferðslan
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey, sum skuldu úr Havnini
til Suðuroyar við Smyrli
mikukvøldið, fingu seg
rættiliga roynd.
Smyril var á Skála til
botneftirlit og eftir ætlan
skuldi hann sigla av aftur
Havnini
til
Suðuroyar
klokkan 22 mikukvøldið.
Men tá ið teir eru í ferð
við at fylla dokkina á
Skála, varnast tey, at tey fáa
ikki bógskrúvuna á Smyrli
at rigga.
Kristian Davidsen, stjóri
á Strandferðsluni, sigur, at
slík brek kunnu vera rætti-
liga ring at finna, men ar-
beitt varð av kraft uppá at
finna brekið.
Men samstundis varð
lýst, at fráferðin av Havnini
varð útsett ein tíma.
Men tað gekk strilti at
finna brekið, hóast serkøn
hjálp eisini kom úr landi og
ferðin varð útsett tvær ferð-
ir afturat.
Men tað gekk heldur ikki
og so varð avgjørt, at Smy-
ril skuldi sigla klokkan trý
um náttina, sama um bóg-
skrúvan fekst at rigga ella
ikki.
Men beint áðrenn klokk-
an 3 varð feilurin funnin og
tí varð gjørt av at rætta
hann.
Endin varð, at Smyril
slapp ikki úr dokkini, fyrr-
enn klokkan var fýra um
náttina og klokkan 4.50
sigldi Smyril av Havnini.
Kunnaðu ferðafólkið
Tað eina kvøldið beint fyri
jól varð Smyril hálvan
triðja tíma seinkaður úr
Havnini og tá varð funnist
hvassliga at Strandferðsluni
fyri at hon ikki hevði kunn-
að ferðafólki betri, tí øll tey,
sum bíðaðu í bilum at
sleppa við, fingu onki at
vita.
Tá lovaði strandferðslu-
stjórin, at bøta um støðuna
og næstu ferð ein slík
seinking tók seg upp,
skuldi ferðafólkið kunnast
betri.
Og mikukvøldið vórðu
tey væl kunnað um tað,
sum hendi, sigur hann.
Hann sigur, at tá ið tað
varð greitt, at Smyril varð
seinkaður, fingu tey fólk
oman á Farstøðina at siga
og tey greiddu eisini teim-
um, sum bíðaðu í bilum, frá
støðuni.
Kristian Davidsen sigur,
at tey á Farstøðini gjørdu
ferðafólkunum kaffi og
eftir umstøðunum var lagið
á ferðafólkinum gott, hóast
te bíðaðu í næstan sjey
tímar.
– Eg haldi, at bæði tey,
sum arbeiða á farstøðini, og
skipari og manning á
Smyrli, gjørdu eitt rættiliga
gott arbeiði undir teimum
truplu umstøðunum sum
vóru, sigur stjórin á Strand-
ferðsluni.
Ætla at gera eftirskúla í
Suðuroy til 60-80 ungfólk
Smyril sjey tímar seinkaður
Mikukvøldið varð Smyril seinkaður í sjey tímar av Havnini, men bæði tey, sum arbeiða á
Farstøðini og skipari og manning á Smyrli, gjørdu eitt stórt arbeiði fyri at kunna ferðafólk og fyri
at fáa alt at glíða undir rættiliga truplum umstøðum, sigur Kristian Davidsen, stjóri á
Strandferðsluni
15
14
Nr. 31 - 14. februar 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu
í stóru sorg okkara, tá ið elskaði sonur
og beiggi okkara
Karl Martin Smidt Jensen
Oyri
so brádliga varð tikin frá okkum.
Ein serlig tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
hava hjálpt okkum so væl.
Somuleiðis takka vit fyri stóra umsorgan
og troystarrík orð.
Tøkk fyri blómur, kransar, uppringingar, brøv
og peningagávur til Talvfelagið og Flogbóltsfelagið
og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Dorit, Kjartan, Hans Erik og Pól Jóhannus
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi,
tá okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Martin Fjørdal
Tvøroyri
gjørdust sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Takk til starvsfólk á Hotel Tórshavn og til
arbeiðsmannafelagið Fylking.
Takk fyri blómur og kransar,
takk til Jónsvein Bech prest, organist, sangarar,
Brand Enni og til tykkum øll,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hannedukkan, Bjarki og Hildur
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
kæra mamma, unnusta, dóttir og systir
Elsi Petersen
Oyrarbakki
andaðist 11. februar 26 ára gomul.
Jarðarferðin verður sunnudagin 15. februar
kl. 13.30 úr Vesturkirkjuni.
Fyri tey avvarðandi
Ólavur, Rógvi, Súsanna,
Hansy og Krista
Tey, ið vilja minnast Elsi við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina
peningagávu til sonin á konto í Føroya Sparikassa.
Mánadagin 16. februar
hevur Arnhild Christiansen
25 ára starvsdag hjá Føroya
Banka í Klaksvík.
Arnhild er 44 ára gomul
og úr Klaksvík, dóttir Astu
og Ludvík Abrahamsen,
bæði ættaði úr Oyndarfirði
og búsitandi í Klaksvík.
Eftir lokið realskúla-
prógv fór Arnhild í læru í
Føroya Banka 1. september
1977 og bleiv útbúgvin
bankaatstøðari í 1980. Hon
hevði farloyvi frá bankan-
um eitt tíðarskeið frá 1987-
89, so nú hálvan februar
2004 kann hon halda sín 25
ára starvsdag.
Arnhild var álitisfólk í
bankanum frá 1992-2001
og nevndini í Starvsfólka-
felagnum, sum er ein
undirdeild
hjá
danska
Finansforbundet frá 1995-
2001.
Arnhild
er
gift
við
Kristian Christiansen úr
Klaksvík, tey búgva í
Klaksvík og eiga trý børn:
Ludvík, 19 ár, Hilda, 15 ár,
og Ásla, 12 ár.
Arnhild Christiansen, Klaksvík:
25 ára starvsdag hjá Føroya Banka
Í dag, leygardagin 14. febr-
uar kl. 10, letur listafram-
sýningin "Spírandi list"
upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Hetta er onnur framsýning
við sama heiti.
Framsýnararnir hesaferð
eru næmingar í Tórshavnar
Kvøld – og Ungdómsskúla
í Kollafirði, sum ganga til
fakið "Tekning og máling"
har Randi M. Gunnarsdóttir
er lærari.
Teir 13 næmingarnir sum
sýna fram hava fleiri ym-
iskar málningar.
Framsýningin er opin til
og við hósdagin 19. februar
kl. 19.00
Opið er soleiðis:
leygardagin frá kl. 10-18,
sunnudagin frá 15-18, mán-
hósd. frá 15-19.
Hanus Heinesen, deildarleiðari hjá Føroya Banka í Klaksvík, handar her Arnhild Christiansen
ein málning í sambandi við 25 ára starvsdagin
Mynd: Solby A. Eliasen
Aftara rað: f.v. Arnbjørn Kristiansen, Trygvi Guttesen, Bergfríð Anthoniussen, Katrin Egholm, Rúna S. Olsen, Oddbjørg Joensen,
Randi M. Gunnarsdóttir, lærari, og Julianna Bech Húsgarð
Fremra rað: f.v. Ada í Líð, Alma á Lava, Fróði Hammer, Hanna Jacobsen, Martina Eriksen og Herdis Jacobsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Tórshavnar Kvøld-Ungdómsskúli, Kollafjørður:
Onnur framsýning við »Spírandi list«
í Smiðjuni
C
M
Y
K
14