leygardagur 14. februar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 31 - 14. februar 2004
Nr. 31 - 14. februar 2004
17
hevur til uppgávu eftir
hvørja spreinging at syrgja
fyri, at loftið ikki er leyst.
Borivognurin borar hol
uppí loftið, og síðan festir
maðurin stengur uppí hold-
ið. Fyrst verður ein so-
nevnd límpatrón stungin
uppí holið, og tá ið stongin
verður bukað uppí patrón-
ina og malin runt, skrædnar
límpatrónin, og stongin
verður rimmarføst. Síðan
verður ein "skál" sett uppá
stongina og uppundir loft-
ið, og ein møttrikur skrúv-
aður uppundir
Ymiskt er, hvussu nógvir
stengur verða festar undir
loftinum
eftir
hvørja
spreinging, men talið liggur
um 15. Men er loftið heilt –
uttan rivur og leyst grót,
slepst stundum undan at
gera hesi festi.
Hesa løtuna, vit vitjaðu
inni í tunlinum, vóru bert
tveir mans til arbeiðis –
tann, sum sat í borivogn-
inum og so maðurin, sum
festi stengurnar uppundir
loftið.
Aftan fyri borivognin,
stóð ein minni lastbilur,
sum eitt nú flytir spreingi-
evni inn í tunilin.
Hugtakandi var at síggja,
hvussu nógv tveir mans
soleiðis kunnu útrætta við
røttu amboðunum.
110 hol
Norðmaðurin, Alf, visti at
siga, at hesin borivognurin
er hin sami, sum nýttur
varð til boringina undir
Vestmannasundi.
Og tað er ikki á hvørjum
degi, at slík amboð verða
keypt, tí ein slíkur vognur
kostar ikki minni enn 7-8
miljónir krónur!
Áðrenn sprongt verður,
verða eini 110 hol boraði
einar fimm metrar inn í
bergið, og hvørja ferð verð-
ur teinurin til Norðoyggjar
umleið 4,75 metrar styttri.
Tað tekur borivogninum
umleið ein hálvan tíma at
bora hvørji trý hol.
Sprongt verður 2-3 ferðir
um samdøgnið, og fyllan av
gróti hvørja ferð er eini 500
rúmmetrar – ella uppí einar
60 lastbilar!
Løtt verður soleiðis, at
tað tekur eini 8 sekundir,
áðrenn hvør spreinging er
av. Tað merkir, at allar løð-
ingarnar bresta ikki sam-
stundis.
Alf segði, at enn eru teir
ikki komnir undir vatn-
skorpuna, men teir eru
niðri ímóti vatnlinjuni. Tá
ið tunnilin er vorðin einar
800 metrar longri, eru teir
komnir undir Leirvíksfjørð.
Hann er væl nøgdur við
grótslagið, og teir eru lítið
plágaðir av vatni.
Betri umstøður
Sigurd Lamhauge, projekt-
leiðari, sigur, at so hvørt
komið verður einar 500-
600 metrar longur fram,
verða allar instalatiónir
lagdar, og breytin verður
asfaltterað. Mett verður, at
hetta fer at gera arbeiðsum-
støðurnar lættari og betri,
ikki minst hjá teimum, sum
skulu koyra grótið út úr
tunlinum.
Sosialurin fer at venda
aftur til tunnilsarbeiðið í
komandi blaði.
Hósdagin var
Sosialurin á áhuga-
verdari og hugtakandi
vitjan inni í tunlin-
um, sum um hálvt
triðja ár fer at knýta
Eysturoynna og
Norðoyggjar saman.
VITJAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Veðrið var gott í Leirvík
hósdagin, og tað var lagið á
teimum, vit prátaðu við,
eisini. Málið var at síggja,
hvussu gongur við tunnils-
gerðini millum Eystur-
oynna og Norðoyggjar.
Á ferðini skiltist skjótt, at
optimisman um verkætl-
anina er stór, lagið er gott,
og menn stríðast 22 tímar
um samdøgrið við at bróta
seg ígjøgnum harða basalt-
ið. Og hart skal tað vera,
um tað skal vera gott.
Benið sunnanfyri bygdina í
Leirvík, har tunnilin byrjar,
var heldur vánaligt at síggja
til, tá ið fyrrverandi løg-
maður, Anfinn Kallsberg,
skjeyt fyrsta skotið.
Men longu nú síggjast
stórir batar. Nú komið er
stívliga 100 metrar inn í
fjallið, er tilfarið gott, og
hetta samsvarar væl við tær
kanningar, sum gjørdar eru.
Tey, ið standa aftanfyri hesa
verkætlan, bæði sum ar-
beiðstakarar og byggiharri,
tykjast sannførd um, at
útlitini fyri einum góðum
tunli undir Leirvíksfirði eru
minst líka so bjørt, sum
útilitini vóru, tá ið farið
varð undir tunnilin undir
Vestmannasundi.
Blíðskapur
Tá ið vit komu til byggi-
plássið í Leirvík, hittu vit
norðmannin, Alf Helge,
sum er byggileiðari vegna
arbeiðstakaran,
Føroya
Konsortiið. Konsortiið er
eitt felag, sum er skrásett
og rindar skatt í Føroyum
og tey, ið mynda felagið, er
NCC, J & K Petersen og
Byggitek. Byggiharrin aft-
an fyri hesa stóru verkætlan
er P/F Norðoyatunnilin.
Alf, sum fyrstu ferð kom
til Føroya at arbeiða, 1.
desember í fjør, var bæði
blíður og fyrikomandi og
helt, at løtan, vit vóru kom-
nir til Leirvíkar, júst var hin
rætta. Tunnilin var rudd-
aður eftir seinastu spreing-
ing, og stóri borivognurin
var í ferð við at bora nýggj
hol til næstu spreinging.
Meðan vit prátaðu og
riggaðu okkum til at fara
oman í tunnilin, kom
Sigurd Lamhauge inn á
gólvið í hølunum, sum sett
eru upp til skrivstovuhald
og annað. Sigurd, sum í
sínari tíð framdi eitt av
størstu ítróttarligu bragdun-
um í Føroya søgu, er í dag
projektleiðari fyri byggi-
harran.
Tá ið vit báðir, mynda-
maðurin og eg, høvdu funn-
ið okkum hjálmar og
stivlar, fór annar í jeepin
hjá Sigurdi og hin í jeepin
hjá Alf.
Nógvur larmur
Lítið fólk var í tunlinum
hesa løtu, men larmurin frá
borivogninum var so nógv-
ur, at ikki hoyrdist manna-
mál niðri við snøgga benið.
Meðan vit stóðu har niðri í
holinum, varð roynt at
spyrja um okkurt, men
hetta var líka so væl ógjørt.
Roynt var í staðin at hefta
seg við tað, sum eyguni
sóu, og sigast má, at hetta
var ein hugtakandi løta.
Í fyrsta lagi var hon hug-
takandi, tí hetta eru somu
amboð og sami háttur, sum
nýttur varð, tá ið tunnilin
undir Vestmannasundi varð
bygdur. Hjá einum, sum
bert hevur koyrt ígjøgnum
hendan tunnilin, nú hann er
liðugur, er lítið, sum kann
geva tær eina ábending um,
hvussu hetta megnarar-
beiði, ið hevur verið nevnt
"ein drønandi succes", er
fingið frá hondini.
Men standandi niðri í
botninum á tunlinum, sum
um hálvt triðja ár verður
farleiðin millum Eysturoy
og Norðoyggjar, fært tú
eina kenslu av, hvussu slíkt
arbeiði gongur fyri seg.
Tann, sum heldur, at ein
hópur av fólki gongur inni í
sjálvum tunlinum, meðan
borað verður, mistekur seg.
Tveir mans
Uppi í stóra borivogninum,
sum borar við trimum
borum í senn, situr ein
maður og ansar eftir, at alt
riggar og gongur, sum tað
skal. Men hann hevur eftir
øllum at døma ikki so nógv
at gera. Í hvussu er, stýrir
hann ikki borunum manu-
elt. Teir eru teldustýrdir og
"vita" sjálvir, hvar og
hvussu teir skulu seta á.
Uppi á sama borivogni,
sum er mest líkur eini stór-
ari gravkúgv, er ein stórur
armur við einum "kassa" í
endanum. Uppi í kassanum
stendur ein maður, sum
Lagið er gott og bjartskygni ræður í »myrkrinum« í Leirvík
Myndin er tikin úr tunlinum og út í ta kláru luftina, sum var hósdagin, tá ið Sosialurin vitjaði
í Leirvík
Mynd: Jens Kr. Vang
Alf Helge er byggileiðari fyri Føroyska Konsortiið, sum byggir tunnilin, og Sigurd Lamhauge er projektleiðari fyri byggiharran,
P/F Norðoyatunnilin
Mynd: Jens Kr. Vang
Fyritøkan, JKH í Rytuvík, hevur havt timburmenn í Leirvík seinastu mánaðirnar, sum hava
smíðað fyri arbeiðstakararnar og byggiharran
Mynd: Jens Kr. Vang
Tann stóri borivognurin
hevur tríggjar borar. Tað
tekur umleið hálvan tíma at
bora holið 5 metrar inn í
benið
Mynd: Jens Kr. Vang
Maðurin í borivogninum. Borarnir eru teldustýrdir og "vita" sjálvir, hvar og hvussu teir skulu seta á
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
17
16