Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 14. februar 2004 19 Vinna strandingar oddabrakið móti Kyndli, fer støðan í toppinum at gerast enn meira spent, enn hon longu er HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at StÍF seinasta viku- skifti vann steypafinaluna fyri triðju ferð í fýra ár, hava teir nú møguleikan at vinna seg heilt upp í oddin. Aftur gongur leiðin til Havnar, og hesaferð er tað oddaliðið úr Kyndli, sum tekur ímóti. Og hóast Kyndil hevur verið í oddinum alt kapp- ingarárið á tamb, so er hetta nú ein støða, sum kann standa til at falla, um full nytta ikki verður fingin burtur úr dystinum móti strandingum. Einki er at ivast í, at greiða tapið fyri Neistanum í seinasta leikumfari hevur sett djúpar foyrur í sjálvs- álitið á leikarunum, og hartil eru fleiri av leikar- unum, sum dragast meira og minni álvarsligar skaðar. Hinvegin kann eisini hugsast, at júst spenta støðan fær stríðsviljan fram í Kyndils-leikarunum. Tann stríðsviljan, sum hevur verið størsti garanturin fyri verandi oddastøðuni. Hjá StÍF ræður kanska fyrst og fremst um at fáa armarnar niður eftir steypa- sigurin, men hartil er einki at ivast í, at liðið eisini skal bøta um nakrar veikleikar. Móti hoyvíkingunum var sjónligt, at spælið hjá lið- num als ikki var so flótandi, sum tað onkra tíð hevur verið. Og eisini í verjupart- inum, har liðið annars hevur verið sera sterkt í ár, er helst neyðugt við einum betri avrikið enn seinast, um stigini skulu fáast til høldar sunnudagin. Neistin fylgir við Tveir aðrir dystir verða leiktir um vikuskiftið, og her er einki at ivast í, hvar favoritt-rollurnar skulu plaserast. Neistin sýndi við sigrin- um á Kyndli, at teir nú ætla sær allan vegin. Ikki minst er tað komið væl við hjá liðnum, at Heini Hanusar- son nú er aftur at síggja, og tá Áki Mørk eisini er komin fyri seg eftir sín skaða, er álopsstyrkin hjá liðnum øgilig. Tað er nakað, sum koll- firðingar undir øllum um- støðum fáa trupult at gera nakað við, men hinvegin er einki at ivast í, at hava teir rætta dagin, so kann upp- gávan hjá Neistanum væl gerast munandi torførari, enn hon er á pappírinum. Seinasti dysturin er í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti H71. Vanliga skuldi tað ikki verið nakað ivamál, at VÍF er stórfavorittur í hesum dystinum, men so- leiðis sum avrikini hjá VÍF hava verið í ár, skal helst einki takast fyri givið. Hartil hava eisini hoyvík- ingarnir eisini havt síni óstøðugu úrslit at vísa á. Ikki minst, um avrikini í lands- og steypakapping verða samanborin. Spurn- ingurin er, so hvat fyri H71 lið tað verður, sum fer á vøllin hesaferð. Meðan sørvingar melda allar mans tøkar til mansfinal- una í steypakapping- ini, hava flogbólts- menninir úr Fugla- firði fleiri leikarar, ið stórur ivi er um undan dystinum í dag. STEYPAFINALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er so at siga altíð talan um javnar og spennandi dystir, tá ið bestu mans- liðini hjá ÍF og SÍ í flog- bólti hittast. Ofta er talan um fimm settarar, og sjáld- an er stórur munur á í sett- unum. Leygardagin hittast liðini so í steypafinaluni, ið verður leikt í høllini á Hálsi í Havn, og bæði liðini ætla at hava steypið við sær aftur til heimbygdina. Skerdir fuglfirðingar Tað sær einki serligt út hjá ÍF undan finaluni, tí fleiri av leikarunum eru ógvuliga ivasamir til dystin. Annar av útlendingunum, Dragan Marijanovic, bleiv meiddur undir venjing fyrr í vikuni, og tað sama var galdandi fyri Kenneth Neshamar. Liðskiparin hjá ÍF, Bartal Eliasen, sigur við Sosialin, at ikki nokk við teimum báðum meiddu monnunum, so hevur Jan Áki Olsen lig- ið í songini alla vikuna, og tískil er ógvuliga ivasamt, um hann verður at síggja á vøllinum í finaluni. Eisini hin útlendingurin hjá fugl- firðingum, Boban Ilic, hev- ur verið plágaður av sjúku síðstu dagarnar, men Bartal roknar við, at hann verður førur fyri at spæla í final- uni. Tíbetur hava vit ein breiðan hóp, og eg vil meta, at vit hava einar tíggju heilt góðar leikarar, sigur Bartal, so vit hava aðrar menn at seta inn á plássini. Í Fuglafirði verður nógv tosað um flogbólt í hesum døgum, og Bartal Eliasen sigur, at hann bæði væntar og vónar, at tað verða nógv- ir fuglfirðingar á áskoð- araplássunum í høllini á Hálsi til finaluna. Bartal sigur, at í løtuni er flogbólt- urin ítróttarligi stoltleikin í bygdini, og felagið fær dyggan stuðul bæði frá bygdarfólkinum og vinnu- lívinum í bygdini. Spurdur um hvør fer at vinna finaluna, sigur lið- skiparin hjá ÍF, at tað eftir hansara tykki ikki er nakar greiður favorittur. - Liðini eru so jøvn, og tí rokni eg við, at tað verður dags- formurin, ið kemur at verða avgerandi. Hjá okkum verður umráðandi at spæla uttan um lyklaleikararnar hjá SÍ, t.v.s. Borko Ilic, Rajko Petrovic og Jón Niel- sen, sigur Bartal. Undan finaluni hittast allir leikararnir hjá ÍF til ein bita á Muntra, áðrenn teir í felag fara til Havnar. - Á henda hátt sleppa vit undan at onkur fyllir seg við fleskasteik og rabarbu- greyti áðrenn dystin, og tískil ikki orkar at spælar, skemtar Bartal Eliasen. Allir mans og eitt sindur afturat tøkir hjá sørvingum Í Sørvági er standurin mun- andi betur enn hann er í Fuglafirði. Liðskiparin hjá SÍ, Jón Nielsen, sigur, at hjá teimum eru allir mans tøkir. Harafturat er útisetin, Kaj á Stongum, komin upp til finaluna, og hóast hann ikki hevur spælt niðri, so sæst tað ikki aftur undir venjing, sigur Jón Nielsen. Sørvingar eru sum vera man ógvuliga spentir til finaluna, og Jón Nielsen væntar, at heilt fitt av vágafólki fer at leita sær til Havnar. - Tað er ikki ger- andiskostur, at oyggin er umboðað í bæði kvinnu- og mansfinaluni, og eg vóni tískil, at sørvingar fara í góðari tíð til Havnar, so at teir eisini kunnu stuðla Drátti, og hinvegin vóni eg eisini, at sandavágsingar verða verandi til mansfinal- una og stuðla SÍ. Í løtuni er tað eingin ivi um, at tað eru flogbólts- feløgini í Vágum, sum eru ítróttarligi stoltleikin hjá oynni. Sørvingar standa seg væl í bestu mansdeildini, og kvinnurnar hjá SÍ liggja á odda í 1. deild. Harafturat hevur SÍ nógv ungdómslið, ið klára seg heilt væl. Spurdur hví so er, sigur lið- skiparin hjá SÍ, at ungdóm- urin í Sørvági hevur ikki so nógv ítróttargreinar at velja ímillum. Tað er bara flog- bólturin og fótbólturin, og tá ið flogbóltsliðið hevur klárað seg so mikið væl seinnu árini, hevur tað drigið ungdómin í bygdini til at spæla flogbólt, og ungdómsarbeiðið er sera gott í felagnum. Av somu orsøk sær framtíðin hjá SÍ bara heilt gott út, sigur Jón Nielsen. Úr Vágum frætta vit, at okkurt tríggir fullsettir bussar av viðhaldsfólkum fara til Havnar, og haraft- urat koma eru øll tey, ið koma í egnum bili, so ikki er óhugsandi at eini 300 vágafólk verða millum áskoðararnar á Hálsi í dag. Topp- dystur í Havn Ivi um fleiri leikarar hjá ÍF Jacob Jónsson er ein av leikarunum hjá Kyndli, sum dregist við skaða undan dystinum sunnudagin Tað tykist valda ivi um fleiri av leikar- unum hjá ÍF undan dystinum móti SÍ 19 Lagt er upp til eina sera spennandi kvinnufinalu í flog- bólti, tá ið TB og Dráttur fara at dystast. Liðini hittust í landskappingini seinasta vikuskifti, og tá vunnu vágakvinn- urnar greiðan sigur, men tað er eingin fyrimunur heldur liðskiparin hjá Drátti. STEYPAFINALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Um alt gongur tvørakvinn- um eftir vild, so vinna tær steypafinaluna triðja árið á rað, meðan vágakvinnur hinvegin fegnar vilja vinnu fyri fyrstu ferð, eftir at tær tvær ferðir áður hava verið á tapandi síðuni. Sigurin sunnudagin er eingin fyrimunur Kvinnurnar hjá Drátti hava vant dúgliga í vikuni, og mikukvøldið leiktu tær ein venjingardyst móti kvinnu- liðnum hjá SÍ. Liðskiparin hjá Drátti, Herborg á Mýr- ini, sigur, at tær eru allar klárar til finaluna, hóast onkur av leikarunum hevur onkran smáskaða at dragast við. Hóast Dráttur seinasta vikuskifti vann greiðan sigur á júst TB, so heldur Herborg ikki, at tað er nakar fyrimunur. - Úrslitið sunnudagin er ikki nakar fyrimunur fyri okkum, heldur hinvegin, tí nú eru tær óivað eitt sindur eyka uppsettar at hevna tað tapið. Eg haldi heldur ikki, at vit spældu serliga væl tann dystin, men tíbetur gekk tað enn verri hjá teimum, sigur Herborg og leggur afturat, at eftir hennara tykki eru tað TB- kvinnurnar, ið eru favorittar til at vinna finaluna. Seinastu umførini hevur tað gingið heilt hampuligt hjá Drátti, eftir at liðið fekk eina heldur slaka byrjan upp á kappingarárið. Her- borg á Mýrini heldur tó, at liðið enn er ov óstøðugt til av álvara at gera seg gald- andi í landskappingini. Í Sandavági hava tær eisini roynt at fyrireika seg til finaluna á annan hátt. Millum annað eru T- troyggjur gjørdar við Drátti á, ið vágafólki kunnu ogna sær undan finaluni. Saman við sørvingum verður eisini skipað fyri bussferð til Havnar, og sum skilst fara einir tríggir fullar bussar av oynni til dystirnar. Tvørakvinnur ætla sær hatrikk Á Tvøroyri er nógv prát um flogbólt í hesum døgum. Flogbóltskvinnnurnar hjá TB hava seinastu nógvu árini altíð havt dyggan stuðul frá bygdarfólkunum, og finalan í dag verður neyvan nakað undantak. Hóast steypakappingin í flogbólti ikki hevur nakra langa søgu, so kann ikki annað sigast, enn at TB hevur stoltar steypatradi- tiónir hjá kvinnunum, tí tvey tey seinastu árini hava tær vunnið kappingina. Eftir hvat Sosialurin frættir av Tvøroyri, eru allir leikararnir hjá TB tøkir til finaluna, uttan Svanna Nielsen, ið var so óheppin at hon sleit sær halssinuna í dysti norðanfjørðs seinasta vikuskifti. Svanna er ein av lyklaleikarunum hjá TB, og spennandi verður at síggja, hvussu stóra ávirkan frá- veran hjá henni hevur á liðið. Hóast finalurnar verða vístar beinleiðis í sjónvarp- inum, plaga tvørafólk ikki at setast aftur. Tá ið TB spælir á heimavølli, møta tey manssterk upp í høllini, og um vit skulu meta út frá stuðulinum, ið TB fekk tvær tær seinastu steypa- finalurnar, so er eingin ivi um, at svørtu og hvítu litir- nir hjá elsta ítróttarfelag- num í landinum fara at seta sín dám á áskoðaraplássini í høllini á Hálsi í dag. Nr. 31 • leygardagur • 14. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Todi skjótt klárur Eftir at útlitini hava verið alt annað enn góð seinastu mánað- irnar, gongur nú framá við skaðastøðuni hjá Tóda Jónsson. Eftir at hava vant einsamallur síðani sep- tember mánað, byrjaði hann í vikuni at venja saman við liðfeløgun- um, og sambært heimasíðuni hjá FCK, so lat hann væl at. - Eg fái skotið upp á mál og spurta eitt sind- ur, so tað sær gott út. Enn restar sjálvandi nakað, men nú merki av álvara, at tað gong- ur skjótt, segði ein fegin Todi við heima- síðuna. -jm Hægri fót- bóltsprísir HB fer á FSF-aðal- fundinum at leggja fram uppskot um at hækka kostnaðin fyri atgongumerkini. Sum er, er hesin 50 kr. fyri dystir í fyrstu deild, men hetta tal vilja tey í HB fegin hækka. Tí verður uppskot sett fram um at hækka hægst loyvda gjaldið, og í HB siga tey seg ikki rokna við, at hetta fer at nerva hugin hjá fólki at koma til dyst- irnar. -jm Kvinnufinalan er púra opin Tað líkist eini púra opnari finalu hjá kvinnunum leygardagin C M Y K 18