Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 31 - 14. februar 2004 Bæði Stjørnan og VB eiga at rokna við fullari úrtøku undan vikuskiftinum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Á pappírinum verður mest spennandi dysturin um vikuskiftið helst tann í Havn, har Kyndil og StÍF fara at takast. Kyndil hevur at kalla alt kappingarárið verið avbyrgt í botninum, og týskvøldið fingu tær rættiligan av- smurning, tá Stjørnan var á vitjan. Móti StÍF á heima- vølli er møguleikin at fáa stig kanska betri, enn hann nakran tíð hevur verið á árinum, og eitt nú megnaði Kyndil í styepakappingini at vinna á strandakvinn- unum, sum mugu hugsa langt aftur fyri at minnast seinasta sigurin. Móti Neistanum miku- kvøldið var tó um reppið, at stig spurdust burturúr, og megnar StÍF at halda fast um avrikið í teirri uppgerð- ini, so er tað als ikki óhugs- andi, at tær aftur kunnu leggja sjógv niður til botnin. VB skal reisa seg Stjørnan má helst roknast sum størsti favoritturin á degnum, tá tær á heimavølli taka ímóti Søljuni. Ikki minst tóktist sigurin á Kyndli at prógva, at Stjørn- an ikki hevur nakrar ætlanir um at slappa av eftir steypasigurin, og megna tær at leggja eins nógv fyri hesaferð, so skulu gestirnir úr Vágoynni ikki rokna við nøkrum sum helst. Tað eigur Neistin heldur ikki at gera, tá tær fara til Vágs. Gaman í vann Neist- in seinasta dystin í grund- spælinum, tá tær vitjaðu í Vági, men síðani hevur verið langt millum glottar- nar hjá Neistanum. Raka tær dagin, so kunnu tær tó skapa nakað av spenningi, men hetta eigur tó ikki at vera nóg mikið til at steðga VB. Ikki minst eftir taptu steypafinaluna munnu vágskvinnurnar seta alt upp á at endurvinna FM-heitið, og tað kann ganga út yvir Neistan, at tær eru tær fyrstu, sum standa fyri eftir ósigurin seinasta leygardag. Leygardagin 14. februar endar lið- kappingin í talvi. Sum vanligt verða allir dystirnir í sein- asta umfari telvaðir undir somu lon, og í ár verður byrjað kl. 13 í Bygdarhúsinum í Hósvík TALV tíðindaskriv Stórur spenningur er um hvør verður Føroyameist- ari. Klaksvíkar Talvfelag hevur 25 stig (15 dystar- stig), Kollafjørðar Talv- felag 23 1/2 stig (13 dystarstig) og Havnar Telvingarfelag hevur 21 1/2 stig. Klaksvík og Havnin møtast í síðsta umfari, meðan Kolla- fjørður telvar móti tofta- monnum. Reglurnar siga, at um tað stendur á jøvn- um í stigum millum oddaliðini, verður hugt eftir dystarstigunum. Stendur eisini á jøvnum har, verður umdystur. Sandavágur flytur niður í 2. deild, eftir at hava verið eitt ár í bestu deild- ini. Í hinum deildunum kunnu oddaliðini vissa sær fyrsta pláss, um teir bert møta til seinasta dyst- in, og harvið sleppa undan minus-stigum. Klárt oddaliðið 2. deild er Vestmanna Talvfelag, HT3 er greitt á odda í 3. deild, og Klaksvíkar Talv- felag (a) vissar sær Før- oyameistaraheitið í ung- lingadeildini við at møta til seinasta dystin. Teir fýra føroying- arnir vóru allir við frá fyrsta bríksli, tá Fremad Amager leikti javnleik móti Lyngby ÚTISETAR Jákup Mørk Donsku feløgini eru nú um at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til várhálv- una í danska kappingarári- num, og í Føroyum verður nógva staðni fylgt væl við, hvussu Fremad Amager fer at standa seg í næstbestu deildini. Her eru fýra føroyskir leikarar, og teir vóru allir við frá fyrsta bríksli, tá Fremad á heimavølli tók ímóti Lyngby. John Heri Dam var vinstri bakkur. Jann Ingi Petersen var á miðvøllinum, og frammi í álopinum vóru teir báðir, Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløtum. Og dysturin var ikki meira enn níggju minuttir gamal, tá Andrew varð leiktur leysur og skoraði. Eitt sindur stuttligt mundi tað kanska kennast hjá Andrew, sum her skoraði móti Henrik Bødker, sum kanska verður komandi B36-málverji. Tað seinasta Andrew gjørdi fyri HB, var at skjóta meistaraheitið 100% víst í dysti móti júst B36. Samanlagt gjørdist dyst- urin tó ikki so væl eydn- aður hjá Fremad Amager. Lyngby javnaði longu tveir minuttir eftir leiðslu-málið frá Andrew, og síðani megnaði hvørgin parturin at skora. Teir fýra føroy- ingarnir vórðu allir skiftir út í dystinum, tá venjarin hjá Fremad Amager eisini vildi sleppa at royna breiddina í hópinum. Spenningur í botninum Føroyskt Fremad Seinasta umfar í liðkappingini Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 5 4 - 0 - 1 449 344 105 19 2 VB 4 4 - 0 - 0 425 322 103 16 3 VÍF 5 3 - 0 - 2 439 357 82 15 4 Neistin 4 3 - 0 - 1 409 362 47 14 5 StÍF 4 0 - 0 - 4 357 420 -63 5 6 Søljan 4 1 - 0 - 3 301 399 -98 4 7 Kyndil 4 0 - 0 - 4 260 436 -176 1 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 2 1 - 0 - 1 354 327 27 11 2 Neistin 2 2 - 0 - 0 345 311 34 10 3 StÍF 2 1 - 0 - 1 295 280 15 9 4 VÍF 2 0 - 0 - 2 311 300 11 6 5 KÍF 2 1 - 0 - 1 292 342 -50 5 6 H71 2 1 - 0 - 1 288 325 -37 4 Máltindarnir Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 140 (23) Nicoleta Radu Søljan 117 (22) Aukse Vysniaskaite VB 117 (30) Ioana Rápa VÍF 104 (25) Katarina Stepanov Stjørnan 97 (20) Sóley Mikkelsen VÍF 91 (20) Daiva Tuomaite VB 87 (15) Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 82 Irina Rodevici VÍF 81 Milica Ergic StÍF 81 (10) Gurið Mortensen VB 79 (6) Annika Ljósstein Stjørnan 73 (18) Heidi Maria Akselsen Søljan 71 (5) Joan M. Djordjevic Stjørnan 70 (24) Lina Andriulyte Neistin 64 Menn Blagoje Buha Neistin 90 (22) Halgir D. Olesen H71 89 (9) Dragisa Stojovic Neistin 88 (3) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 82 (29) Petur Martin Poulsen KÍF 64 Ingi Olsen VÍF 60 (20) Agnar Joensen VÍF 59 (7) Áki Mørk Neistin 55 (8) Damir Oros KÍF 55 (19) Alexandur Johansen StÍF 54 (21) Jacob Jónsson Kyndil 51 Høgni Klein Kyndil 50 (2) Artur Johansen StÍF 49 (10) Sveinur Justinussen StÍF 45 (4) Josef Abrahamsen Kyndil 45 (6) Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 15.02 14.30 Kyndil-StÍF Kristian Johansen & Sámal Hansen 15.02 15.00 VB-Neistin Kristian Joensen & Karsten Joensen 15.02 15.00 Stjørnan-Søljan Jákup S. Simonsen & Høgni M. Joensen 1. deild menn 15.02 16.00 Kyndil-StÍF Kristian Johansen & Sámal Hansen 15.02 16.00 KÍF-Neistin Hannis Wardum & Uni Wardum 15.02 16.00 VÍF-H71 Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen Flogbóltur Steypafinala kvinnur 14.02 14.30 TB-Dráttur Steypafinala menn 14.02 16.30 SÍ-ÍF C M Y K 20 Nr. 31 • leygardagur • 14. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Kirkjan er ikki ein lufttættur klivi Lesið síðu 6–7 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Atletion, Århus: "The morning light caresses your face on my pillow. You´re still asleep and you´re so beautiful..." Tryggur á pallinum. Hatturin liggur á skrá og sólbrillurnar hvíla trygt á nasarygginum. Pallurin er í Atletion í Århus. Áskoðararnir eru yvir 4000 í tali, men hetta tykist ikki nerva hann tað stóra. Talan er um Alex. Nøkur kenna hann kanska frá Popstars tað árið, tá Jens Marni Hansen var við. Men nú hevur hann fingið ferð á solo-karrieruna, og hevur hann í dag tilknýti til Nexus Music, sum millum annað er mannað av Nik og Jay. Nik og Jay vóru á Føroyavitjan fyri hálvum árið síðani, og tað eru eisini teir, ið hava skrivað orðini til sangin, sum í løtuni toppar á donsku hittlistunum - "So beautiful". Um tíðin verður spolað aftur til Popstars, so var støðan ein heilt onnur. Nervar og angist eyðmerktu 25 ára gamla Alex, sum endaði við at trekkja seg úr kappingini. Men røddini bilti ikki, og er hetta orsøkin til, at hann veruliga hevur fingið vind í seglini. Venjing Lógvabrestirnir tróta ikki, tá lagið er liðugt. Pallurin er nú aftur í Århus, og Alex gongur tryggur av pallinum. Dagsins uppgáva er fullførd. - Eg havi ikki nervar longur. Eg havi vant meg við at vera á pallinum, greiðir hann smílandi frá. Sjálvt um hann sjálvur megnar at fylla ein konsertsal, so hevur hann tikið av tilboðnum at framføra til Melodi Grand Prix, sum varð hildið tann 7. februar. - Slíkar framførslur gagna mær. Hetta er áskoðarafjøldin, sum eg leiti eftir. Frá teimum heilt ungu til tey eldru. - Um óroyndir sangarar ynskja at koma fram, so er venjing tað besta ráðið eg kann geva teimum. Haldið á at venja. Gerið sum mamma tykkara sigur, og venji. "Øvelse gør mester", slær hann fast. Hann dylir ikki fyri, at tankarnir leita út í heimin nú. Men heimsmarknaðurin tykist verða mettaður tá tað kemur til júst hansara slag av tónleiki, sum er ein blandingur av bleytum popptónleiki og rappi. - Eg ætli mær ikki at satsa uppá USA, men eg vóni, at sleppa útum Danmark. Kanska Asia ella okkurt líknandi, sigur hann. Hann leggur afturat, at hann vónar, at eisini sleppa til Føroya at framføra. - Tað lá ikki fyri hjá mær at vera við tá Nik og Jay vóru í Føroyum fyrr í summar, sigur hann, og sær eitt sindur vónbrotin út. - Teir søgdu tað var so feitt, og hvør veit um eg ikki endi har onkuntíð sjálvur. Alex: Haldið á at venja Miðvís venjing er gullkornið, sum songstjørnan Alex hevur at geva ungum songfuglum, ið vilja royna sínar veingir Danska songstjørnan, Alex, hevur veruliga fingið vind í seglini tey seinastu árini. Besta ráðið hann hevur at geva ungum, ið vilja nakað innan tónleik, er miðvís venjing Mynd: Nicolai Højland Lorenzen 21