leygardagur 14. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Krapi, vindur og
vátaslettingur er. Koyrilíkindini
eru vánalig og myrkt er eisini.
Men tað er lætt at finna húsini
hjá Hans Eriki Jakobsen, sum
síggja út sum eitt stórt neysta-
loft, tí tey venda oman og niðan
og standa undir Hálsi.
Hans Erik og tær fýra døtur-
nar, Erna, Gudny, Annika og
Bjørt eru inni. Tónleikurin
streymar út úr hátalarunum og
ljóðið frá Cartoon Network
kappast við tónleikin. Bjørt situr
púra hugtikin og hyggur at
teknifilmi.
Hans Erik situr við telduna,
meðan hinar tríggjar genturnar
ganga og fjasast við ymiskt.
Ikki nakað tekin um, at nakar
hevur verið uttanlanda og júst er
afturkomin. Men tað eru Hans
Erik, Erna og Gudny. Tey hava
júst verið í USA, har Hans Erik
saman við øðrum tyrluskiparum
hjá Atlantsflogi hava vant í
simulatori. Og genturnar sluppu
tá eisini at royna seg.
Upplivilsi
Hans Erik hevur ofta hugsað um
at hava onkrur av børnunum við,
tá hann er farin eina slíka ferð.
Og sjálvan jólaaftan í fjør, fingu
tær báðar at vita, at tær skuldu
við pápanum til Dallas í februar.
Sum flestar tannáringagentur
vóru tær sera spentar upp á túrin.
At sleppa til USA man vera ein
tannáringadreymur hjá øllum.
Hans Erik sigur, at hann vildi,
at genturnar skuldu sleppa at
uppliva okkurt spennandi og
síggja, hvat hann tekst við, tá
hann er har. Tí tað er jú einaferð
um árið, at hann fer til USA.
– Tað var sera stuttligt at hava
tær við, tí tær síggja ymiskt á ein
heilt annan hátt enn eg. Eisini
løgdu tær tilmerkis ting, sum eg
ongantíð havi hugsað um, greiðir
hann frá, meðan tær báðar sita
og njóta ta góðu køkuna, sum
Heidi, mamma teirra hevur gjørt
í sambandi við 13 ára føðingar-
dagin hjá Gudny.
Sum at flúgva í tyrlu
Av tí at pápi teirra er tyrluskip-
ari, so hava tær báðar verið
mangan túrin við tyrrlu, og vita
tí, hvat tað er.
Pápi teirra skuldi í skúla av og
á, meðan tey vóru har, og meðan
hann var í skúla, hugnaðu tær
sær sum frægast á hotellinum.
Tær siga, at tað vóru so nógvir
ymiskir hentleikar á hotellinum,
sum tær nutu gott av.
Men eina dagin sluppu tær við
Hans Eriki í skúla, tí tá skuldi
hann royna seg í simulatorinum.
Og tær sluppu eisini sjálvar at
flúgva.
– Tú skuldi sæð tær, sigur
Hans Erik stórflennandi, meðan
14 ára gamla Erna talar harðliga
at. Hon heldur ikki, at pápi
hennara er so stuttligur at hoyra
upp á alla tíðna.
– Vit dugdu ikki so øgiliga
væl, men tað gekk hampuligt,
kortini, sigur Erna, sum ikki
heldur, at tað er nakar munur á
simulatorinum og einari veru-
ligari tyrlu.
Meðan prátið gongur lívliga
fyri seg um royndartúrin í
simulatorinum, sum vardi
hálvanannan tíma, vísir Hans
Eriki eina útskrift av rutuni, sum
tey flugu í simolatorinum.
Og tá vaknar láturin aftur av
álvara. Tí útskriftin, har hann
2
Sosialurin Nr. 31 - 14. februar 2004
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801,
teldupostur: post@sosialurin.fo
Við babba í tyrlusimulatori
Systrarnar Erna og Gudny Jaokobsen hava júst verið við pápa
teirra í Dallas, USA, har tær hava roynt at flogið í einum
tyrlusimulatori. Pápin, Hans Erik Jakobsen, er leiðari fyri
Tyrlutænastuni hjá Atlantsflogi, og er hann í USA til venjingar
tíggjunda hvønn mánað
Hans Erik Jakobsen og døtrarnar Erna og Gudny, sum vóru við honum í USA
Sosialurin Nr. 31 - 14. februar 2004
3
sjálvur hevur flogið, vísir eina
rutu, meðan tann hjá gentunum
bara vísir, at tær hava flogið runt
og runt og runt.
Flennandi sigur Gudny, at hon
ætlar sær at verða tyrluflog-
skipari.
Hans Eriki sigur, at tað verður
hon helst eisini. Tí hóast út-
skriftin vísir tað øvugta, so bar
hon seg væl í simulatorinum.
– Aja, tær kláraðu seg bara
heilt væl, men eg fekk nakað av
sjóverki av teimum, tí vit bara
flugu í kring, sigur hann og
smílist argandi til døtrarnar.
– Hov, hov, eg lendi tó nakrar
ferðir, talar Erna at., og pápin
nikkar og sigur, at tað er rætt.
Besti skúlin
Vegleiðararnir á hesum skúlan-
um, sum tyrluflogskipararnir hjá
Atlantsflogi fara til, eru sera
royndir. Hans Erik sigur, at hetta
er helst tann besti skúlin av
sínum slagi í heiminum. Hann
eitur FlightSafety, og tað er ein
góð orsøk til, at tað júst er hesin
skúlin, sum teir hava valt.
– Í einum simulatori kanst tú
gera allar hugsandi feilir uttan at
rinda fyri teir við tínum lívi, og
tað er týdnignarmikið, at vit
kunnu royna ymiskt, sum ein
ikki hevði roynt, um ein sat í eini
veruligari tyrlu, greiðir hann frá.
Hann leggur afturat, at føroyskir
tyrluflogskiparar koma út fyri so
mongum umstøðum, har vandi er
á ferð. Heglingsæl, torusláttur og
nógvur vindur til dømis eru alt
viðurskifti, har ein ikki hevur so
nógv at ráða yvir. Og tí er tað
gott, at teir kunnu fara til USA at
royna ymiskt, sum teir ikki
kunnu í einari tyrlu.
Hans Erik hevur hug at arga
døturnar eitt sindur, meðan vit
práta. Men tað er alt í spølni, og
tað er stuttligt at síggja, hvussu
gott sambandið er millum tey.
– Tú skalt ikki siga so nógv.
Tú fekst onki skreytblað, tá tú
hevði flogið. Tað fingu vit, sigur
Erna og hyggur errin upp á Hans
Erik, sum fer at flenna.
Onnur upplivilsi
Men tað var ikki bara simula-
torurin, sum var spennandi á
ferðini hjá teimum. Tær báðar
tosa fyrst og fremst um, hvussu
stórt alt er í USA.
– Har eru so ræðuliga nógvir
politibilar, man fær næstan ikki
vent sær fyri teimum, siga tær
báðar, Erna og Gudny.
Tær vóru til rodeo, basketball
dyst og sjálvandi keyptu tær
eisini nógv. Klæðir og annað,
sum gentum á teirra aldri dámar
so væl.
Matin dámdi teimum ikki so
væl. Hans Erik heldur fyri, at
kokkarnir í USA, har tey høvdu
verið og etið, mundu hava fingið
kompleksir av gentunum, tí tær
eru so kræsnar.
Trygdin
Øll vita, at síðani 11. september í
2001 eru trygdarkrøvini sera
hørð í Amerika. Og tað fekk
Erna at sanna, tá tey skuldu fara
avstað aftur til Føroyar.
Hon hevði latið í seg í einar
vanligar svartar buksur, men
tíverri høvdu tær tveir ringar í,
sum ikki gingu í gjøgnum
trygdartólið. So hon varð tikin til
síðis at kannast.
Erna bara flenti ímeðan, men
hon heldur, at tað var sera
flovisligt.
– Hon stóð har í einum fýra-
kanti við ørmunum úti. Hon
mátti úr jakka, skóm og taka
hálsketuna og oyraringarnar av,
sigur Hans Erik.
Erna sjálv sigur, at tað var ikki
tað ringasta. Hon mátti eisini
taka belti úr buksunum, so
meðan tann myrka kvinnan
kannaði hana, hugsaði hon bara
um, at buksurnar ikki máttu detta
niður.
– Tað var so pínuligt. Har stóð
eg við blóðreyðum kjálkum, og
øll gløddu at mær, sigur Erna.
Tað var tó skjótt yvirstaðið, og
so kundu tey fara víðari. Og tey
sluppu í flúgvarin og so allan
tann langa flúgvitúrin aftur til
Danmarkar og so Føroyar.
Tær eru tó á einum máli um, at
túrurin hevur verið eitt satt
upplivilsi, og Erna er avgjørd í,
at hon skal yvir aftur til USA
eina aðru ferð.
Ein simulatorur, sum hesin var tað tey vóru í. Gudny og Erna siga, at tað er sum at vera í eini tyrlu
Eitt tílíkt skreytblað fingu tær báðar genturnar við heimaftur frá
FlightSafety skúlanum. – Tað var meira enn, hvat babba fekk, sigur Erna
C
M
Y
K
23
22