leygardagur 14. februar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 31 - 14. februar 2004
FERÐAFRÁSØGN
Orð og myndir
Edvard Joensen
Jerusalem
4. partur:
Gravkirkjan í Jerusalem er eitt
stórt virvar av kapellum, altarum
og krusifiksum hvørt um annað,
sum tann, ið ikki hevur sett seg
væl inn í skipanina her, ongan
livandi kjans hevur at finna útav.
Umframt øll kapellini fyri tær
ymsu hendingarnar og ymsu
trúargreinarnar, eru eisini fimm
tær seinastu støðirnar frá
pínslusøguni inni í kirkjuni. Har
Jesus varð úrlatin. Negldur á
krossin. Deyður á krossinum.
Niðurtikin. Og at enda jarðaður.
Her finnur tú fyrst og fremst
klettin, sum sagdur verður at
vera sjálvt Golgata, har krossurin
varð reistur. Tú finnur steinin,
har sagt verður, at lík Jesusar
varð lagt á, eftir at hann varð
tikin niður av krossinum. Tú
finnur eitt kapel, Einglakapellið,
sum gjørt er framman fyri staðið,
har grøvin verður søgd at hava
verið. Gjøgnum hetta kapellið
kemur tú inn í tað knappar tveir
metra langa gravkamarið, har
størsta hending í søguni yvir-
høvur fór fram. Nevniliga upp-
reisinin eftir deyðan á krossin-
um.
Hurlivasi
Longu uttan fyri kirkjuna fæst
ein ábending um, at tað, ið lisið
er um kirkjuna og søgu hennara,
kanska ikki er heilt av leið. Hetta
við hurlivasanum inni í kirkjuni,
sum staðin er upp av øllum
hesum ymsu meiningunum, sum
siga seg vera tað ráðandi innan
kristindómin.
Ein rúgva av samanbygdum
múrum og vinklum, sum bendir
á, at her eru fleiri kirkjur saman-
bygdar heldur enn ein, sum vit
annars kenna tað aðrastðani frá.
Her er í hvussu er eingin frítt-
standandi kirkjubygningur, sum
tú kanst vísa á separat.
At munkar, prestar og klerkar
her ikki altíð hava verið so
samdir og hava tikið boð meist-
arans so bókstaviliga, vitnar ein
stigi, sum stendur upp at einum
vindeyga í erva, um.
Einaferð, teir »frommu«
munkarnir við kirkjuna vórðu
vorðnir ósamdir um eitthvørt,
varð orrusta so hørð, at teir, sum
hildu til á loftinum, máttu
flýggja og fingu ikki tíð at taka
stigan , teir rýmdu úr erva
ígjøgnum, við sær. – Hann varð
standandi og hevur nú staðið í
øldir, greiðir ferðaleiðarin frá.
Hann hevur fingið ein ávísan
status nú og má undir ongum
umstøðum takast burtur. Men eg
eri ikki heilt vísur í, um tað er
tað originali stigin, sum í dag
stendur har, ella hann er um-
vældur nakrar ferðir, heldur hann
og hevur líkasum hug at smílast
eitt sindur burtur øðrumegin.
Men tað er ikki bara í gomlum
døgum, at ófriður hevur valdað
her. Eisini í dag verður hædd
tikin fyri hesum fyribrigdi, hóast
tað ikki er at seta stigar upp til
munkarnar at rýma eftir, uttan at
seta bumbuspannir uttan fyri
kirkjudyrnar. Ein rund, gul kúla,
sum lok er skrúvað fast á. Har
skal bumban koyrast í, um tú
finnur eina slíka, og hon ikki
brestur, áðrenn tú ert sloppin av
við hana.
Hendir tað, at hon brestur,
kann tað helst gera tað sama við
einum slíkum skýli.
Heimsins nalvi
Okkurt av trúarsamfeløgunum,
sum her heldur til, nevnir staðið
heimsins nalva.
Her nakað ovarlaga í kirkjuni,
sum hevur nógvar trappur og
balkongir í ymsum forskjóting-
um, er glasmontra við holi í, har
tú kanst stinga hondina ígjøgnum
og nerta við »Klettin«. Hendan
rætta klettin ovast á Golgata, har
krossur Jesu verður sagdur at
hava staðið.
Eg hugsi, meðan hondin
strýkur eftir hesum blanka
grótinum, at ivaleyst hava so
nógvar hendur kínt hesum kletti,
at hann man hava verið hægri
enn so einaferð.
Her eru eldri konur, sum
liggja á knæ í einum kapelli
vinstrumegin klettin. Eg geri
mær ikki ómak at kanna, hvørja
trúargrein hetta kapel hoyrir til.
Men eg kann hugsa mær, at tað
er ein av teimum ortodoksu eftir
øllum tí, ið undan loftinum
hongur.
Tað er ikki smávegis, her er
hongt upp. Bæði dýrar gávur frá
keisarum og kongum, og meira
ella minni skrambul, fyri at siga
akkurát, sum tað er. Eg síggi
einki petti heilagt í hesum
draslinum, sum eitt nú Arne
Falk Rønne einastaðni samanber
við »tarveligt glimmer fra
fjorårets juletræ«. Beinraknari
kann tað ikki sigast.
Høgrumegin liggur ein nunna
fram eftir grúgvu við báðum
ørmum strektum út frá sær.
Myndar heilt týðuligt ein kross.
Gravkirkjan
Tosað verður av og á um at standa á heilagari grund. Hjá kristnum fólki
verður mangan tikið til Heilagu Grøvina, sum søgd verður at liggja inni í
sonevndu Gravkirkjuni í Jerusalem, og sum mong rokna sum mest
heilaga stað Kristindómsins yvirhøvur
Alskins lutir verða latnir teimum halgu kapellunum á Golgata. Undir loftinum og hvar nú ber til at seta ein ljósastaka, brenna luktandi ljós, sum viðhvørt
gera luftina heldur kvalmandi
Sosialurin Nr. 31 - 14. februar 2004
5
Rætta staðið at gera tað, hugsi
eg.
Og her standi eg so á sjálvum
Golgata og kenni einki petti til
nakra halga kenslu, eg annars
hevði ímyndað mær, at eg fór at
gera. Meira sum at standa aftan
fyri ein sjónleikarapall millum
tvær aktir og bíða eftir, hvat fer
at henda næstu ferð, tjaldið
verður drigið frá. Nógv nærri
kenni eg Várharra, á gongd á
fjøllunum har heima. Hetta
hóvastákið er bara ov mikið av tí
góða.
Golgata
Hvussu sannlíkt er tað so, at
hetta veruliga er tað Golgata, vit
lesa um í evangeliunum?
Fyri tann trúgvandi er ikki
nøkur grund til iva um, at hetta
er »staðið«. Men hvussu stendur
so til við tí søguliga?
Frá evangeliunum vita vit, at
Jesus varð krossfestur á staði
nær býnum, tó uttan fyri býar-
múrin í Jerusalem, sum nevnt
varð Golgata.
Ikki man tað hava verið so
ógvuliga langt frá býnum, tí
lesast kann, at fólk gingu fram-
við og spottaðu hann, meðan
hann hekk á krossinum. Tað
tykist mestum, at tey »prome-
neraðu« ella, sum vit høvdu sagt
í Føroyum í øðrum samanhangi,
at tey fóru »keitúr«.
Tað bendir á, at tað ikki var
langt frá býnum til avrættingar-
staðið. Onkur sigur seg hava talt
fetini frá Antoniaborgini, haðani
Pilatus sendi Jesus til krossfest-
ingina, og út á staðið, sum í dag
verður víst á at vera Golgata. Tey
fetini skulu vera 1.120 í tali.
Sannlíkið fyri, at hetta veru-
liga er staðurin, er avgjørt til
staðar, hóast einki er eftir av tí
býnum, har hesar í evangeliunum
umrøddu hendingar fóru fram.
Tá Titus í árinum 70 eftir
okkara tíðarrokning tók Jerusa-
lem, var eldur settur á templið og
nógvar aðrar bygningar. Og eini
60 ár seinni var aftur galið við
einum uppreistri, sum varð
niðurbardur. Staðurin varð snøgt
sagt ruddaður.
Upp aftur ganga eini 60 ár. Og
nú fer keisarin Hadrian at byggja
sær ein nýggjan bý á toftunum á
gamla Jerusalem.
Á einum heyggi, sum lá stutt
uttan fyri býarmúrin á Heródesar
Jerusalem, lat hann bygja eitt
stór tempul fyri gudinnuni
Venus. Talan kann bert hava
verið um Golgata heyggin, halda
søgufrøðingar. Og her var tað so,
at Helena, móðir Konstantins
keisara, fann ta holuna í klett-
inum, sum søgd verður at vera
Jesu grøv.
Ein samtíðar høvundur,
Eusebius, sigur frá, at Helena
eisini fann krossin í einum
øðrum helli tætt við. Og her varð
so tann fyrsta kirkjan bygd.
Seinni hava so útgrevstar bent
á, at talan við stórum sannlíki er
um tað rætta Golgata.
Fornfrøðingar hava grivið út
múr Nehemiasar og funnið fram
til, hvussu og hvar hann hevur
ligið. Um hesin var múrurin, ið
var kring Jerusalem í rómverja-
tíðini, er vísindaliga prógvið fyri
nágreiniligu støðu Golgata eisini
ávíst.
Men heilt víst kunnu vit ikki
prógva tað, hóast tað er rættiliga
sannlíkt, at staðið, vit nú standa
yvir, og sum goymt er undir eini
tjúkkari glasplátu við holi í, er
tann kletturin, sum krossurin
varð reistur á.
Men vit velja at trúgva, at
hetta er »staðið«
Undir tjúkkari glasplátu hómast kletturin. Toppurin á sjálvum Golgata heyggi. Júst á hesum staðnum, verður sagt,
varð Jesus krossfestur
Mangan hevur ófriður gingið á tey heilagu lond. Og einaferð var tað so
harligt her í Gravkirkjuni, at tapandi parturin mátti taka halan á
hárógvuna og flýggja gjøgnum vindeygað í erva og lata stigan standa eftir.
Hann stendur enn, hóast menn í dag vilja vera við, at hann er skiftur út
nakrar ferðir
Múrurin, sum í aldargamlari tíð var kring Jerusalem, er grivin útaftur. Var
hetta múrurin, sum var kring býin í rómverjatíðini, er ógvuliga sannlíkt, at
staðið, sum í dag verður víst til sum Golgata, veruliga er tað søguliga
avrættingastaðið, har heimsins størsta undur hendi
C
M
Y
K
25
24