leygardagur 14. februar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
"Hví skal djevulin hava allan
tann góða tónleikin?"
Hesi seinnu árini er tað vorðið
alt meir vanligt, at rokkbólkar og
poppstjørnir hava konsertir í
kirkjuni. Og tað er kanska ikki
so løgið, at onkur eg farin at
spyrja, hvar markið gongur, og
um ikki kirkjan er farin at siga
sínum egna boðskapi ímóti við at
lata rokkmentanina sleppa inn
um kirkjugátt.
Hans Eiler Hammer er prestur
í Christianskirkjuni í Klaksvík,
ið javnan er karmur um hesar
nýggju framførslurnar. Vit hava
spurt hann, um kirkjan nú er
farin at kappast við undirhalds-
heimin fyri at tekkjast eini
stokkutari ungdómsmentan.
Fyri tað fyrsta, so hevði tað
verið sera løgið, um ongin fekk
ilt av, at rokktónleikur verður
spældur í kirkjuni, sigur Hans
Eiler. Fyri hvørt einasta nýggja
ljóðførið, ið er komið inn um
kirkjugátt gjøgnum tíðirnar, hava
vit hoyrt ramaskrígg av eini aðari
verð. Fólk vóru minst líka
illgrunasom, tá urgan
kom fyrstu ferð, men hvør kann í
dag ímynda sær eina
gudstænastu í Christianskirkjuni
uttan urgu?
Tónleikur hevur altíð verið ein
partur av kirkjusiðunum so ella
so. Tað veri seg sum sálmasang-
ur, kórsangur ella gospel-
tónleikur. At vit nú eisni taka
rokktónleikin inn um kirkjugátt
er væl bara ein liður í eini gongd,
sum allatíðina broytist. Men vit
vita eisini, at hesin tónleikur ofta
tengir seg at eini mentan, ið ikki
er í tráð við kirkjusiðirnir annars.
Tann partin loyva vit okkum at
lata liggja eftir, tí "Why should
the devil have all the
good music?",
sum onkur
hevur sagt.
Samstundis vildi eg ynskt, at
vit prestar høvdu onkrar felags
reglur ella ásetingar at halda
okkum til, tá tað ræður um, hvar
markið skal setast fyri, hvat og
hvørjum vit skulu loyva í
kirkjuni. Sum er, er tað upp til
hvønn einstakan prest at taka
støðu til, hvat kirkjurúmið skal
brúkast til. Men um eg ikki haldi
nakað tala beinleiðis ímóti, at
kirkjan hýsir eini ávísari konsert,
so haldi eg meg heldur ikki hava
nóg góða grund til at nokta tí.
Hvør hevur ein tupulleika?
Tú kanst kalla ung-
dómsmentanina
stokkuta ella
óstøðuga,
men hon er so teirra. Og góð-
tekur tú ikki tað, kanst tú ikki
vænta, at tey góðtaka tað, tú
stendur fyri, sigur Hans Eiler. At
loyva rokkkonsertum í kirkjuni
er heldur ein ásannan av, at ein
stórur partur av okkara ungdómi
reikar húsvillur runt frá eini
konsert til aðra, uttan at finna
tað, hann leitar eftir. Tá kristnir
rokkbólkar eru vorðnir so væl
umtóktir, er tað tí tey ungu kenna
seg aftur í mátanum, teir boða
gleðiboðskapin. Tað eru vit
hálvgomlu, sum halda Gud og
rokktónleik vera eina ivasama
samanseting. Ikki tey ungu. Tað
sum vit fata sum ein trupulleika,
síggja tey sum ein møguleika
fyri at gera kristinbosðskapin til
ein part av teirra gerandisdegi -
og tað má vera har, hann hoyrir
heima, sigur Hans Eiler.
Annars er tað at siga, at hatta
við lóðførum í Gud húsi, als ikki
er nakað nýtt. Í einum av Dávids
sálmum verða ein ørgrynna av
ljóðførum umrødd í samband við
ísraelsku gudstænastuna, har
Dávid eisini sigur: "Nýtið hetta,
til at lovprísa Harranum við!"
Hann hevði uttan iva bert rist við
høvdinum, um hann frætti um
tann trupulleika, vit hava gjørt
hetta til.
Málið halgar mátan
Hans Eiler hevur ongantíð
rættiliga skilt, hví summi fólk
hava so nógv ímóti, at man
klappar í kirkjuni. Tá vit klappa,
er tað jú í grundini bara ein ein
máti at vísa, at vit eru glað
um og nøgd við tað vit
hava hoyrt, sigur hann.
Í sunnudagsskúl-
anum er tað
heilt vanligt at børnini klappa,
trampa og gera tekin til
sangirnar. Hvussu forklára vit
teimum tá teimum ungu, at tað,
tey hava lært sum børn, knapp-
liga ikki er lov longur, ja bein-
leiðis forboðið? Tað hongur jú
ikki saman. Tað mátti heldur
verið ein av allarfremstu upp-
gávunum hjá kirkjuni at skapa
ein samanhang millum tað anda-
liga lívið og tað lívið, vanlig fólk
liva.
Fyri stuttum luttók bólkurin I
am á eini konsert í Christians-
kirkjuni. Eg ivist ikki í, at teir
náddu tey ungu á ein heilt annan
hátt, enn ein prædika ella nakar
sálmur hevði gjørt, men boð-
skapurin var tann sami. Og tað er
júst hatta, sum er kjarnin í
hesum kjakinum. Fyri at varveita
tað óbroytiliga í kristinboðskap-
inum, mást tú broyta mátan, tú
ber hann víðari. Orðini tey
brúktu fyri 500 árum síðani
høvdu verið
meiningsleys
fyri
okkum
í dag,
ikki
bara tí
málið
hevur
broytt
seg, men
eisini tí
alt okkara
6
Sosialurin Nr. 31 - 14. februar 2004
Kirkjan er ikki
ein lufttættur klivi
Øll eru neyvan líka fegin um, at kirkjan er farin at hýsa rokkbólkum og
lova fólki at klappa. Men skal kristni boðskapurin yvirliva, má kirkjan
duga at bera hann víðari í tráð við tíðina, vit liva í. Hetta er ikki eitt val,
men ein treyt, sigur Hans Eiler Hammer, prestur í Klaksvík
Hans Eiler
Hammer,
prestur í
Christians-
kirkjuni í
Klaksvík
Sosialurin Nr. 31 - 14. februar 2004
7
fatanarstøðið er eitt heilt annað.
Ein nýorðing av kristna
boðskapinum er sostatt ikki eitt
val, men ein treyt fyri at boð-
skapurin verður verðandi tann
sami, sum han var fyri meir enn
2000 árum síðani. Tað har,
størsta avbjóðingin hjá kirkjuni
liggur í dag, sigur Hans Eiler.
Prestur skal vera ’cool’.
Hans Eiler fortelur, at herfyri
gramdi ein mamma seg um, at
sonur hennara setti uppá at vilja
fermast hjá einum ávísum presti,
tí hesini var nógv meir ’cool’ enn
hann, sum eftir ætlan skuldi
ferma drongin. Sjálvandi haldi
eg ikki, at vit prestar skulu fara
at kappast um, hvør kann vera
mest cool. Men tú kanst ikki
bara venda deyva oyra til, tá
konfirmantar huffa og puffa, tí
kirkjan er so moðin og sálmarnir
og kirkjusiðirnir so ræstir.
Tað er ongin loyna, at mínir
konfirmantar fáa eina øðrvísi
frálæru enn hjá prestum flest. Eg
byggi mína frálæru á Bíbliuna,
men tá eg skal bera hana víðari
koyri eg gudfrøðina í reyva-
lumman og taki útgangsstøði í
heiminum, konfirmantarnir eru í
her og nú. Skalt tú til dømis
greiða teimum, frá hvat ein
avgudur er, nyttar tað lítið at
koma við eini frágreiðing um
gullkálvin. Nýt eina poppstjørnu
sum dømi, og tey vita beinan-
vegin, hvat tú tosar um. Og
soleiðis er tað allanvegin
ígjøgnum.
Eg vil fegin koma burtur frá tí
tíðini, tá konfirmatiónin var ein
próvtøka í uttanatslæru og tey
ungu vóru bebbarødd fyri at
dumpa. Mínir konfirmantar
skulu kunna minnast hesa tíðina
við gleði, har tey høvdu tað
hugnaligt og stuttligt saman við
presti.
Nýggjur prestaleiklutur.
Um kirkjan ynskir, at gerast ein
partur av gerandislívinum hjá
fólki, má prestur eisini vera
sinnaður á átaka sær ein nýggjan
prestaleiklut - leiklutin sum ’ein
prestur av fólkinum’, um tú vil,
sigur Hans Eiler. Tað merkir fyri
tað fyrsta, at prestur má liva í tí
samfelagnum, hann er partur av
og ikki uppiyvir tí. Tá eg fari at
vitja "neystamennirnar" í Klaks-
vík at fáa mær eitt prát meðan
teir fáa sær eina øl, komi eg ikki
spákandi í prestakjóla og byrji at
prædika. Eg vil heldur møta
fólki, har tey eru, enn har, onkur
annar heldur, at tey áttu at verið.
Tað lættasta hevði sjálvandi
verið, um tú sveimaði onkustaðni
haruppi og slapp frá at taka
støðu til nakað sum helst. Men
prestur er ikki friðhalgaður
longur og kirkjan livir ikki í
einum lufttøttum kliva - hon
yvirlivir í hvussu er ikki í
honum.
Gudstænastan er
hornasteinurin
Eg dugi sum sagt ikki at síggja
nakra andsøgn í, at kirkjan er
karmur um siðbundnu gudstæn-
astuna sunnumorgun og aðrar
tíðir letur dyrnar upp fyri
framførðslum og meir lívligum
tónleiki. Men eg haldi ikki, at
hesi bæði skulu blandast saman.
Hvørt til sína tíð, heldur Hans
Eiler.
Gudstænastan er framvegis
hornasteinurin í kirkjuvirksem-
inum. Og eg verði ikki tann, sum
fari at broyta tann siðin bert fyri
at broyta hann. Ongin kemur í
kirkju sunnumorgun fyri at lata
seg undirhalda og sleppa at
klappa. Undirhaldi fáa vit nóg
mikið av, hinar dagarnar í vikuni.
Fólk koma til gudstænastu fyri at
hoyra og søkja sær stimbur í
Guds orði og kenna friðin, ið
altíð setur sín dám á løtuna.
Og eg trúgvi nettupp, at vit
modernaðu menniskju hava brúk
fyri hornasteinum sum guds-
tænastuna sum mótvekt til tað
ofta óstøðuga og stressaða lívið,
vit annars liva. Kirkjan er kanska
tað einasta staðið, vit hava eftir,
sum letur okkum síggja okkum
sjálvi og okkara lív í einum
størri høpi. Eitt stað, sum vísir
okkum, at tað hóast alt er ein
størri samanhangur onkustaðni,
sum hvør einstakur av okkum er
ein liður í.
www.cyberkirke.dk
Í kirkju á alnótini
"Vælkomin í cyberkirkjuna hjá
fólkakirkjuni!
Fyri túsund árum síðani
byrjaðu vit at byggja eina kirkju
í hvørjari sókn. Í dag eru vit í
ferð við at byggja eina kirkju í
cyberspace …"
Soleiðis bjóðar ein teldurødd
tær vælkomnan í kirkju - á
alnótini. Her er opið alt døgnið,
allar dagar í árinum. Og tær
nýtist ikki at pynta teg ella biðja
børnini tiga, tí ongin sær ella
hoyrir tykkum.
Cyberkirkjan er eit heilt nýtt
átak, sum danska fólkakirkjan
hevur tikið stig til. Í løtuni
hendir ikki so nógv í cyber-
kirkjuni, tí hon er ikki heilt liðug
enn. Men einaferð í summar fáa
vit øll gleði av henni - kanska
serliga tey, sum ikki vanliga
ganga í kirkju, sigur Poul Bo
Sørensen, sóknarprestur og eina
av stigtakarnum til cyberkirkj-
una.
Tað er uppgávan hjá kirkjuni at
vera til staðar, tá tað er brúk fyri
tí. Hetta er ikki ein óverulig
framtíð, hetta er ein máti at rúma
kristindóminum í gerandis-
lívinum, sigur hann.
Heimasíðan skal ikki bara upp-
lýsa um kirkjuna, men í sær
sjálvum vera eitt kirkjuligt rúm,
har tað tú sært, spælir ein stóran
leiklut. Tann vitjandi skal kenna
og síggja, at hann er komin inn í
eina kirkju. Tað fyrsta tú sært er
kirkjutorgi og harfrá kanst tú so
við músini fara víðari til tey
ymsu rúmini í kirkjuni - dóps-
rúmið, konfirmatiónsrúmið,
jarðarferðarrúmið ella tað serliga
kirkjubókasavnið. Gongur tú til
dømis í giftitonkum, mást tú
sjálvsagt fara inn í Brúdleyps-
rúmið, tí har fær tú alt at vita um
gamlar siðir og røttu manna-
gongdina undir brúðarvígsluni.
Og skuldi tú ivast, fortelur ein
rødd tær eisini, hvat tað í
grundini vil siga at vera giftur.
Hevur tú brúk fyri at tosa við
prest, klikkir tú bara á opnu
kirkjuhurðina.Væntandi fara
einir 50 prestar at skiftast um at
sita til reiðar á skýggjanum, og
tú kanst seta teg í samband við
teir gjøgnum teldupost, chat ella
telefon.
Men ætlaninar hjá cyberkirkj-
uni steðga ikki her. So skjótt tað
tøkniliga er komið uppá pláss,
kanst tú eisini fara til gudstæn-
astu sunnumorgun bert við at
tendra telduna og klikkja á
www.cyberkirke.dk
Kelda: Kristeligt Dagblad og
www.cyberkirke.dk
I AM er ein av bólkunum, sum hevur spælt í Christianskirkjuni
C
M
Y
K
27
26