Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 31 - 14. februar 2004 9 8 Sosialurin Nr. 31 - 14. februar 2004 ALHEIMS FRÁHALDSSTEVNA Jan Müller Nakað herfyri var alheimsráð- stevna hjá avhaldsrørsluni betri kent undir heitinum IOGT, hildin í Eastbourne í Suðuronglandi. Umboð fyri føroyska IOGT luttók. Tað var Jákup Linden- skov, fyrrverandi landsstýris- maður og føroyski umboðsmað- urin í altjóða avhaldsfelagsskap- inum. Á fundinum vórðu framtíðar ætlanir viðgjørdar og eisini varð tosað um at broyta sjálvt navnið IOGT í ásannanini av, at nútíðin mangan hevur ilt við at sameina seg við heiti, sum hava verið brúkt í øldir. Í hesum viðfangi var ikki meiriluti fyri at gera nakra broyting. Tað væntaðu tvær atkvøður í. Eitt annað evni, sum var nógv frammi, var at samskipa felags- skapin munandi meira enn higartil og geva rúm fyri felags- skapum, sum hava við áhugamál, ið fráhaldsrørslan stendur fyri ella hevur staðið fyri, at gera. Hetta í ásannanini av, at tann gamla skipanin ikki hevur megn- að at liva upp til broytingarnar í samfeløgunum. Annað mál var alheims virk- semi, sum bæði er í kristnum og muslimskum londum og um hvussu virksemið á bestan hátt kann fyriskipast, og hvussu ein felags málsetningur kann fyri- skipast. Dagsins stóru mál eru fram- vegis tann stóra nýtslan av rús- drekka og øðrum rúsevnum. Framvegis er tað rúsdrekka- ovurnýtslan, sum er tað stóra altdominerandi vandamálið. Fleiri av londunum í alheims- felagsskapunum hava serliga lagt seg eftir at gera eitt sosialt arbeiði í menningarlondunum, og her eru serliga Norðurlond rættiliga frammaliga, Svøríki og Noregi, sum gera eitt megnar arbeiði í afrikonskum londum og í fjareysturi. Virksemið, sum tók seg upp í Norðurlondum, har tað serliga festi røtur og hevur vaksið í hálva aðru øld, hevur ikki ta undirtøkuna í dag sum tað hevur havt, hóast virksemið framvegis er rættiliga stórt nógva staðni serliga í Norðurlondum. Hetta var eisini til umrøðu á stevnuni og m.a. varð tosað um orsøkina til hesa gongd. Á stevnuni í Onglandi vóru meira enn 160 tjóðir úr øllum heimspørtum umboðaðar. So kann ein seta spurningin, hví lítlu Føroyar eru við millum onnur lond. Og her kunna orsøkirnar vera ymiskar, eitt er felags fyri alla mannaættina og tað eru hugtøkini m.a. um tey viðurskifti, sum hesir felags- Føroyingar við á alheims fráhaldsstevnu skapir seta sum tað størsta teir standa fyri. Tað hevur stóran týdning at hitta fólk úr ymiskum sam- feløgum, at hoyra um teirra virkishættir og møguleikar og úrslit , tá tað snýr seg um at fremja avhald. Søgan Tað var longu í 1878, at føroy- ingar tóku seg saman og stovn- aðu avhaldsfeløg. Og hetta var fyrsta felag av sínum slag í kongaríkinum, nevnt Thorshavns Total Afholdsforening (Havnar Avhaldsfelag), sum varð stovnað 20. oktober 1878. Jákup Lindenskov hevur verið við í fráhaldsrørsluni frá ungum árum av og hevur sjálvsagt tikið lut í felagsarbeiðinum á øllum stigum, bæði lokalum og lands- plani. Á yngri árum var hann sera virkin í ungmanna- felagsarbeiðinum, sum hevði sítt støði í felagsshúsinum á Ting- húsvegnum. Har var stórt ungmannafelagsvirksemi av øllum handa slag og samtíðis hevði rørslan blaðútgávu í nógv ár, har hann eisini var sera virkin. Hann var við at stovna ungdómsfelagið, Kyndil, sum hevur verið eitt tað fremsta hondbóltsfelagið í Føroyum. Fyrr í fimtiárunum var hann eisini sera virkin í felags- arbeiðnum í Keypmannahavn, har ein føroysk ungmannadeild var virkin og helt til í felags- shúsunum hjá IOGT, Sveasvej í Keypmannahavn. Hetta felagið var virkið fram til sekstiárini. Í sekstiáruinum var eitt sang- kór virkið í Losjuhúsunum á Tinghúsvegnum, sum Gunnar Mikkelsen stjórnaði. Ein rættiliga týðandi táttur tey árini í 50 og 60–unum var útgávan av blaðnum Glaðustrok, har ein stórur partur varð gjørdur av limunum, tí blaðið var fyri stóran part framleitt í felags- shúsinum, t.d var perman altíð í litum, sum var silkjuprent. Hetta arbeiðið var gjørt av limunum. Eitt var at fáa tað neyva tilfarið, at blaðið kundi koma út regluliga. Men eisini tað at framleiða tað lidna eintakið var ein partur av felagsarbeiðinum hjá felagnum. Áðrenn blaðið var prentað sum ávís var alt uttan prentingin gjørd av limunum. Blaðið hevði umslag prentað í litum, nevnt silkiprent, øll henda tilgerð var gjørd av limunum, somuleiðis falsing og hefting av blaðnum. Hetta arbeiði tók eitt heilt kvøld einaferð um mánaðin. Og tað stóð ikki á at fáa limirnar at koma til hetta arbeiði. Sam- stundis var hetta eisini eitt gott ískoyti í tí fjølbroytta felags- arbeiðinum. Jákup Lindenskov saman við íslendska umboðnum, Gunnar Thorlaukson og afrikanskum umboði Nývalda leiðslan fyri IOGT International. Í miðjuni forsetin sviin Svend Olov Carlson Jákup Lindenskov á alheims umboðsfundinum Eisini vóru rættilig umboð úr Skotlandi, sum eisini sýndu fram kynstrini í sekkjapípu og skotskum dansi Millum tey mongu umboðini vóru fleiri frá teimum afrikonsku londunum sum henda myndin eisini sýnir The Cavendish Hotel, eitt av kendu frítíðarhotellunum í Eastbourne var karmurin um ráðstevnuna IOGT felagsskapurin hevur meira enn 135 ár á baki C M Y K 29 28