Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 31 - 14. februar 2004 Annar partur TJÓÐSKAPARLIG FYLKING EFTIR AT at annar heimsbardagi var av, og meðan Mohammad Reza, annar shahurin av Pahlavi- ættini (og til í dag seinasti shahur í Iran) enn var ungur og óroyndur, reistist ein nýggj fólkaræðislig bylgja í Iran. Tingið var farið aftur at virka, politiskir flokkar vórðu settir á stovn, blaðútgáva blómaði, ein arbeiðararørsla gjørdi vart við seg, og sum mong onnur til- afturskomin lond hevði Iran nú fingið eitt nýtt ættarlið av mentafólkum og andsmennum. Um hetta mundið høvdu bretar valt at gera tann unga shahin til skutilsvein sín. Tá ið tjóðartingið ikki vildi lóggeva, sum hann og bretar vildu, royndi hann við mutri, valsviki og á annan óreiðiligan hátt at fáa valt eitt ting, sum var honum lýðið. Av hesum stóðst harmur og øsing, so at Mohammad Reza at enda mátti lúta og skriva út val av nýggjum. Hesin sigur gav tí demokrat- isku rørsluni í Iran nýtt treysti. Í 1949 var, sum ein avleiðing, ein fylking skipað, sett saman av politiskum flokkum, fakfeløgum, borgarabólkum og øðrum felags- skapum. Fylkingin setti sær sum mál at styrkja fólkaræðið og at minka um tað útlendska valdið í Iran. Til formann valdi fylkingin ein 67 ára gamlan løgfrøðing, hvørs navn um hetta mundið var gitið um alt Iran, og sum við sínum politiska umdømi, sínum moralska støðufesti og síni djørvu politisku stevnu bar av øllum sínum landsmonnum. Hesin maður æt Mohammad Mossadegh. Við Mossadegh fekk fólka- ræðið, í strangari, vesturlendsk- ari merking - ikki bara í Iran, men í øllum tí islamska heimin- um - sítt kanska fyrsta mæta umboð og sín fyrsta gylta møgu- leika. EIN HØVISKUR UNGLINGI MOHAMMAD MOSSADEGH varð føddur tann 19. mai 1882. Hann var, bæði um hugsað verður um ætt, uppvøkstur og útbúgving, sum skaptur til at fáa ein týðandi leiklut í søguni hjá sínum landi. Mamma hansara var ein fúrstinna av Qajar-fólkinum, og hennara ætt hevði fostrað m.a. landshøvdingar, ráðharrar og sendimenn. Pápin var av tí høgt metta Ashtiani ættarbólkinum og hevði í meira enn tjúgu ár tænt undir Nasir al-Din shahi sum fíggjarmálaráðharri. Mossadegh fekk blaðungur undirvísing í fíggjarfrøði, og longu 16 ára gamal fekk hann sítt fyrsta starv - sum ovasti skattgrannskoðari í landspartin- um Khorasan. Takkað veri hesum embæti fekk hann ikki bara kunnleika til torgreidd og fløkt almenn fíggjarviðurskiftir, men eisini innlit í tann rotinskap og ruðuleika, sum tærdu burtur valdið hjá Qajar kongsættini. Ein gestur gevur honum í síni dag- bók hetta skoðsmál: Millum vitugar og lærdar menn kundi eingin borið seg við meiri kurteisi. Hann talar, ber seg og fer við fólki við virðing, eyðmýkt og sóma, uttan tó at lækka sín egna dugnaskap og sína egnu tign. Kann henda, at hann onkuntíð hevur víst sínum starvsbrøðrum, teirra millum høgum embætismonnum og fíggjarmálaráðharrum, ein feril av vanvirðing, men í síni medferð mótvegis øðrum hevur hann víst heitan menniskjans- ligan tokka, høviska atferð og hógv. Eingin ivi er um, at ein so dugandi drongur einaferð verður mikil maður. Tíðliga búgvin sum hann var, tykist Mossadegh longu blað- ungur at hava fingið áhuga fyri iranskum politikki. Hann var átta ár, tá ið tubbaksuppreisturin - tað fyrsta mótmælið móti teirri rotnu Qajar absolutismuni - gjørdi hol í sjógvin. Mangir av hansara skyldmonnum tóku lut í kollvelt- ingini 1906, sum hevði við sær, at Iran fekk eina stýrisskipan og eitt tjóðarting. Sjálvur var Mossadegh longu tá valdur inn í Majlis sum valevni fyri Isfahan, men vegna aldur slapp hann ikki inn á ting. DOKTARI Í LØGFRØÐI SEINNI LEITAÐI Mossadegh til Europa at fáa sær økta útbúgv- ing. Hann las við lærdar háskúlar, fyrst á L´Ecole des Sciences Politiques í París og seinni á lærda háskúlanum í Neuchâtel í Sveits, har hann í 1914 vann sær doktaraheiti í løgfrøði. Komin heimaftur til Iran virk- aði hann eitt skifti á Løgfrøði- og Stjórnmálaskúlanum í Tehe- ran - landsins fyrsta modernaða lærda háskúla. Í bókini Iran og uppgávuavtalurnar skrivaði hann, at Iran einans kundi fáa eina europeiska løgfrøðiliga og politiska skipan, um landið tók eitt avgerandi stig. Landið mátti tryggja, at lógin var galdandi fyri øll, eisini útlendingar, og at eingin fekk sersømdir. Sum vit minnast, var Reza, tann harðbalni reiðmaðurin úr Alborz-fjøllum, frá 1921 (um vit síggja burtur frá bretum) tann veruligi valdsharrin í Iran. Hesi fyrstu árini røkti Mossadegh ymisk størv í hansara stjórn og var m.a. eitt skifti fíggjarmála- ráðharri, eitt skifti landshøvd- ingur í Azerbajdzjàn og eina stutta tíð uttanríkisráðharri. Tá ið tað bleiv honum greitt, at Reza hvørki var demokratur og enn minni megnaði at gera seg leysan av enskum yvirvaldi, fór Mossadegh úr stjórnini. Hann fór nú upp í politikk og var í 1924 valdur inn í Majlis, tjóðartingið. FÓLKSINS MAÐUR HESAR POLITISKU og fyri- sitingarligu royndir góvu Mossadegh djúpan kunnleika til tað iranska samfelagið, fólksins muru og landsins politisku skipan. Hann skilti nú til fulnar, hvussu tilafturskomið og niður- smokkað landið var, og hann bleiv sannførdur um, at orsøkin var at finna í ránslyndinum hjá landsins valdsharrum. Hóast Mossadegh sjávur var av aðalsætt, hevði hann merkis- verdar empatiskar gávur, evni til við talu og medferð at koma í samband við tann meiniga iranaran. Hann gjørdist ongantíð partur av tí iransku yvirstættini, tvørturímóti, hansara krav um, at lógin var yvir høgum sum lágum og ríkum sum fátækum hevði við sær, at múgvandi iranar mettu hann at vera stættarfígginda. Stephen Kinzer lýsir hansara útsjónd og medferð soleiðis: Mossadegh var í útsjónd sum í lyndi púra ólíkur øllum øðrum. Hann var hávaksin, men samstundis sligin í herðunum, sum bar hann eina tunga byrðu, og hann minti tí mest um ein dømdan mann, sum sinniliga gongur til avrættingarstaðið. Andlitið var langt, eyguni syrgin og nøsin so long og framskotin, at fíggindar hansara viðhvørt líknaðu hana við eitt gammanev. Húðin var tunn og hvít sum kálk ... Í viti og útbúgving skaraði hann fram um at kalla allar sínar landsmenn. Hetta verður í nøkrum londum hildið at vera ein vansi, men ikki í Iran, har tey, sum ikki liva hugans lív, altíð hava hávirt tey, sum gera tað. ÍMÓTI SVIKI OG ROTINSKAPI SERSTAKLIGA Í einum luti var Mossadegh ólíkur sínum lands- monnum, politikarum sum embætismonnum. Hann var reiðiligur inn at beini, og hann fýrdi ikki fyri, eitt nú sum grann- skoðari, ráðharri ella landshøvd- ingur, ferð eftir ferð at avdúka rotinskap og svik. Hetta hevði við sær, at mong ræddust hann og uppaftur fleiri elskaðu hann. Hetta hevði eisini ta avleiðing, at hansara embætistíð mangan bleiv stutt, og at hann ikki altíð troystaði sær at taka av teimum mongu politisku tilboðum, hann fekk. Tá ið Reza í 1926 fekk yvirtalað tjóðartingið í Iran til at krýna seg til shah, var Mossa- degh harmur og forfardur. Ein KVETTIÐ MÓTI MOSSADEGH Mossadegh á brúnna Mohammad Mossadegh, forsætisráðharri í Iran, læt í 1951 Anglo-Iranian tjóðartaka. Hann bleiv av hesum hetja í sínum landi – og bretskur hatifuglur Sosialurin Nr. 31 - 14. februar 2004 11 slík afturvendan til kongsveldi, sum samstundis læt upp fyri eini afturvendan til eitt nýtt einaveldi, var beint ímóti hansara prinsipi- ellu sannføring og politisku stevnu. Sniðfundigur sum hann var, royndi tann nýggi Reza Pahlavi shahur fleiri ferðir at lokka Mossadegh at taka við týðandi embætum, og m.a. fekk hann eisini tilboð at gerast forsætis- ráðharri. Men Mossadegh bar seg hvørja ferð undan. Sum frá leið gjørdist stýrið hjá Reza shahi meira og meira harðrent, tingið misti umdømi og ávirkan, og tað hendi, at ólýdnir politikarar vórðu fyribeindir. Mossadegh flutti nú út á sín bóndagarð í Ahmad Abad, einar 100 kilometrar vestan fyri Teheran, har hann las, granskaði og fekst við royndarlandbúnað. Sum árini liðu, og valdið hjá Reza shahi vaks, fór navnið hjá Mossadegh í gloymsku. Mangur irani helt, at hansara møguleiki var farin. Tað helt hann eisini sjálvur. FÓLKARÆÐI OG FRÆLSI SUM POLITIKARI hevði Mossadegh havt tvey høvuðsmál. Í fyrsta lagi vildi hann virka fyri, at Iran gjørdist eitt fólkaræði, har tjóðartingið var ovasta vald, og har øll, eisini mætastu og ríkastu menn, máttu akta lógina. Fyri- myndin var Ongland, har kirkja, aðal og borgarar longu í 1215 á Runnimede høvdu noytt Jóhann Landleysa at ganga undir Magna Carta, og sum sostatt varð mett at vera fólkaræðisins vøgga í Europa. Seinna stavnhaldið hjá Mossa- degh var at reka alt útlendskt vald úr Iran. Hetta høvuðsmál var tengt at teirri sannføring, at Bretland - við Anglo-Iranian Oil Company sum slúsu - í ein mansaldur hevði eyðrænt Iran. Mossadegh helt ta bretsku stýrisskipanina vera fyrimyndar- liga, og hann hávirdi enska siðmenning. Men royndir høvdu lært hann, at bretar í sínum "samstarvi" við eitt nú iranar vóru ránskendir og óálítandi. Í hesum sambandi kunnu vit minna á ta avtalu, sum Bretland í 1919 hevði gjørt við Ahmad shah, tann seinasta kongin av Qajar-ættini. Hesin sáttmálin - The Anglo-Persian Agreement, sum Curzon lordur, ið tá var enskur uttanríkisráðharri, hevði orðað - var í grundini ikki ein avtala millum javnlíkar, men eitt krav, smoygt niður yvir tann veika Ahmad og hansara stýri. Bretland hevði við mutri fingið iranskar samráðingarmenn at góðtaka sáttmálan. Avtalan hevði við sær, at Ong- land fekk fult ræði á herinum, pengakassanum og samferðsluni í Iran. Fyri at tryggja sær fult vald, tvingaði Bretland landið at ganga undir krígsstøðu og stýrdi Iran við kravboðum. TUDEH TÍÐARSKEIÐIÐ EFTIR annan heimsbardaga - tá ið Mossadegh legði upp í aftur iranskan politikk - bar sum nevnt við sær eina dygga menning í tí politiska lívinum í Iran. Nú tann gamli shahurin var farin í søguna, og Teir Sameindu, sum undir kríg- num høvdu hersett stóran part av landinum, vóru avstaðfarnir, kendist tað, sum ein nýggj frælsisøld var upprunnin. Tað var mongum greitt, at Teir Sameindu høvdu vunnið bar- dagan við iranskari olju, men at Iran samstundis var sokkið niður í uppaftur størri armóð. Mis- nøgdin var stór, og tey prinsipi- ellu sjónarmiðini hvestust dag frá degi. Um hetta mundið høvdu ser- liga tveir leikarar fingið týdning í iranskum politikki. Annar var Tudeh, arbeiðaraflokkurin, sum var stovnaður í 1942, og sum seinni átti sín lut í, at lógir, ið ásettu t.d. 48 tíma viku og minstuløn, vórðu samtyktar. Men longu í 1944 fekk tann kommun- istiska, prosovjetska deildin í Tudeh tamarhald á flokkinum. Á henda hátt vaks óttin fyri, at Iran kundi koma undir sovjetskt vald. Minst líka so stóran týdn- ing hevði tað, at Tudeh ivaleyst kundi brúkast sum undanførsla fyri møguligum atgerðum móti Iran vestanífrá. Sum tað kalda kríggið tók seg upp, fekk Iran vaksandi týdning sum finna í heimsins politisku og hernaðarligu telving. KASHANI OG KHOMEINI HIN LEIKARIN var tann islamsla trúarrørslan. Millum teir trúarleiðarar, sum hesa tíðina gjørdu vart við seg, var Alboqasem Kashani ajatolla, ið var tiltikin minni sum gudfrøði- ngur enn sum fólkaøsari. Hóast Kashani hataði vesturlendska siðmenning og frælsishugsan, og hóast hann bara kundi góðtaka verðsliga lóg, um hon sam- svaraði við islamska sharia- lóggávu, valdi hann eitt skifti av taktiskum grundum at samstarva við Mossadegh. Ein annar ajatolla, Ruhollah Khomeini - hvørs navn tríati ár seinni fór um allan heimin - vísti hinvegin frá sær alt samstarv við politikarar, ið sum Mossadegh bygdu á demokratiskt grundarlag og europeiska mentan. Sostatt var Iran eftir kríggið statt á einum vegamóti, har tríggjar framtíðar høvuðsbreytir sóust: kommunisma (við møguleikanum fyri, at landið bleiv sovjetskt tegnríki), islamsk fundamentalisma og - í triðja lagi - fólkaræði í vesturlendskari merking. ÍSKOYTISSÁTTMÁLIN SUM IRAN búnaðist politiskt, skerptust mótsetningarnir til Anglo-Iranian. Høvuðsmálið í tvídráttinum var tilboð um eina nýggja avtalu, sum bretar settu fram, eftir at arbeiðarar í Abadan í 1946 í síni neyð gjørdu verk- fall. Tann nýggja avtalan - nevnd The Supplemental Agreement, t.e. Ískoytissáttmálin - fór at hava nøkur verulig framstig við sær, eitt nú eitt minstamark fyri avgjaldi til Iran og eina avmarking av boriøkinum. Men bretar sýttu framvegis fyri, at iranar skuldu sleppa at grannskoða roknskapin hjá Anglo-Iranian. Og teir vildu heldur ikki ganga við til eitt býtislutfall upp á 50-50. Nevnt kann verða í hesum sambandi, at Anglo-Iranian í 1947 hevði ein nettovinning upp á 40 milliónir pund. Av hesi upphædd fekk Iran 7 milliónir pund. Strámaðurin hjá bretum hesi árini var, sum longu nevnt, tann ungi, veiki Mohammad Reza shahur. Við hansara hjálp eydn- aðist teimum ferð eftir ferð at fáa sett forsætisráðharrar, sum ar- beiddu fyri bretskum áhugamál- um. Sum mótsetningarnir millum Iran og Anglo-Iranian hvestust, og sum tað politiska lívið bleiv meira gjálvut, var tað bretum greitt, at teir høvdu brúk fyri einum sterkum skutilsveini. Valið fall á tann dugnaliga herovastan Ali Razmara, ið samstundis bæði var kendur sum harðsintur og óreiðiligur. HUGSKOTIÐ UM TJÓÐARTØKU TJÓÐARTINGIÐ HEVÐI sett eina sokallaða oljunevnd, við Mossadegh sum formanni, til at viðgera ískoytissáttmálan. Iva- leyst høvdu báðir partar sína ábyrgd av, at gjógvin millum Iran og Bretland nú bara vaks. Mossadegh var sum nevnt ikki pragmatikari. Hinvegin vóru bretar framvegis út av lagi stívrendir og hugmóðigir. Tann 25. november 1950 vrakaði nevndin sáttmálan. Um hetta mundið var greitt, at nakrir iranskir politikarar, teirra millum fyrst og fremst Mossadegh, høvdu tað sjónarmið, at Iran skuldi tjóðartaka sína olju. Ein mána seinni, seinast í desember 1950, frættist til Teheran, at tað amerikanska ARAMCO hevði gjørt nýggjan sáttmála við Saudiarabia, har vinningsbýtið var 50-50. Bretski sendiharrin í Iran Francis Shep- herd skundaði sær, í fjarriti til London, at ráða bretum til at bjóða Iran somu treytir. Men hvørki uttanríkisráðið ella Anglo-Iranian vildi lurta eftir hesum ráðum. MOSSADEGH FORSÆTIS- RÁÐHARRI NÚ KOM ein stórhending aðrari á baki. Tann 8. mars 1951 var Ali Razmara, forsætisráðharri, skotin, tá hann var og fylgdi líki. Tað er framvegis ógreitt, hvør stóð aftan fyri morðið. Dagin eftir mælti oljunevndin einmælt til, at Majlis skuldi tjóðartaka Anglo-Iranian Oil Company. Og tann 15. mars kom tingið saman at atkvøða um uppskotið hjá oljunevndini. Allir 96 tinglim- irnir, sum møttu, atkvøddu fyri tjóðartøku. Bretar, sum higartil høvdu roynt at farið fram við snildum, fóru nú undir at hótta Iran. Teir sendu krígsskip til Abadan. Samstundis góvu teir shahinum boð um at senda tingið heim og tilnevna tann gamla Sayyed Zia, sum ein mansaldur framman- undan hevði hjálpt faðir hansara fram at valdinum, til forsætis- ráðharra. Men uppskotið um at velja Sayyed Zia kom ongantíð til atkvøðugreiðslu. Á fundinum í Majlis reistist Jamal Emami, ein afturhalds- sinnaður tinglimur, sum var løntur av bretum. Hann gav Mossadegh eina skortfleingju, legði hann undir at leggja landið lamið við sínum grenji og helt fyri, at hann, tann evindaligi fíligranin, kundi bara sjálvur roynt seg sum forsætisráðharri. Eina løtu var deyðatøgn í ting- inum. So fór Mossadegh á føtur, takkaði fyri heiðurin og boðaði frá, at hann í mestu eyðmýkt tók av tilboðnum. Tinglimirnir blivu fyrst steinbilsnir, so var alt tingið ein meldurglaða av rómi og málageipan. Skotið varð upp at velja Mossadegh til forsætisráð- harra. Hann varð valdur við 79 atkvøðum móti tveimum. AVBJÓÐINGIN MOSSADEGH BOÐAÐI nú frá, at hann einans vildi taka við sum forsætisráðharri við teirri treyt, at tingið - Majlis - vildi sam- tykkja eina lóg, hann longu hevði fyrireikað og orðað, og sum ásetti, at Iran tjóðartók Anglo-Iranian Oil Company. Lógin ásetti somuleiðis, at ein tingnevnd skuldi grannskoða roknskapin hjá Anglo-Iranian, meta um endurgjaldskrøvini hjá báðum pørtum, senda iranar til útheimin at læra at dríva olju- ídnað og orða eina reglugerð fyri einum nýggjum iranskum ríkis- oljufelag. Lógin var sama dag einmælt samtykt av tjóðar- tinginum. Við hesi samtykt hevði tjóðar- tingið í Iran, við Mohammad Mossadegh á odda, bjóðað heimsins sterkasta hjálandaveldi av. Men dysturin, ið nú skuldi vera, snúði seg ikki bara um eitt niðurundirkomið hjáland og tann ríka og andbráða húsbónda, sum so leingi hevði livað av hesum sama landi. Tí Mossadegh um- boðaði, við sínum strongu, demokratisku sjónarmiðum og sínum tokka til europeiska siðmenning, eina dimmalætting í Miðeystri - sum bæði stóð í andsøgn til Stalin og Khomeini, til kommunistiskt og islamskt einaræði. Mohammad Reza tók við sum shahur í 1941, eftir at faðirin var frákoyrdur. Hann samstarvaði við bretar og kundi ikki torga tann frákoyrda Mossadegh C M Y K 31 30