Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 14. februar 2004 33 12 Sosialurin Nr. 31 - 14. februar 2004 Tá desember byrjar er tað bara einvegis ferðsla úr pengapunginum. Somuleiðis í januar, tá stóra útsølan byrjar, og tey flestu ynskja at ogna sær eitthvørt til ein hampuliga bíligan penga. Februar átti tí at verið mánaðurin, har javnvág aftur skal fáast á fíggjarstøðuna. Men nei. Ein siður, ið er við at vinda meira og meira uppá seg, er nú farin at spøkja. Valentines Day. Í Stóra Bretlandi og USA hevur verið gjørt nógv burtuúr hesum degnum í fleiri ártíggjund, og hetta vísir seg at ávirka okkara part av heiminum eisini. Í Danmark er dagurin vorðin til tann heilt stóra í februar, og er hetta ein frálíkur møguleiki hjá sølustøðunum at vinna sær nøkur eyka oyru frá naivum menniskjum, sum renna við á kommersiellu rennibreytini. Lýsingarherferðirnar eru nógvar. Sjálvandi er tann klassiska loysnin altíð tann besta. Blómur, sjokuláta og ein romantiskur døgurði fyri tvey á eini matstovu. Men so hvørt sum Valentines Day verður alt meira góðtikin sum ein serligur dagur, so fyllast matstovurnar skjótt upp. Og tá ræður um, at vera skjótur í vendingini og koma við onkrum nýggjum. Nú ber millum annað til at leiga sær teir mest romantisku filmarnar til ein bíligan penga, um ein hevur ligið á latu síðuni og ikki hevur megnað at fáa eitt borð millum øll hini forelskaðu eyguni á eini yvirfyltari matstovu. So har letur til, at besta loysnin til eitt hugnaligt kvøld heima við hús við tí einasta eina, er ein kavalkada av sukursøtum filmum sum Romeo & Juliet, Titanic og kanska The Ultimate Love Song Collection í fløguspælaranum. Men hvør er so hesin vælsignaði Valentine, sum vesturheimurin tykist gerast alt glaðari og glaðari fyri. Søgurnar eru nógvar. Ein teirra sigur, at í triðju øld, tá Claudius keisari fann útav, at ógiftir menn vóru betri hermenn enn teir giftu, so forbjóðaði hann ungum monnum at gifta seg. Men Valentine, sum var prestur, setti seg upp ímóti Claudius og helt áfram at gifta ung elskandi, og tá hann varð uppdagaður, varð hann dømdur til deyðis. Ein onnur søga vil vera við, at Valentine var tann fyrsti, sum nakrantíð sendi eina Valentines heilsu. Hann var í fongsli, og hevði forelskað seg í eini gentu. Beint áðrenn hann skuldi drepast, sendi hann eitt bræv, sum varð undirskrivað "From your Valentine" - ein heilsan, sum verður brúkt tann dagin í dag. Hvørt søgurnar eru sannar ella ikki, skal her ikki takast støða til. Men eitt er vist. Halgimenni Valentine, sum eftir øllum at døma livdi fyri 18 øldum síðani, kroystir enn nakrar krónur burturúr mongum sloknum pengapungi yvir í nógvar yvirfyltar pengakassar hjá teimum handlum og fyritøkum, ið duga at útnytta møguleikan til teirra fyrimum. Valentines Day TELDUBRÆVIÐ Frá: Ingrid Bjarnastein - bjarnastein@mail.djh.dk Til: post@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Jógvan Hugo Gardar, blaðmaður í Oslo Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Ja, vit høvdu eitt gamalt pumpiorgul, og seinni kom eitt klaver í stovuna. Pumpiorgli var arvagóðs eftir abba mín, og gamli pumpaði dagliga fram tónar úr tí. Spælir tú nakað ljóðføri? – Nei. Eg gekk ein vetur á musikkskúlanum í Klaksvík og skuldi læra meg urguspæl. Tá fekk lærarin nokk og noktaði mær at byrja aftur veturin eftir. Syngur tú undir brúsuni? – Heitvatnstangin í íbúðini hevur ikki meir heitt vatn enn longdin á einum skjalduri, so tað hoyrast ongar ariur úr mínari brúsu. Og skjaldur dugi eg næstan ongi. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Hvør hevur ikki tað. Hjá mær bleiv tað ongantíð meir enn at hyggja at, tá Haikho vandi á Biskupstøð fyrst í áttatiárunum. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Ómetaliga nógv. Tónleikur er sum oftast frá, har eg eri um tað passar - óansæð um eg eri heima ella til arbeiðis. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Einar 4-500 lp-plátur og nakað tað sama av fløgum. Hvat er tín yndisfløga? – Her er nokk at velja í. Av nýggjari fløgum kann nevnast »Månemannen« hjá norska vísubólkinum Vamp. Saman- renningin millum fiól, rock, vísur og yrkingar gerst ikki betri enn tað Vamp sýnir. Men eg komið ikki uttanum »Desire« hjá Bob Dylan, »Blue Sky Mining« hjá Midnight Oil; »Harvest« og »Harvest Moon« hjá Neil Young. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – »Frem fra glemselen«. Eg vil ikki hava nakra av teimum. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Eg vil ikki døma nakran fyrr at hava skrivað nakað, sum ongan- tíð burdi verið skrivað. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Havi onga, sum eg haldi vera pínliga at hava standandi. Tað er altíð stuttlig at kunna taka fram okkurt, sum kanska ongantíð skuldi verið komið á gøtuna. Harafturat er ein fløga ein tíðarlýsing, sum vísir okkum, hvat summi dámdu tá fløgan kom. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – »Bohemian Rhapsody« hjá Queen og »Beds are burning« hjá Midnight Oil Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Eitt friðarligt kvøld eigur at innihalda tónar frá norska bólkinum Vamp, svianum Richard Wulf, írsku Enya, og fyri at fáa eitt sindur meir lív í kann solofløgan hjá Iron Maiden-sangaranum, Bruce Dickinson, gott setast á. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Bob Marley, Frændur, Hanus Johansen, Rasmus Lyberth og grønlendska bólkin Sume við landstingsliminum Per Berthelsen á odda. Lyberth og Sume eru einastandandi at lurta eftir, og eru eitt av bestu prógvunum um at ikki er neyðugt at skilja tað, sum sungið verður. Bara tað verður sungið frá hjartanum, so gevur tónleikurin samantvunnin við røddini eitt gott upplivilsi. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Tónleikur fær meg ikki í ringt lag, men um eg skal velja so er tað nr. 2 pláturnar hjá øllum »boybands«. Tá er hugflogið flogið, og teir sita eftir við hálvlidnum løgum, sum verða blandað saman við gomlum stjørnuløgum hjá øðrum tónleikarum. Tá prógva teir, at teir ikki duga at syngja, og fólkini aftanfyri vísa, at tey hava mist áhugan fyri at fáa sum best burturúr. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Mín dansifótur var lættast gjøgnum 80’ini, so »Born to be alive« hjá Patrick Hernandez, »Dreamin« hjá Blondie og »Vilde kaniner« hjá Gnags kunnu vera trý løg, sum passa mær. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – "Heart of Gold" hjá Neil Young. Havi eitt eintak av upprunaligu singulplátuni sum kom í 1972. Tá vær eg fimm- seks ára gamal. Um somu tíð kom lagið »Coconuts from Congoville« við bólkinum Soulful Dynamics, sum mær eisini dámdi sera væl. Eisini b- síðan »Azumba« dámdi mær – kanska tíð hetta var fyrstu ferð, eg hoyrdi afrikanar syngja um eina føroyska bygd. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Eg fegnist bara, tá fløgurnar eru lidnar. Havi ongantíð verið nærhendis at gera ella spæla inn tónleik. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – »One more cup of coffee 'fore I go« hjá Bob Dylan. Og tá jarðarferðin er av kunnu tey syngja »Walking on the moon« hjá Police. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Her havi eg fleiri: Joan Baez, Carlos Santana og Bob Dylan í Ítróttarparkini í Keypmannahavn á hvítusunnu 1985. Midnight Oil í Scandinavium (Göteborg) í 1990. Judas Priest á Rockefeller í Oslo í 1991. Terji og Føstu- fressar í Norðurlandahúsinum fyri umleið 10 árum síðani. Týr í Oslo í 2002. Útikonsert við Vamp á einum áarbakka í Suður- Noregi summarið 2003. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Bob Dylan, Peter Garret úr Midnight Oil og kanska eisini Rob Halford úr Judas Priest. UTTAN ÚR HEIMI Skuldi hjálpa al-Qaeda Ein amerikanskur hermaður er skuldsettur fyri at hava havt ætlanir um at hjálpa yvirgangsfelagsskapinum al- Qaeda. Tann 26 ára gamli Ryan Anderson hevur havt støð á herstøðini Fort Lewis í Washington, og hann skuldi til Irak um stutta tíð. Men nú ein dagin varð hann tikin, tí hann hevði roynt at fáa samband við al-Qaeda ígjøgn- um internetið. Sambært verjanum er hann skuldsettur fyri at hava roynt at fáa samband við al-Qaeda og at veita felagsskapinum upplýsingar. Tað er kortini greitt, at talan var ikki um týðandi upplýsingar, tí Ryan Anderson hevði ikki atgongd til slíkt, sigur verjin. Hetta er aðru ferð, at ein hermaður í Fort Lewis er tikin og skuldsettur fyri at hava roynt at fáa samband við al-Qaeda. Venjing sum í gomlum døgum Seinastu vikurnar hevur russiska hermegin skipað fyri einari stórari venjing, sum millum annað umfatar kjarnorkuvápn. Venjingin er tann størsta, sum russar hava skipað fyri seinastu 20 árini. Sagt verður, at venjingin minnir nógv um eina venjing, sum sovjetska herleiðslan skipaði fyri í 1982, og sum í Vesturheiminum bleiv umrødd sum "kjarnorkukríggj í sjey tímar". Men venjingin hesaferð er ikki vend ímóti Vesturheimurin, sigur leiðslan í Moskva. Hvørki USA ella nakað annað land er fígg- indin, tí talan er um eina verjuroynd, sigur Jurij Balu- jevskij í russisku herleiðsluni við blaðið Kommersamt. Eygleiðarar í Moskva halda, at venjingin hevur sam- band við russiska forsetavalið, sum verður tann 14. mars, men onnur halda, at endamálið við venjingini er at vísa Vesturheiminum, at russiska hermegin framveg- is eigur at verða tikið í álvara, og at tosið um slitin vápn og bensintrot er frá einari farnari tíð. Drápsmaður hóttur Maðurin, sum myrdi svenska uttanríkisráðharran Onnu Lindh, er nú avbyrgdur, tí vandi er fyri lívi hansara. Mijailo Mijailovic hevur sambært svensku løgregl- uni fingið brøv, har brævskrivararnir hótta við at gera seg inn á hann, skrivar Aftonbladet. Sjálvur hevur Mijailovic ikki sæð brøvini, tí løgreglan hevur lagt hald á tey. Lars-Åke Petterson, sum er stjóri í fongslinum, sum Mijailo Mijailovic situr í, vil ikki upplýsa, hvørjar hóttanir talan er um. Tann 19. januar varð Mijailovic dømdur sekur í at hava myrt Onnu Lindh. Rætturin gjørdi av, at hann skal til sálarliga kanning, og tann kanningin verður liðug í seinasta lagi tann 9. mars. Frágreiðingin frá sálarlækn- unum verður avgerandi fyri, um Mijailovic verður ver- andi í fongsli, ella um hann skal á ein stovn fyri sálar- liga sjúk. Røkke hevur selt Norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke hevur nú selt stuttleikaskipið "Reverie". Fyri einum mánað síðani skrivaði Finansavisen, at Røkke fór at fáa einar 400 milliónir norskar krónur fyri tað 70 metrar langa marglætisskipið, men alt bendir á, at prísurin gjørdist nakað hægri, tí sambært blaðnum Dagens Næringsliv hevði Røkke ikki hall av søluni. Tá Røkke í síni tíð keypti "Reverie", rindaði hann umleið 500 milliónir norskar krónur fyri skipið. Tað var nú ikki til stuttleika, at Kjell Inge Røkke seldi stuttleikaskipið. Hann varð tvørturímóti noyddur at selja tað fyri at útvega pengar til lán og rentur, sum hann skal gjalda. Amerikanski ES- sendiharrin heldur, at antisemittisman í Evropa er næstan líka vanlig í dag sum í tríatiárunum. JØDAHATUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann serliga amerikanska- jødiska nevndin hevur fingið eina nýggja skriv- stovu í Bruxelles. Tá hon varð latin upp í vikuni, segði amerikanski sendi- harrin í ES, Rockwell Schnabel, evropearar og amerikanarar eiga at sam- starva fyri at beina fyri jødahatrinum, sum eftir hansara tykki er vorðið næstan líka umfatandi sum í tríatiárunum. Jødiska heimskongressin WJC og tann evropeiska deildin, EJC, hava fyrr lagt ES undir at gera sítt til at eggja til jødahatur, men hesum vísti urranríkispol- itiski samskiparin, Javier Solana, aftur. Hann ásann- aði, at jødar hava verið fyri ágangi í summum vestur- evropeiskum londum sein- astu árini, men hann av- sannaði, at ES eggjar til jødahatur. Sambært jødisku heims- konmgressini hevur jøda- hatrið serliga vundið upp á seg í Fraklandi, men hesum vísir Jacques Chirac, for- seti, aftur. Við ísraelska blaðið Yedioth sigur hann, at tað er ein lítil minniluti av teimum evropeisku mus- limunum, sum standa fyri áganginum ímóti jødunum, men hann ásannar, at evro- pearar yvirhøvur hava sína hugsan um stríðið ímillum Ísrael og palestinarnar. Jødahatur sum í 30'unum Demokratiska odda- valevnið John Kerry verður nú lagdur undir at hava verið konu síni ótrúgvur VALSTRÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Í 1998 var Drudge Report fyrst við tíðindunum um, at Bill Clinton hevði fjasað við Monicu Levinsky, og nú vil hendan sama heima- síðan vera við, at John Kerry hevur havt í so gott samband við eina fyrrver- andi tíðindakvinnu hjá tíðindastovuni AP. Sambært tíðindunum hittust tey bæði í 2001. Alment er einki komið fram um, hvør kvinnan er, men sambært Drudge Rep- ort er hon væl yngri enn Kerry. Sagt verður, at kvinnan rýmdi úr USA til Afriku, tá ein amerikonsk sjónvarpsstøð herfyri ringdi til hennara. Matt Drudge, sum eigur Drudge Report, vil vera við, at fleiri av teimum stóru amrikonsku bløðunum hava vitað um sambandið ímillum John Kerry og tíðindakvinnuna, men at tey hava valt at tiga. Talsmenn hjá demokrat- iska flokkinum søgdu í gjár, at tíðindini um John Kerry eru ikki annað enn ein skitin liður í valstríðn- um. Republikanararnir hava í seinastuni sagt tað sama um demokratarnar, sum vilja vera við, at Ge- orge W. Bush slapp undan at gera hertænastu í Viet- nam, tí pápi hansara fekk ávirkað myndugleikarnar til tess. John Kerry var harafturímóti hermaður í Vietnam-krígnum og fekk heiðurstekin fyri sítt dirvi. So byrjaði amerikanska valstríðið John Kerry og konan Teresa C M Y K 33 32