leygardagur 14. februar 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 31 - 14. februar 2004
Nr. 31 - 14. februar 2004
35
Pedagogar
Vøggustovan á Konmansmýru søkir eftir tveim-
um pedagogum.
Eitt starv er 30 tímar um vikuna frá 15.mars 2004
og eitt er 30 tímar um vikuna frá 1. mai 2004
Í vøggustovuni eru 3 stovur við 12 børnum á
hvørjari.
Vit bjóða tvey áhugaverd størv, har umsøkjarin
fær møguleika til at gera sína ávirkan á stovnin.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• hevur góð samstarvsevni.
• ikki er bangin fyri at taka ábýrgd.
• er røkin, nærlagdur og álítandi.
• er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið.
• hevur hug og áræði at skapa ein fjøllbroytan
og tryggan dag við virðing fyri einstaka
barninum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran
Katrin Bjarnadóttir á telefon 313131.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving,
royndir og møguligum viðmælum skulu vera
okkum í hendi seinast 01.mars 2004.
Leiðari til
Vøggustovu
Søkt verður eftir avloysara fyri leiðara í barns-
burðarfarloyvi 30 tímar um vikuna frá 1. apríl
2004 til 31. august 2005.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafel-
agið, lønt eftir lønarstig 22 til 28.
Leiðarin hevur fakligu, fíggjarligu og fyri-
sitingarligu ábyrgdina av stovninum. Tað verður
væntað av umsøkjaranum, at hann á ein leiðandi
og virknan hátt, saman við starvsfólkunum, kann
tryggja stovninum eina positiva menning.Tað er
týdningarmikið, at umsøkjarin hevur evni og
áræði at ganga nýggjar leiðir, hevur evni og vilja
at samstarva á øllum økjum, er sjónligur í sínum
leiðarastarvi og dugir at fáa síni sjónarmið fram.
Bert umsøkjarar, sum hava lokið námsfrøðiligt
prógv ella líknandi prógv, kunnu søkja starvið.
Tað kann upplýsast, at eftir ætlan verður skriv-
stovufólk sett í starv, at taka sær av bókhald v.m.
Nærri fæst at vita um starvið frá Hannebeth Dam
ella Katrin Bjarnadóttir á tlf. 31 31 31.
Umsókn við prógvum, viðmælum v.m. skulu
verða stovninum í hendi innan 1. mars 2004.
Umsóknir verða at senda til:
Vøggustovuna á Konmansmýru
Att: Nevndin
Hoyvíksvegur 41 B
100 Tórshavn
Vøggustovan og Barnagarðurin á Konmansmýru eru sjálv-
eigandi stovnur við heimstað í Tórshavn. Endamáli stovnsins er
barnaansan um dagin. Í vøggustovuni eru 3 stovur, 35 børn og
12 starvsfólk.
Hølir til leigu
Skrivstovuhølir í Niels Finsensgøtu 37 til leigu.
Tlf. 31 14 10
Sjúklingahotellið Tórshavn
Sjúkrasystir til
Sjúklingahotellið
Tórshavn
Vegna farloyvi søkir Sjúklingahotellið Tórshavn
eina sjúkrasystir frá 1/5 til 31/11 2004.
Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna í skiftandi vakt-
um við vikuskiftisvakt 3. hvørja viku.
Sjúklingahotellið Tórshavn er ein stovnur undir
Familju- og heilsumálaráðnum.
Endamálið við stovninum er at hýsa føroyskum
sjúklingum ið eru til viðgerð í Danmark og avvarð-
andi teirra.
Arbeiðið fevnir millum annað um:
• Vegleiðing, kunning og samrøður við sjúklingum
og avvarðandi
• Samskipan við sjúkrahús innan H:S
• Sjúkrarøktauppgávur
• Skrivstovuarbeiði
Vit ynskja eina sjúkrasystir sum:
• Hevur virkað sum sjúkrasystir í minst 3 ár.
• Hevur royndir innan bæði medicinska og kirurg-
iska viðgerð.
• Kann arbeiða sjálvstøðugt.
• Hevur góð samstarvsevnir.
Við at venda tær til Inu Frisdahl leiðara á tele
+45 21 67 72 90 fæst nærri kunning um starvið.
Løn og setanartreytir: Eftir avtalu millum DSR og
Keypmannahavns Kommunu.
Umsókn við avrit av skjølum skulu sendast til:
Sjúklingahotellið Tórshavn
Tåsingegade 29, 5 sal
2100 København Ø
att. Umsókn
Umsóknarfreist er 24. februar 2004 kl. 14.00
Lágargarður søkir
eftir húsavørði
Hálvtíðarstarv sum húsavørður er leyst at søkja til
setan skjótast tilber ella eftir nærri avtalu.
Umsøkjarar skulu hava maskinmeistaraútbúgving og
skulu kunna arbeiða aðru hvørja viku.
Starvið er lønt sambært sáttmála ímillum Maskin-
meistarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við neyðugum prógvum møguligum við-
mælum skulu sendast til
Leiðaran á Lágargarði
Stoffalág 84
Box 1188
110 Tórshavn
Meira fæst at vita um starvið við at ringja 316788.
Umsóknarfreistin er til mikudagin 25.februar 2004.
Røktar- og umlættingarheimið
Kunngerð
um
innangarðsútskiftingarfund
fyri Norðskála bygd
Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, sum seinast er
broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 9,
verður boðað til útskiftingarfund mikudagin 26.
mai 2004 kl. 11.00 í húsinum hjá Kommunufelags-
skapinum í Sundalagnum á Oyrarbakka.
Til viðgerðar verður innangarðsútskifting av Norð-
skála bygd.
Nevdarlimirnir eru Marita í Brekkunum, Hósvík og
Jákup Skoradal, Miðvágur.
Tórshavn, tann 6. februar 2004
N. v.
Øssur Á. Midjord,
útskiftingarnevndarformaður
Skrivstovu-
lærlingur
Søkt verður eftir skrivstovulærlingi til byggivirki í
Havn at byrja, skjótast tilber.
Áhugað kunnu senda umsókn saman við møgulig-
um viðmælum/prógvum til:
P/F Articon
Postboks 3109
110 Tórshavn
tlf. 350 700
Partabræv til sølu
1 partabræv í Sp/f Niels Paula til sølu fyri hægsta
boð.
Tlf. 777 211
Starvið
Av tí at eitt av starvsfólkum okkara fer í barnsburðar-
farloyvið, er eitt áhugavert starv sum skrivstovufólk/
málsviðgeri leyst at søkja á Stuðulsstovninum.
Høvuðsuppgávurnar verða m.a.:
• Málsviðgerð í ÚSUN-skipanini*
• Umsiting av lestarlánum
• Vanligar skrivstovuuppgávur
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar hava
• Skrivstovuútbúgving og HH/student ella líknandi
• Góðan kunnleika til enskt í skrift og talu*
• Góðan kunnleika í nýtslu av edv.
• Góðan kunnleika til føroyskt
• Fyrikomandi og góð samstarvsevni
• Førleika til at arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða
• Eitt ábyrgdarfult, áhugavert og fjølbroytt starv í
einum stovni í menning
• Sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði
persónligari og fakligari menning
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðal-
ráðið og deildir/stovnar tess.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø skulu sendast til:
Stuðulsstovnin
Stílað:Terja á Lakjuni
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
FO - 110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagi
19. februar 2004.
Starvið verður sett 1. apríl 2004 ella skjótast tilber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar,kanst tú ringja til Terja
á Lakjuni, leiðara á Stuðulstovninum, á telefon
356800 ella 44 47 39.
* Í ÚSUN-skipanini verður útbúgvingarstuðul veittur til tey, ið
lesa uttanfyri Norðurlond. Tað er í hesum sambandi at kunn-
leiki til enskt er ein fyrimunur.
Stuðulsstovnurin er ein stovnur undir Mentamálaráðnum, ið hevur til uppgávu at veita fíggjarligan stuðul til lesandi
føroyingar. Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk. Stovnurin rindar mánaðarligan lestrarstuðul til umleið 1.800 lesandi í
Føroyum og árligan ferðastuðul til umleið 1.100 lesandi uttanlands, umframt at veita lestrarstuðul til lesandi uttanfyri
Norðurlond (ÚSUN).Harumframt krevur stovnurin inn lestrarlán frá umleið 2.700 persónum.Stuðulsstovurin hevur í 2003
eina útreiðslujáttan uppá 2,4 mió. kr., og veitt uml.69 mió. kr. í lestrarstuðli.
Skrivstovufólk/málsviðgeri
(fyri skrivstovufólk í barnsburðarfarloyvi)
Rørarbeiði
Vit átaka okkum at gera
• Hitaverksarbeiði
• Ventilatiónsarbeiði
• Sanitetsarbeiði
í høvuðsstaðarøkinum.
Tilboð verða eisini givin.
Ring tlf. 225701· 317901 · 210168
Hús í Klaksvík
til sølu
Ognin Stoksoyravegur 16 til sølu um hóskandi boð
fæst:
Matr. nr.
81
Grundøki: 427 m2
Húsini:
ca. 8,50 x 7,10 m í trimum hæddum
Á ognini er góður hjallur.
Húsini,sum hava frítt útsýni yvir vánna,eru gjørd úr
betongi,uml.1947/48 hava nýtt tak og deilvís nýggj
vindeygu.
Nærri upplýsingar á tlf. 457791
best eftir kl. 10
E - roknskabur
pdf.
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Útbjóðing
Vegna Gøtu kommunu verður arbeiðið at gera út-
stykking í Syðrugøtu hervið boðið út alment.
Arbeiði handlar í høvuðsheitum um at gera 200 m
av vegi við tilhoyrandi tekniskum installatiónum.
Útbjóðingartilfari kann bíleggjast hjá EM Ráðgev-
ing innan hósdagin 19. februar móti veðhaldi kr.
5.000,- sum verður at gjalda inn á konto í Føroya
Banka, konto nr. 6460 - 2002657
Lisitatiónin verður í hølunum hjá EM Ráðgeving
týsdagin 16. mars 2004 kl. 16.00. Boðini verða tá
latin upp, og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir.
EM Ráðgeving Sp/F
Heiðavegur 15A 1. th. · FO-600 Saltangará
Tlf.: 47 77 00 · Fax: 47 77 01
t-postur: emr@kallnet.fo
Ferðatilboð
Landsfelagið boðar frá at Pensjónistafelagið
H.Ø.F.T.ger útferð til Ísland tann 9.juni,við tveimum
bussum, sum taka 50 ferðafólk hvør. Hotelpláss er
útvegað til 100 fólk.
Tann fyrri bussurin er fullsettur. Fólk, ið hava áhuga
til tann seinna bussin, biðjast um at ringja til Smyril
Line, telefon 345900.
Landsfelag Pensjónistanna
C
M
Y
K
35
34