leygardagur 14. februar 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 31 - 14. februar 2004
Nr. 31 - 14. februar 2004
37
Kunning...
Reklamufelagið varð stovnað 8. mars 2002.
Endamálið við felagnum er at savna
føroysku reklamuvirkini og at taka
sær av teirra yrkisligu, felagsligu
og felags fíggjarligu áhugamálum.
Viðtøkur felagsins, limaavtalan og leiðreglur eru at síggja á www.industry.fo
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Vinnuhúsið
Reklamufelagið
Leiðari til Kanningardeildina
Eitt starv sum leiðari fyri kanningardeildini á Jarðfrøðisavninum er leyst at seta frá
1. apríl 2004 ella skjótast til ber.
Starvið
Á kanningardeildini á Jarðfrøðisavninum verður m.a. arbeitt við leiting eftir
kolvetnum við Føroyar. Arbeiðið fevnir um tulking av tilfari frá boringum og
jarðalisfrøðiligum kanningum, samskifti við olju- og veitarafeløg og gerð av
støðugreiningum. Leiðarin hevur ábyrgd av at samskipa arbeiðið á deildini.
Krøv til umsøkjaran
Setanin krevur eina vísindaliga útbúgving á universitetsstøði. Fyrimun hava
umsøkjarar við góðum kunnleika til serligu jarðfrøðiligu viðurskiftini í føroyska
økinum og royndum innan nýtslu av teldutøkni í sambandi við loysn av
jarðfrøðiligum spurningum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og
Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsóknir skulu vera Jarðfrøðisavninum í hendi í seinasta lagi 1. mars 2004.
Jarðfrøðisavnið
postsmoga 3169
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu á tlf.
357000 ella við telduposti til sigurd.i.jakupsstovu@jfs.fo
Jarðfrøðisavnið er vísindaligur kanningarstovnur undir Oljumálaráðnum. Jarðfrøðisavnið hevur til
endamáls at savna,varðveita, handfara og breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu
og varðveitslu av landsins jarðfrøðiligu náttúruvirðum.Stovnurin skal virka fyri,at lóggáva og umsiting av
jarðfrøðiligum náttúruvirðum verður grundað á framkomna og dagførda jarðfrøðiliga vitan.
Ársaðalfundur
verður 3. mars kl. 20.00 í felagshúsinum.
Føroya Ríðingarfelag
VW Golf Variant
diesel. stationcar, árg. 1996, 135.000 km, nýsýnaður,
grøn metallic, v/ sleipikróki til sølu.
Tlf. 310845 ella 210845, Faksagøta 1
Skráseting Føroya hevur í dag
skrásett niðanfyri standandi
fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3551,
Sp/f Mohsen Darvishi, 100
Tórshavn.
Viðtøkur broyttar: 27.01.2004
Nýtt hjánavn: Sp/f Toscana
(Sp/f Mohsen Darvishi)
Skráseting Føroya tann 12.
februar 2004
Kristin Balle
_______________________
Frá Arbeiðara-
felagnum »Hæddin«
Ársaðalfundur verður leygardagin 28. februar kl.
15.00 í felagshølinum.
Skrá sambært lógini.
Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðal-
fundur hálvan tíma seinni.
Nevndin
Sos alur n
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
37
36