Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Í míni tíð í Íslandi, fekk eg næstan dagliga spurningin “nær taka tit fullveldi?” Ì práti við íslendingar er hesin spurningur ikki til at koma uttanum, tey skilja okkum heilt einfalt ikki á hesum øki. Og hvørja ferð stúrdi eg fyri spurninginum, krimpaði tærnar og vavdi runt í svarinum. Eg havi altíð havt upp- og niðurtúrar um okkara útlit til at náa bjartasta málinum um eina sjálvstøðugar Føroyar. Viðhvørt hugsi eg, at her er øll vón úti, lat okkum bara gloyma tað. Og aðrar tíðir vaknar stríðsandin í mær, og eg hugsi “jú, sjálvandi megna vit tað eisini, og her er vón fyri framman”. Og trúgvin og stríðsandin varð av álvara kveiktur hesi árini í Íslandi. Hetta sam­ felagið sum líkist okkum mest á øllum økjum og sum vit beinleiðis kunnu saman­ bera okkum við. Tað er bara at falda við 6. Tey megna tað - hví skulu vit so ikki? Og ikki minst styrktist trúgvin av tí sterka bróðurandanum og kensluni av felagsskapi, sum í øllum málum kemur til sjóndar millum føroyingar og íslendingar. Vit fara ikki at standa einsamøll tá vit ein dag taka stigið. Prátaði við ein breta, sum er gestaundirvísari á Háskóla Íslands. Hann segði, at tað gekk yvir hansara forstand at bert 300.000 fólk megnaðu at halda einum samfelag koyr­ andi, við øllum tí sum hartil hoyrir - framkomið undir­­ vísingarverk, infra­kervið, vælferðarskipanir og politikk­ ir á øllum økjum og á so høgum stigi. Víst stríðast tey við eina álvarsliga kreppu nú, men hann skuldi vera tann fyrsti at geva síni egnu harð­ rendu stjórn part av skuldini fyri at fallið bleiv so djúpt. Og meðan hann prátaði, hugsaði eg: Og vit megna tað eisini. Næstan. Víst hava vit ikki tikið øll økir yvir enn og fáa framvegis stuðul úr Danmark, men tað restar ikki nógv í. Og tað er í veruleikanum alla æru vert. So eg havi valt at síggja tað hálvfulla glasið í staðin fyri tað hálvtóma. Havi sannført meg sjálva um at tað er í veruleikanum kraftarverk vit øll útinna hvønn dag, at halda einum fulfíggjaðum sam­felag saman við so fáum fólkum. Og eri sannførd um at tað fyrst og fremst er einari sterkari sjálvstýrisrørslu fyri at takka, at hesin framburður er farin fram hesi síðstu mongu árini. Framburður vinnu­liga, mentunarliga, í etisk­um máli og í altjóða samstarvi. Tí ynski um sjálvstýri og framburð eru tvær síður av somu søk, so sjálvsagt sigrar fullveldis hugsjónin til seinast. Les um mínar hugsanir og hjartamál á gballe.blogspot. com ella á Facebook. Har vil eg fegin tjakast og fáa innlit í tykkara hugskot og meiningar. Gunvør Balle valevni hjá Tjóðveldi LØGtingsvalið 2011 Um vit vilja tað ella ei, so arbeiðir tíðin fyri Tjóðveldi 7 av 10 Treytin fyri áhaldandi vøkstri og vælferð er útbúgving og vitan. Mið­ nám er væl skipað og verður útbygt við fleiri møguleikum. Fróð­skapar­ setur Føroya verður savna á einum stað og skal virka sum eitt depul sum samlar og spreiðir vitan. Fróðskaparsetrið skal fyrst og fremst útbúgva fólk til tað føroyska samfelagið, men onnur skulu verða væl komin; um eg verði valdur, vil eg virka fyri, at: • Játtanin til fróðskap­ar­ setrið verður politiskt stýrd javt og yvir ár. • Stuðulin til lesandi verður 12 mánaðir í staðin fyri 11. • Kømur og íbúðir til fólk undir útbúgving verða bygdar av Húsa­láns­ grunninum. So javnt fyri føroyingar Føroyar Heri Ólason Dam valevn hjá Javnaðarflokkinum LØGtingsvalið 2011 Miðnám og víðari lesnaður Nú vit skulu spara í lands­ húsarhaldinum, er umráð­ andi at vit ikki einans hugsa skerjing av almennum tænast­um. Vit mugu hava tænast­urnar, á teimum mest grundleggjandi samfelags­ hjólunum, koyrandi. Vit mugu ikki spara við­ líka­hald og menning á út­ búgvingar- og heilsuøkinum. Hesar sparingar kunnu koma okkum so grúiliga aftur um brekku. Tað er her vit skulu inn at føra politikk. Hvussu kunnu vit siga sparing og menning í sama setningi og eisini vænta at tað gevur meining? Tað kann gerast við umlegging. Javnaðarflokkurin hev­ ur fleiri uppskot um um­ leggingar, m.a. á fólkaskúla­ økinum. Vit eru til reiðar at taka tær avgerðir og tey tøk, sum skulu til. Vit eru til reiðar at føra politikk, sum ber øll í Føroy­ um framá. Fari tí á væl og seti ein sterkan Javnaðarflokk á ting. Súsanna Mortensen Valevni hjá Javnaðarflokkinum LØGtingsvalið 2011 Sparing + menning = umlegging Kjak ætlaði ikki at blanda meg, men tað tykir IKKI, at ment­ anin fær ta stóru rúmdina? Tað er fantastiskt at hoyra, at eitt av yngru val­ evn­u­num – haldi tað var Janus Rein í Framsókn – sum førdi fram, at hann vildi geva svenska leistinum ein herðaklapp, tí tey hava megnað at komið sær ígjøgnum búskaparkreppuna – sum eitt av fáu londunum í heiminum – hví? TÍ TEY, MILLUM ANN­ AÐ, HAVA SÆÐ, AT TÓN­ LEIKURIN OG MENTANINA KANN GEVA EITT ÍKAST! Eg skal ikki leggja meg út í valstríðið, men eg vil taka uppaftur hesaferð – TAKIÐ TÓNLEIKIN OG MENTANINA VIÐ! Har eru búskaparligir møguleikar! Fríðálvur Jensen Fáa tit styrkt mentanina, sum kann geva eitt íkast?