mánadagur 24. oktober 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eysturoyggin og Norðoyggjar
eru vinnudepilin í Føroyum.
Her verða stór virði skapt,
sum eru grundarlagið und
ir vælferð og samfelagi.
Seinastu árini hevur vinn
an fingið verri og verri kor
at virka undir frá politiska
myndugleikanum.
Hetta
hevur avleiðingar. Vinnu
virkir megna illa trýstið frá
fleiri almennum gjøldum,
reguleringum og eftirlitum.
Nakrar vinnufyritøkur missa
hugin og hóra ikki undan.
Hvørja ferð ein vinnufyri
tøka leggur árarnar inn,
verða færri arbeiðspláss og
færri skattainntøkur. Og so
má almenni myndugleikin
kroysta enn meiri.
Miðflokkurin vil
tað øðrvísi
Tað er ikki gongd leið at leggja
fleiri byrðar á vinnulívið. Vit
mugu fara hinvegin og síggja,
at har byrjar allur búskapur
og búskaparframgongd. Tí
eiga vit í komandi valskeiði at
taka burtur nøkur av teimum
drepandi avgjøldunum, sum
ABC-samgongan hevur lagt
á vinnulívið. Tá fær vinnan
aftur luft undir veingirnar
og fær nýtt flog.
• Tá verða fleiri arbeiðs
pláss.
• Tá verða fleiri inntøkur.
• Búskapurin veksur, og tá
fløvar eisini av sær sjálvum í
landskassanum.
• Og tá ber til at tosa um
framhaldandi vælferð.
Arbeiðspláss
Úrslitið av politikkinum hjá
“sterku”
ABC-samgonguni
er eitt støðugt arbeiðsloysi
og dundrandi hall á fíggjar
lógini. Tá 1600 fólk ikki eru
í framleiðsluni, sigur tað
seg sjálvt, at búskapurin fer
skeiva vegin. Tí mugu tiltøk
beinanvegin setast í verk fyri
at fáa fleiri arbeiðspláss.
• Alivinnan kann fram
vegis vaksa og útvega fleiri
nýggj arbeiðspláss. Tó krevj
ast nøkur ítøkilig politisk
tiltøk, fyri at tryggja fram
gongdini.
• Stórir møguleikar liggja
í virking av uppisjóvarfiski á
landi. Miðflokkurin vil saman
við vinnuni tryggja neyðugar
lógarreguleringar
fyri
at
skapa nýggj arbeiðspláss og
búskaparvøkstur.
• Virking av triðjalandsfiski
eigur at takast í størri álvara.
Miðflokkurin skjýtur upp at
endurgjalda
tollavgjøldini,
so hesin parturin av vinnuni
verður kappingarførur.
Ferðavinnan
Uppskot Miðfloksins um
Ferðaráð er samtykt og fer at
virka. Nógv arbeiðspláss til
verkafólk kring landið liggja
í ferðavinnuni. Miðflokkurin
fer í komandi landsstýri at
seta ferð á ferðavinnuna fyri
eisini á hesum øki at skapa
búskaparvøkstur.
Vælferðin
Skulu føroysku familjurnar
aftur hava tað gott og skulu
vælferðartilboðini,
sum
ongin vil av við, framhaldandi
tryggjast, eiga vit nú at
fáa ferð á ein framsøknan
vinnupolitikk.
Vinnulív – ella onki lív
Bill Justinussen
valevni Miðfloksins
LØGtingsvalið 2011
Úrslitini tala fyri seg:
• Talið av miðnámsnæm
ingum er økt við uml. 420
síðani 2008
• Talið av lesandi er økt
við uml. 200
• Og 62 fleiri fáa sær eina
maritima útbúgving nú aftur
ímóti í 2008.
Tilsamans eru næstan 700
fleiri ung fólk lestrarvirkin
í Føroyum í dag samanborið
við 2008. Vit fjøltátta og fjøl
broyta alla tíðina tilboðini.
Henda gongdin skal halda
fram.
Nýggjar
matvøruútbúgvingar
Nýggjar
matvøruútbúgv
ingar eru settar á stovn, og
haldast skal fram - tí verður
tekniski skúli í Klaksvík
útbygdur.
Hægri útbúgving innan
matvørufrøði verður fyri
reikað á Fróðskaparsetrinum
at byrja longu næsta ár.
Nýggjur
miðnámsskúli
verður bygdur í Marknagili,
endamálið er at menna út
búgvingarnar og fjøltátta
tær.
Fleiri útbúgvingartilboð
verða í næstum á skúladepli
num í Suðuroy.
At røkka so langt hevur
kravt beinharðar raðfesting
ar, og so verður eisini fram
eftir.
Virðisøking av virðis
miklum fiski gevur
búskaparvøkstur
Kunnu vit virðisøkja og
marknaðarføra
risastóra
tilfeingið, sum vit taka upp
úr sjónum við bert fáum
prosentum, skapa vit neyðug
an búskaparvøkstur. Og tað
ber væl til - við neyðugari
vitan, førleika og vilja!
Týdningarmiklir viðleik
arar eru fiskivinnan og vinn
an sum heild. Og sjálvsagt
miðvísar vinnu- og fiskivinnu
politiskar avgerðir.
Ímeðan skal tað vera
liviligt hjá lesandi
og lágløntum
Javnaðarflokkurin
fer
at
lætta um í skattinum hjá
lág- og meðalinntøkum, og
tryggja teimum lesandi 12
mánaða lestrarstuðul, um
framt at kringvarpsgjald og
heilsutrygd verður lagt inn
í skattin. Tað bøtir um livi
korini hjá teimum, sum hava
tað tyngst í dag. Tað lættir
um skattatrýstið á vanliga
løn.
Skattauppskot Javnaðar
floksins gevur rúm fyri at
veita munagóðan skattalætta
til lágar og meðal inntøkur,
og at geva teimum lesandi
betri livikor. Tað er fíggjað.
Fólkaflokkurin vil lætta
um skattin hjá teimum há
løntu og innføra flatan skatt.
Tann kasino-búskapin, sum
teir trúgva upp á, hevur allur
heimurin kent sviðan av.
Helena Dam
á Neystabø
valevn hjá
Javnaðarflokkinum
LØGtingsvalið 2011
Henda gongd
skal halda
fram
Hesi seinastu árini hevur tað
av sonnum eydnast at økja um
útbúgvingarmøguleikarnar
í Føroyum
Fróðskaparsetrið
Tjóðveldi raðfestir hægri
útbúgving ógvuliga høgt; lat
tað vera greitt. Vit vilja hava
síðsta lið í eini útbúgving at
vera í Føroyum, oftast til ber.
Tað er jú mangan soleiðis, at
tá hægri lesturin er liðugur,
hava hesi lesandi fingið børn,
sum møguliga ganga í barna
garði ella eru farin í skúla; og
tá er trupult at loysa røtur
nar hjá familjuni og flyta
heim aftur til Føroya. Tað
er júst tí, at tað er týdningar
mikið at kunna nema sær so
nógvar hægri útbúgvingar í
Føroyum sum gjørligt.
Tá hetta er sagt, er tað
ikki minni týdningarmikið,
at vit hugsa um hvørjar
útbúgvingar vit hava tørv á
í Føroyum - hvørjar útbúgv
ingar kunnu nýtast í vinnuni
og í tí almenna í Føroyum.
Lestrargrundin og
almenn vitan
Tann grundin, sum Fróðskap
arsetrið byggir á, er saman
sett av fólka- og miðnáms
skúlunum. Um henda grund
er veik, nyttar lítið at byggja
glæsiligan skúla omaná. Tað
er bráneyðugt at virka fyri,
at børn í fólkaskúlanum, sum
eru orðblind ella lesiveik,
fáa hjálp tíðliga. Sum lærari
á Tekniska skúla í Havn
(TST) síggi eg í hvørjum
árgangi uml. 20 næmingar,
sum stríðast fyri at klára
seg í føroyskum, enskum og
støddfrøði; fleiri gevast, og
tað haldi eg er samfelagssvik
av ringasta slagi. Ímynda
tær ikki at duga at lesa og
rokna. Hetta má bøtast uppá
beinanvegin við serkønari
hjálp til næmingarnar.
Almenna vitanin, sum er
okkara sorteringsanlegg –
hjálpir okkum at skilja sosial
og eksistensiel viðurskifti,
t.d. hvat er sannlíkt, skilagott
og virðiligt – er eisini ov vána
lig hjá nógvum ungum. Aftur
har mugu vit leita aftur til
fólkaskúlan. Tá mest sum
allir næmingarnir í flokk
unum á TST ikki kenna
definitiónina av orðinum
“samhaldsfesti”, “forberg” og
aldrin hava hoyrt um Enni
berg og Beinisvørð, ella um
fólkaatkvøðuna í 1946 og
Klaksvíksstríðið, so manglar
nakað grundleggjandi – hatta
eru bert fá dømi av mongum.
Almenn vitan er ikki bert fyri
at klára seg væl í spurnar
kappingum, tað er okkara
albúgving, sum ger okkum
før fyri at virka væl í øllum
høpum í samfelagnum. Fólk
við breiðari og stinnari vitan
eru eisini sjálvsikkur, hava
áræði og góðar fortreytir fyri
einum eydnuríkum lívi.
Tað er m.a. uppgávan hjá
fólka- og miðnámsskúlunum,
at búgva okkara ungdóm
til vaksna lívið og hava
bæði fakliga barlast eins
og gott sjálvsálit til víðari
lestur, arbeiði og tað, sum
samfelagið kann finna upp
á at borðreiða við. Og tí má
ikki skerjast í grundini fyri at
fíggja yvirbygningin. Tvørtur
ímóti, vit skulu menna bæði
fólka- og miðnámsskúlarnar
eins og Fróðskaparsetrið,
tí lærustovnarnir eru lið í
somu ketu.
Dávid Isfeld
Valevni hjá Tjóðveldi
LØGtingsvalið 2011
Lestrargrundin
fyrstu raðfesting
Løgtingsvalið 2011