Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tjóðveldi hevur roynt tað so javnan og afturvendandi. At krevja og leggja uppskot fram um, at vit taka ábyrgd av okkara fíggjarmarknaði og okkara bankum og seta treytir og krøv til teirra. Higartil eru tað jú teir, sum ferð eftir ferð hava sett treytirnar til politisku skipan­ ina - og so er rokningin send til skattgjaldaran, umframt ómaksjøld og hægri rentu. Men hvørja ferð okkara upp­skot og krøv eru sett fram, verða uggafjaðrarnir reist­ir hjá bankunum, og teir tosa um politiska uppíbland­ ing í vinnuna. Og so verða málini feld. Ikki færri enn tríggjar ferðir setti Tjóðveldi lógar­ uppskot fram um at nokta bankunum at flyta allar okk­ara pengar og konti av landi­num í eina nýggja KT- skipan og net-banka. Vit vóru í góðari tíð. Longu í 2003, aftur í 2005 og aftur í 2009 løgdu vit uppskotini fram. Alt áðrenn tað hendi. Men uppskotini vórðu feld av einum stórum meiriluta. Stutt eftir gekk sjón fyri søgn um tað, vit høvdu sagt. Alt varð flutt við stórum meirkostnaði fyri húsarhald, vinnu og brúkarar. Hóast vit væl kundu ment skipanina her, sum var ein unikk saman­ koyring millum tað almenna og bankarnar. Nú fingu vit eina verri og avoldaða skipan, ið hevur kostað omanfyri 300 milliónir umframt mistar førleikar og møguleikar fyri KT-vinnu. Tragikomikkurin er enn størri: Landið nú skal gjalda fyri ein heilt nýggja skipan til TAKS, sum kann koyra saman við skipanunum í Dan­mark. Vit skulu altso betala eykarokning sum skatt­­gjaldari fyri at sleppa at betala skatt av okkara løn og peng­um, sum vórðu flutt av landinum. Síðani skulu vit gjalda eyka fyri ein brúka ein net­ banka, sum er verri. Rentuhækking brennir bíligt valspik burtur Og so skulu vit knappliga gjalda hægri rentu og hópin av nýggjum ómaksgjøldum. Nýggjasta rentuhækkingin futtar skjótt tað bíliga val­ spikið av um skattalættar hjá familjunum. Fyrst skulu vit gjalda rentu fyri lán­ini - sum eru vør­an. So skulu vit gjalda fyri at síggja okkara egnu peng­ar og fyri at gera arbeið­ ið fyri bank­arnar, at flyta pengarnar. Hetta svarar til, at vit fara í FK og leggja vørur í vognin. Tá vit koma til kassan, so skulu vit ikki bara gjalda høgan prís fyri vørurnar. Nei, knappliga skulu vit hava eina eykarokning fyri, at vit hava lagt vørurnar í vognin, og at vit leggja tær uppá bandið. Vit skulu gjalda fyri kvittanina, og fyri at koyra vøruna í posar. Og eru bankarnir aftur óhepnir í síni útrás, kunnu vit standa í teirri støðu, at skattaborgarin og brúkarin fær alla rokningina. Okkara krøv kunnu hava megi At ongin krøv til bankarnar eru sett í Føroyum og politiska skipanin hevur kastað alla ábyrgd og regulering frá sær, hevur kostað samfelagnum, skattaborgaranum og húsar­ haldinum millardir aftaná milliardir. Vit mugu og skulu tora at seta bankunum krøv og viðgera skylduna hjá teimum í at skapa veruliga fígging til vinnu og húsarhald og menning í Føroyum. Men ber tað til at seta krøv til bankar? spyr onkur. Ja, tað ber sjálvandi væl til. - Vit hava samtykt broyting í Húsalánsgrunninum, sum eisini skal brúkast til at trýsta rentuna niður. - Vit kunnu krevja, at um bankarnir ikki lækka rentuna og steðga ómaksgjøldum, so broyta vit lógina um, at allar lønir og gjøld skulu umvegis ein peningastovn. Ístaðin kunnu øll fáa møguleikan at seta løn inn á eina almenna skipan (eins og girobankin á sinni). - Vit kunnu eisini taka upp við bankarnar, at ein nýggj pensjónsskipan kann broyta reglurnar fyri, hvar loyvt er at seta sína pen­sjóns­ uppsparing - og tá kunnu føroysku bankar­nir missa. Vilja teir ikki fáa kapital til føroyska samfelagið og fíggja menning í Føroyum, so mugu vit hava aðrar loysnir. - Og í sambandi við, at nýggj elektronisk skattainn­ krevjingarskipan skal ger­ ast, skulu vit seta krøv um, hvussu KT-førleikin og skip­ an­inirnar skjótt kunnu fáast at virka aftur í Føroyum. - Vit skulu eisini tryggja við lóg, at virksemið hjá bank­ unum uttanlands ikki verður ábyrgd hjá skatt­gjaldarunum í Føroyum. Nógv politisk amboð eru tøk til at krevja broytingar mótvegis bankunum. Tað krevur bert hugsjónir og dirvi at fremja tær. Høgni Hoydal LØGtingsvalið 2011 Vit skulu seta bankunum krøv! Tjóðveldi hevur sum part av síni valskrá, at vit skulu seta bankunum krøv og treytir fyri at fáa rentu og ómaksgjøld niður. Tað gongur ikki, at vit lata bankarnar í Føroyum virka sum statir í statinum - ella rættari: statir í heimastýrinum Men mentan og list er trupul at seta í bás og at seta á eina fasta tímatalvu í skúlunum. Seinastu árini hava vit í Mentamálaráðið saman við kommununum og Norðurlandahúsinum roynt eina skipan, sum vit kalla fyri “ Listaleypin”. Listaleypurin nú fastur táttur í fólkaskúlanum Henda skipan gongur út upp á, at listafólk og menta­ fólk søkja um at fara út á skúlarnar við einum ávísum tiltaki. Tað kann vera tón­leik­ ur, sjónleikur, dansur, leirlist, myndlist, ritverk ella okkurt annað. Og so langt sum játtanin røkkur, verður so ein skrá løgd fyri árið. Skúlarnir søkja síðani sam­bært skránni um tað lista­átak, sum tey ynskja sær. Á henda hátt fáa okkara mæt­ astu listafólk høvi at virka á sínum øki, og skúlin og næm­ ingarnir fáa eina uppliving og eina avbjóðing at arbeiða víðari við. Nú er semja fingin í lag við kommunurnar um, at gera “Listaleypin” til fastan tátt í fólkaskúlanum. Listaleypur fyri tey eldru Eg haldi, at vit áttu at ment eina líknandi skipan fyri tey eldru. At listafólk á sama hátt kundu lagt eina skrá fyri ellis-og røktarheim, dagtilhald og sambýlir ella onnur støð, har tey eldru koma saman. Eg ivist onga løtu í, at ein tílík skipan hevði skapað sínámillum íblástur. List er avbjóðandi og revsandi og fram um alt kreativ og skapandi. Týdn­ing­ armiklir førleikar hjá okkum øllum at menna. Helena Dam á Neystabø valevn hjá Javnaðarflokkinum LØGtingsvalið 2011 Listaleypur Mentan og list er týdningarmikil táttur í uppaling av børnum og ungum. Listarligar upplivingar víðka hugaheimin, skapa tolsemi og virðing fyri øðrum, og kunnu eisini veita sálarbót Kærleikin er ein natúr lóg. Kærleikin til føðilandið. Kærleikin til trúgv sína. Kærleikin til móðir og faðir. Kærleikin til familju. Kærleiki til okkara børn. Men størstur er kærleikin til tað menniskja, vit velja at liva saman við, restina av lívinum. Men ikki øll fáa lov til at geva henda kærleika. Ikki lov at føla henda kærleika. Ikki lov at liva í hesum kærleika. Hvønn rætt hava vit sum samfelag at nokta summum borgarum kærleikan. Ikki sleppa at vera forelskað. Ikki at sleppa at føla summarfuglarnar í búkinum. Ikki føla hitin, tá hann fer, líka niður í lítlutá, og upp, út í uttasta hárið. Ikki føla at hjarta leypur eitt slag um, tá eyguni møtast. Men Framsókn og eg vilja tað øðrvísi. Framsókn er ein frælslyntur flokkur, sum leggur stóran dent á persónliga frælsið hjá øllum landsins borgarum. Vit vilja, at vit øll, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. Hetta merkir, at vit øll eisini skulu kenna okkum trygg og vird, soleiðis sum vit eru. Kenna okkum trygg at stíga fram, og rópa okkara kærleika um geilar og tún. Tora trygg at stand við síni sannføring. Tora at fylgja kærleikanum. ....... men størstur er kærleikin Karlot Hergeirsson Valevni hjá Framsókn LØGtingsvalið 2011 Einki er størri enn kærleikin. Einki betri enn kærleikin. Einki sterkari enn kærleikin. Einki týdningarmiklari enn kærleikin. “bara ein hevði luft og kærleika, so gekk tað nokk” Valgreinar