mánadagur 24. oktober 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Rækjuflotin hevur havt nógv
trupul ár á rað, og støðan hjá
flotanum er vánalig við árs
lok 2010. Í løtuni eru bert
tvey skip í vinnu. Tey eru
Arctic Viking og Fríðborg.
Bjarni Arnason hjá Nota
sigur, at tað hevur ikki verið
møguligt at fáa neyv hagtøl
fyri miðalprís og veiðinøgd
fyri fyrstu átta mánaðirnar í
2011, soleiðis at samanburður
kann gerast við somu mán
aðir í fjør.
- Tó ber til at siga, at
nøgdin fyri hvørt skipið
er hækkað nakað í 2011
samanborið
við
sama
tíðarskeið í 2010. Sama ger
seg galdandi við miðalprísi
num.
Hann vísir á, at tekniskir
trupulleikar og øktar olju
útreiðslur í 2011 toga í skeiva
endan.
- Væntast kann tí, at úrs
litið hjá rækjuflotanum, sum
annars gav eitt lítið avlop í
2010, verður heldur lakari í
2011.
Leggjast kann aftrat, at
eginognin hjá rækjuflota
num hevur verið negativ øll
árini frá 2006-2010.
- Tølini fyri gjaldføri eru
eisini vánalig øll árini, men
batnaðu nakað í 2010, sigur
Bjarni Arnason.
Vilmund Jacobsen
Fíggjarstøðan hjá partrolar
unum er versnað seinnu ár
ini og var heldur ikki nøkt
andi við árslok í 2010.
Nota sigur í síni rokn
skapargreining, at partrolar
ar hava havt nøkur vánalig
ár. Sera illa royndist árið
2007 við niðurskrivingum
upp á veiðiloyvi og skip á 73,5
miljónir krónur.
- Árið 2009 royndist betri
enn 2008. Hetta kemst eitt
nú av, at veiðinøgdin øktist
munandi í 2009. Tó hevur
vánaliga gongdin í 2010 ført
til, at fleiri feløg, sum eiga
partrolarar, fóru undir av
tøku í 2010.
Lagt verður aftrat, at
nýggir eigarar hava keypt
skipini, sum fóru undir ham
aran, og hesi skip verða væn
tandi við aftur í greiningini
fyri 2011.
Nota veit at siga, at veiði
nøgdin fyrstu átta mánaðirn
ar í ár er væl minni enn somu
tíð í 2010. Miðalprísurin er tó
øktur í ár og hevur soleiðis
givið eitt avmarkað eyka ík
ast í 2011.
- Hinvegin ger vánaligi
upsafiskiskapurin og høgi
oljuprísurin í 2011, at úrslitið
hjá partrolarum er heldur
lakari enn undanfarna ár,
sigur grannskoðarafelagið.
Partolarar hava
vánaligan rakstur
Rækjuflotin fleiri trupul ár
Ársúrslitini hjá rækjuflotanum hava víst hall árini 2006 til 2009, men í 2010 er eitt lítið avlop
Vilmund Jacobsen
Í síni roknskapargreining
sigur grannskoðarafelagið
Nota, at verksmiðjutrol
ararnir høvdu hampiliga
góðan rakstur fram til ár
2007. Men í 2008 lækkaði
miðalprísurin fyri fiska
vøruna nógv, og hetta
helt fram í 2009. Síðan
hækkaðu prísirnir aftur
í 2010. Nøgdin minkaði
nakað árini 2007 til 2008,
men vaks aftur í 2009 og
2010, og í 2010 er nøgdin
eitt vet hægri enn í 2006,
tá greiningin byrjar.
- Henda gongd sæst
aftur í úrslitinum – áðr
enn óvanligt – sum so
leiðis vísti hall árini 2008
og 2009, men í 2010 hevði
verksmiðjuflotin
aftur
størri veiðinøgd og avlop
í rakstri
Bjarni
Arnason
hjá
Nota vísir á, at gjaldførið
hjá
hesum
skipabólki
hevur verið stabilt árini
2006 til 2009, men batnar
munandi í 2010, eins og
soliditeturin er góður.
- Tað hevur ikki verið
møguligt at fáa neyv
hagtøl fyri miðalprís og
veiðinøgd fyri fyrsti átta
mánaðirnar í ár í mun
til somu tíð í fjør. Tó eru
ábendingar um, at saml
aða veiðinøgdin í 2011
verður nakað lægri enn í
2010, tí Føroyar ikki hava
sáttmála við Noreg í 2011.
Lagt verður aftrat, at
miðalprísurin er á leið
hin sami í ár sum somu
tíð í fjør, tó kanska eitt
vet hægri.
- Hinvegin eru oljuút
reiðslurnar øktar, og tí
er væntandi, at úrslitið
hjá verksmiðjutrolarum
í 2011 helst nakað lakari
enn í 2010, sigur Nota í síni
greining av fiskiskipa
flotanum.
Gjaldførið hjá verksmiðjutrolarunum er
gott – og batnaði munandi í 2010
Minni
veiðinøgd
í 2010
Verksmiðjutrolarar
hava gott gjaldføri, og
soliditeturin er góður
Samanlagt gav rækjuflotin,
sum nú er tódnaður
niður í tvey skip, eitt
lítið avlop í 2010
Partrolarar hava havt nøkur vánalig ár, og vánaliga gongdin
í 2010 gjørdi, at fleiri feløg fóru av knóranum
Fleiri feløg, sum áttu
partrolarar, fóru
undir avtøku í 2010,
og skipini hava fingið
nýggjar eigarar