mánadagur 24. oktober 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í nýggju roknskapargrein
ingini, sum grannskoðara
felagið Nota hevur gjørt yvir
árini 2006-2010, sigur felagið
um gongdina hjá uppisjóvar
skipunum, at hesi hava klár
að seg rímiliga væl øll árini,
sum greiningin fevnir um.
Tó sæst ein afturgongd ár
ini 2006-2008. Men síðan er
hendan gongd vend, og árið
2010 gjørdist eitt rímiliga
gott ár hjá hesum bólki.
- Men uppisjóvarflotin er
ikki nóg væl konsolideraður,
og gjaldførið kundi verið væl
betri, sigur Nota.
Lagt verður aftrat, at
møguligt hevur ikki verið
at fingið neyv hagtøl fyri
miðalprísir og veiðinøgd fyri
fyrstu átta mánaðirnar í ár.
Tí ber ikki so væl til at gera
neyvar samanberingar fyri
2010 og 2011.
- Greiðar ábendigar eru
tó um, at økta makrelnøgdin
saman við einum hægri
miðalprísi higartil í ár, fer at
gera úrslitið í 2011 betri enn
í 2010, hóast høga oljuprísin,
sigur Bjarni Arnason hjá
Nota.
Í mun til undanfarin
ár er tann broyting gjørd í
uppgerðini hjá Nota, at skip
bólkað sum ídnaðartrolarar,
ið fiska uppisjóvarfisk, eru
tikin við í uppgerðina fyri
uppisjóvarvinnuna.
- Henda broyting er gjørd
fyri øll fimm árini, sum
greiningin fevnir um. Mett
er, at við at taka hesi skip
við, sæst ein meiri fullfíggjað
mynd av fiskiskapinum í
uppisjóvarvinnuni,
sigur
Bjarni Arnason.
Makrelur hálar í rætta endan
- Greiðar ábendigar eru um, at økta makrelnøgdin saman við einum hægri miðalprísi higartil í ár, fer at gera
úrslitið hjá uppisjóvarflotanum í 2011 betri enn í 2010, sigur grannskoðarafelagið Nota í roknskapargreining
- Uppisjóvarflotin hevði eitt gott ár í fjør, men er ikki nóg væl konsolideraður, og gjaldførið kundi verið væl betri, sigur Nota
312 fiskimenn færri
Ársverkini í fiskiflotanum eru minkað á hvørjum
ári, og tað er talið av skipum eisini
Vilmund Jacobsen
Seinastu
fimm
árini
er
talið av fiskimonnum við
føroyskum skipum minkað
úr 1.087 í 2006 niður í 775 í
2010. Hetta er ein minking við
tilsamans 312 fiskimonnum
Tað
vísir
roknskapar
greiningin,
sum
grann
skoðarafelagið Nota hevur
gjørt, og sum varð løgd fram
í hølunum hjá Norðoya
Sparikassa í Miðlon seinasta
hósdag.
Tað
eru
línuskipini,
sum hava flestu menninar
umborð,
næstir
teimum
koma partrolararnir og síðan
uppisjóvarskipini.
- Ársverkini eru minkað
á hvørjum ári, og tað er
talið av skipum eisini, segði
Bjarni Arnason, ið stóð fyri
framløguni vegna Nota.
Hann
legði
aftrat,
at
bara árini 2009 til 2010 er
talið av størvum í føroyska
fiskiskipaflotanum minkað
við 11,1%.
Í 2006 vóru tilsamans
86 skip við í greiningini hjá
Nota. Í 2010 er talið bert 67 -
ella 19 færri.
Greiningin
fevnir
um
fiskiskip, sum eru størri enn
110 tons - ella skip, ið hava
eina maskinorku, sum er yvir
400 HK.
Færri skip eru nú í fiskiflotanum – og størvini á sjónum eru soleiðis eisini munandi færri