mánadagur 24. oktober 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Seinnapartin hósdagin hevði
grannskoðarafyritøkan
Nota sína árligu framløgu
av gongdini í fiskiskipa
flotanum, har felagið við
fáum undantøkum hevur
øll fiskiskip størri enn 110
tons - ella sum hava eina
maskinorku, sum er yvir 400
HK - við í sínari greining av
gongdini.
Grundarlagið undir grein
ingini, sum nú fevnir um
árini 2006 til 2010, er almen
nu ársfrágreiðingarnar hjá
teimum feløgum, sum eiga
skipini. Aftrat hesum hevur
felagið fingið upplýst netto
sølu, veiðinøgd og annað til
at stuðla undir greiningar
arbeiði.
Útróðrarflotin er ikki við
í greiningini, tí tað eru fáir
bátar, sum eru skipaðir í
parta-ella smápartafelag við
skyldu at lata inn almenna
ársfrásøgn.
Greiningin
hjá
Nota
fevnir soleiðis um pelagisk
skip, rækjuskip, verksmiðju
trolarar, partrolarar, lemma
trolarar, línuskip, garnaskip
og onnur skip.
- Í greiningini hava vit
lagt dent á at vísa gongd
ina hjá hvørjum einstøkum
skipabólki hesi fimm árini.
Men fyri at fáa eina heildar
mynd av fiskiskipavinnuni
hava vit eisini valt at leggja
tølini fyri allar skipabólkar
nar saman. Hesar talvur eru
tær fyrstu í frágreiðingini,
sigur Bjarni Arnason, sum er
høvuðspersónurin hjá Nota
aftanfyri hesar áhugaverdu
greiningar.
Sær til hjálpar í hesum
arbeiði hevur hann Christinu
á Bøgarði, ið eisini er grann
skoðari hjá felagnum.
Egnar niðurstøður
Roknskapargreiningin
hjá
Nota leggur dent á at geva
lesarunum møguleikan at
gera sínar egnu niðurstøður.
- Tilfarið er rættiliga
rúgvusmikið og kann lesast á
ymiskar hættir, leggur Bjarni
Arnason dent á.
Í greiningini verður stað
fest, at stórar broytingar eru
farnar fram hjá fiskiskipa
flotanum árini 2006 til 2010.
- Sum heild hava tey sein
astu árini hjá fiskiflotanum
verið skiftandi. Talan var
um góð úrslit í 2006 áðrenn
óvanligt, ið eitt nú kann vera
søla av skipum. Allir bólkar
uttan pelagiski flotin høvdu
positiv úrslit áðrenn óvan
ligt. Síðan vóru úrslitini
versnandi árini 2007 og 2008
– áðrenn óvanligt. Vend kom
í aftur í 2009, og í 2010 er úrs
litið – áðrenn óvanligt – aftur
hampiliga gott.
Bjarni Arnason segði, at
nú er tað pelagiska vinnan og
verksmiðjutrolarar, ið hava
havt nøktandi úrslit í 2010 og
sum hála samanløgdu tølini í
rætta endan.
Hann segði, at óvanligar
inntøkur og útreiðslur ávika
úrslitini øll árini, tó við
undantaki av 2009.
- Serliga nógv ávirkað av
”óvanligum” eru árini 2006 og
2008, segði Bjarni og sipaði til,
at eitt nú skipasølur kunnu
broyta heildarmyndina nógv,
og tí má hædd eisini takast
fyri hesum, tá greiningin
verður lisin.
Gongur betri
Roknskapargreiningin
hjá
Nota fevnir ikki um árið
2011. Tó eru ábendingar um,
at árið í ár verður nakað
betri enn 2010 hjá flest øllum
skipabólkum tilsamans.
Bjarni Arnason vísti á, at
sambært tølum hjá Føroya
Fiskimannafelag, ið hevur
eina góða og neyva hagtals
skipan, er samlaða veiði
virðið í tíðarskeiðinum janu
ar til august 2011 hækkað
samanborið við somu mán
aðir í 2010.
- Gongdin verður tí vænt
andi betri í 2011, men kortini
verða tað fleiri skipabólk
ar, sum verða hart kroyst
ir fíggjarliga, segði Bjarni
Arnason, løggildur grann
skoðari.
Sosialurin fer at venda
aftur til roknskapargrein
ingina hjá Nota í øðrum
bløðum.
vilmund@sosialurin.fo
Fiskiflotin reisist spakuliga
Gongdin í fiskiskipaflotanum ber á rætta borðið. Vend er komin í, og árið 2010 er hampiliga gott. Útlitini
fyri 2011 eru enn betri. Tað er framvegis heimaflotin, sum gevur hall, meðan langfaraflotin og pelagiski
flotin geva avlop – ja, sjálvt rækjuflotin hevði eitt pinkalítið avlop í fjør. - Gongdin verður væntandi betri í
ár enn í fjør, men kortini eru tað fleiri skipabólkar, sum eru hart kroystir fíggjarliga, segði Bjarni Arnason,
tá hann greinaði fiskiskipaflotan í framløgu í hølum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon hósdagin
tilfarið er rættiliga
rúgvusmikið og kann
lesast á ymiskar hættir
BJARNI ARNASON
Framløgan hjá Nota var fyri viðskiftafólkum hjá grannskoðarafelagnum. Tá Mortan Johannesen reisti spurningin,
hví so lítið fæst fyri daggamlan útróðrarfisk, kom áhugavert kjak í lag, sum Sosialurin fer at venda aftur til
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað var Bjarni
Arnason, løggildur
grannskoðari hjá Nota,
sum legði greiningina
av fiskiskipaflotanum
fram hósdagin. Sær
til hjálpar hevur hann
Christinu á Bøgarði, sum
eisini er grannskoðari
hjá felagnum
Mynd: Vilmund Jacobsen