Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Námsfrøðingur til Gjáarlon Til dagstovnin Gjáarlon verður søkt eftir avloysara fyri námsfrøðing, sum fer í barnsburðarfarloyvi. Setanin er frá 14.11.2011 til 30.06.2012. Starvið er 35 tímar um vikuna. Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á: • trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum • at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur • at vit eru ein grønur stovnur Vit ynskja: • at tú hevur áræði at geva børnunum avbjóðingar í gerandisdegnum, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • at tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt • at tú ert ágrýtin, jalig/-ur og nýhugsandi • at tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið Lønarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Núverandi setanarstaður er Gjáarlon. Setanarøkið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morið A. O. Gardy, leiðara, á tlf. 770 134 ella Solveig Olsen, varaleiðara, á tlf. 770144. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. november 2011 kl. 12 og sendast til: Vestmanna Kommunu Bakkavegur 16 Postboks 91 355 Vestmanna Gjáarlon er dagstovnur við vøggustovu og barnagarði – normeraður til 84 børn. Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum leggur dent á at fara væl um umhvørvið – inni sum úti. Stovnurin hevur góðar umstøður – bæði innan- og uttandurða. Okkum dámar væl at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar úti í náttúruni. Á henda hátt kunnu vit menna børnini likamliga og geva teimum vitan um náttúruna. Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl.17.15. Valgreinar Tað er stórur tørvur á at seta endurvenjing á dagsskránna, ella rættari “rehabilitering”, sum er eitt breiðari hugtak, ið ikki er knýtt at nakrari serstakari viðgerð. Rehabilitering snýr seg um at geva fólki við mistum førleika sína tign, æru ella støðu aftur. Tað kann gerast við venjing, men kann eisini innihalda onnur sløg av viðgerð, stuðli ella hjálp, so samanumtikið er neyðugt við hugburðsbroyting. Vit mugu hugsa meira enn bara um røkt, vit mugu hugsa um “tað heila menniskja”, sum skal hava sítt lív so gott og virðiligt sum gjørligt. Visiteringin til heimahjálp skal víðkast til eisini at fevna um heimavenjing, ergo og fyrioterapi – hetta fyri, at fólk kunnu verða longri virkin í egnum heimi. Sambandsflokkurin til tryggja endurvenjing til fólk, sum av einari ella aðrari orsøk hava brúk fyri at vinna førleikan aftur. Stórur dentur skal leggjast á tann samskipandi partin, og tað tvørfakliga samstarvið. Tað er sera týdningar­ mikið, at fólk, ið missa sín fulla førleika, ella á annan hátt møta mótgongd á lívs­ leiðini, verða stuðlað í at vinna á trupulleikunum, og eftir førimuni aftur gerast virkin í samfelagnum. Sergreinirnar eru mangan ein forðing fyri, at fólk fáa viðgerðar tilboð á øllum stigum, tí tað vísir seg, at tá ein við­gerð er liðug, er trupult at fáa tað næstu at taka við, ella at fáa eitt saman­hangandi tvørfakligt tilboð. Samskipari er settur at fyrireika eina komandi endur­venjingareind har “Sam­­skip­an” er rætti­liga týdn­­­ingar­­mikil. Neyð­ugt er inn­an end­ur­venjingar­ eind­­­ina, at sam­starv skal verða tvør­­fakligt, og millum myndug­leikarnar. Tilboðini skulu verða veitt við støði í eini heildarmeting av tørvinum hjá tí einstaka og við tí fyri eyga, at hin einstaki kann verða “sum longst við egið lív”. Samband við borgaran Endurvenjing Rósa Samuelsen Valevni hjá Sambandsflokkinum LØGtingsvalið 2011 Aðrir flokkar hava í nógv ár roynt at takað sær “patent” uppá alt almanna- og heilsu­ økið. Veruleikin er tó ein heilt annar. Borgarligu flokkarnir hava í líka so nógv ár havt politiskar málsetningar á almanna- og heilsuøkinum. Eg haldi, at tíðin er komin til at Fólkaflokkurin setir seg við róðrið á almanna- og heilsuøkinum. Tí bjóðið eg meg fram sum løg­tings­ valevni, til tess at fólka­flokks­ veljarar fáa møgu­leikan at fáa ávirkan á almanna- og heilsumálini. Tí júst á hesum økinum, sum fyllir yvir helvtina av útreiðslunum á fíggjarlógini, eru møguleikarnir og tørvurin at fremja broyt­ingar stórur. Ikki fyri at lækkað tænastustøði, men at gera tað einfaldari og betur. Tí mest avgerðandi fortreytin fyri aftur at skapa vøkstur, er trivnaðurin fyri fólkið her býr, sum uttan saman­bering er FØROYA TÝDNINGAR­ MESTA TILFEINGI. Verið eg vald í løgtingið, havi eg sett mær sum mál, at Fólkaflokkurin arbeiðir fyri eitt nú hesum málum á trivnaðarøkinum, fyri at nevna nøkur av hjartamálum mínum: • At fáa eina einfaldari og betri forsorgarlóg • At børn við serligum tørvi fáa munandi betri tænastur og møguleikar • At bøta um livikorini og møguleikarnar hjá støkum upp ihaldaranum • At fólk við skerdum førleika fáa betri arbeiðs- og inntøkumøguleikar • At menna eina tvør­ gangandi, saman­hang­ andi sjúk­linga­viðgerð í tøtt­­um sam­starvi millum sjúkra­­húsini, rest­ina av heilsu­verki­num og ser­ viðgerðina uttan­lands. • At seta í verk krabba­ meins­ætlanina • At stuðla uppundir fjøl­ broytni í fyribyrgjandi tænastum til eldri, við at betra um heimahjálp, mat­tænastur, dagtilhald, um­lætting, venjingar­ møgu­leikar og vitjunar­ tænastur. • At miðnámsnæmingar fáa lestrarstuðul Samlaða valskrá Fólka­ floksins fyri m.a. trivn­aðar­ økið, heilsuøkið, ung­dóms­ økið og eldraøkið sæst annars á http://folkaflokkurin.fo Aibritt á Plógv valevni Fólkafloksins LØGtingsvalið 2011 »Sosiali profilur Fólkafloksins« www.sosialurin.fo