Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen 2011 landskappingin í fótbólti er liðug. Síðstu bríkslini vóru seinna­ partin leygardagin. Málini borga fyri undirhaldi, plagar at vera sagt, og um málrúgvan verður nýtt at meta seg eftir, so hevur lands­kapp­ ingin ongantíð áður verið so undir­ haldandi, sum hon var tað í ár. Í teimum 135 landskappingar­ dystunum í ár vórðu skorað 478 mál ella í miðal 3,541 mál í hvørjum dystinum. Sjey ferðir hevur kapp­ ingin verið 27 umfør ella 135 dystir. Næstmál ríkasta kapp­ingar­árið var í 2009, tá ið samlaða mál­talið var 450. Serliga merkisvert er tað, at meistaraliðið B36 hvat málum við­ víkur hevur verið heilt øðrvísi í ár, enn tað var, tá ið árstalsfelagið vann FM fyri seks árum síðani. Í 2005 vann B36 54 stig (15 sigrar, 9 javnleikir og 3 tap), og málmunurin var 38-17. Í 2011 hevur B36 vunnið FM við metnógvum stigum. Úrtøkan var 67 stig (21 sigrar, 4 javnleikir og 2 tap), og málmunurin var 63-28. Tað vil siga, at B36 hevur í ár skorað 25 mál fleiri, enn meistara­ heitið varð vunnið við fyri seks árum síðani, og tað fóru ellivu mál fleiri ígjøgnum hjá B36 í ár, enn tað fóru fyri seks árum síðani. Í nýggjari útgávu Fýra spælarar, sum vóru við til at vinna FM til B36 í 2005, vóru aftur í ár partur av besta liðnum. Teir eru Ingi Højsted, Klæmint Matras, Kenneth Jacobsen og Heini í Skorini. Í ár hava 21 spælarar umboðað meistaraliðið. Málverjin, Meinhardt Joensen, er tann einasti, sum hevur spælt allar 2430 minuttirnar. Tveir aðrir – Jonas Flindt Rasmussen og Lukasz Cieslewicz – hava verið við í øllum 27 dystunum. Hinir spælararnir, sum hava verið á FM liðnum eru hesir, við dystartalinum í klombrum: Høgni Eysturoy (26), Símun Joensen (26), Klæmint Matras (26), Róaldur Jacobsen (26), Heini í Skorini (26), Jákup á Borg (25), Súni Olsen (25), Odmar Færø (24), Ingi Højsted (23), Kenneth Jacobsen (19), Atli Danielsen (13), John Hansen (10) Mahmud Suleiman (10), Ámund Nolsøe (3), Rasmus Dan Sørensen (3), Rúnar í Lon Jacobsen (3), Hørður Askham (2) og Sigurð D. Carlsson (1). joannes@sosialurin.fo Jóannes Hansen Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar og meiri aftrat, tá ið tað leygardagin varð greitt, hvat lið skuldi flyta upp í bestu deildina saman við FC Suðuroy. Tá ið fasittið var undir­ strikað tvær ferðir, vísti tað seg, at TB næsta ár verður partur av bestu deildini, og harvið var tað greitt, at AB, sum annars lá til at flyta upp, stóð eftir við Svarta Peri og tískil eisini í 2012 skal spæla í næstbestu deildini. Munurin millum nummar tvey og trý var so at siga eingin. AB og TB høvdu sama stigatal og sama málmun. At TB hevði skorað 81 mál, og at AB hevði skorað 80 mál bar við sær, at TB vann rættin at flyta upp. Undan leygardegnum bendi alt á, at AB skuldi flyta upp, og hóast tað gekk eitt sind­ur striltið at fáa glið á, so tóktist AB at hava greitt sín setning við 6-1 heimasigri ímóti niðurflutta FC Hoyvík, sum pyntaði um, tá ið tíðin var um at vera farin. At FC Hoyvík skor­aði, vísti seg í síðsta enda at vera vanlukkan hjá AB. Í Streymnesi var TB øgi­ligt frá fyrsta bríksli ímóti mátt­ leysum heimaliði, sum einki formáddi sær og longu átta min­uttir undan steðginum var aftan­fyri 8-0! TB vann 11-0, og síðsta málið varð skorað við brotssparki, tá ið næstan sjey minuttir vóru farnir út um van­ligu leiktíðina. Vónbrotið var eins stórt á Argjum, sum kætið var í TB leguni við Margáir. EB/ Streym­ur varð í útvarpunum hjá Kringvarpinum og Rás2 av umboðum fyri AB ákært fyri ikki at hava tikið uppgávuna í nóg stórum álvara, og EB/ Streyma venjarin vardi seg við, at hann hevði spælt við tí besta liðnum, sum hann hevði at ráða yvir. Hann vísti samstundis á, at tað var óheppið fyri hann og hansara lið, at Vodafoneliðið hjá EB/Streymi bara tveir tímar eftir dystarbyrjan við Margáir skuldi spæla á Svangaskarði. Dómaraseðilin vísir, at av teimum fjúrtan, sum leygar­ dagin vóru á EB/Streyma lið­ num í 1. deild, hava seks spælt fleiri enn tjúgu dystir á næst­ besta liðnum í ár, og fimm hava spælt færri enn tíggju ferðir á næstbesta liðnum. 07 Vestur setti met við at flyta niður við ongum stigi, og FC Hoyvík noyddist at ásanna, at dreymarnir um fjórða liðið í høvuðsstaðnum í fremstu røð framvegis er ein dreymur, sum liggur eitt sindur frammi. At tað vignaðist so mikið illa, sum tað gjørdi hjá AB, ber við sær, at tað aftur næsta ár bara verða tey bæði grannafeløgini í Gundadali, sum fara at umboða høvuðsstaðin í fremstu røð. Og tað ber eisini við sær, at Suðuroy næsta ár verður eins væl umboðað í bestu deildini, sum høvuðsstaðurin verður. joannes@sosialurin.fo 1. deild TB fullkomuliga skrædlaði EB/Streym, og tað bar við sær, at tvøramenn vunnu seg í bestu deildina – eitt skorað mál frammanfyri favorittarnar í AB – og at Suðuroy nú eigur eins stóra umboðan í fremstu røð sum høvuðsstaðurin Drama fyri allar pengarnar Fleiri mál enn nakrantíð Fótbóltur Meistaraliðið, sum var í nýggjari útgávu, skoraði 25 mál fleiri í ár, enn tað gjørdi, tá ið FM heitið varð vunnið fyri seks árum síðani B36 hevur í ár skorað 25 mál fleiri, enn meistara­heitið varð vunnið við fyri seks árum síðani Mynd: Álvur Haraldsen