mánadagur 24. oktober 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Fullsett var á Hvonn seinnapartin
í gjár, tá Miðlahúsið skipaði fyri
samkomu, samstundis sum tær
ymsu heiðurslønirnar í fótbóltinum
í júst lokna kappingarári vórðu
handaðar. Sent var beinleiðis á Rás
2, so fólk kring landið kundu fylgja
við í tí, sum hendi á Hvonn.
Hetta vóru heiðurslønir til
ársins
spælarar,
stjørnuskot,
málverjar, venjarar og dómara, og
tað vóru liðformenn, venjarar og
ítróttarjournalistar, sum høvdu
atkvøtt fyri teimum bestu. Eisini
var latin ein serlig Fair play-
heiðursløn
og
toppskjúttarnar
fingu gyltar skógvar.
Tey, sum handaðu heiðurslønir,
vóru Christian Andreasen, FSF-
forseti, Josef Abrahamsen frá
Thomas Dam Ítróttur og Høgni
Thomsen frá Vodafone.
Talan var um eina hugnaliga
og avslappaða løtu, har Hvonn
borðreiddi við onkrum løttum, og
nógv fótbóltsfólk nýttu høvi at
støkka inn á gólvið á Hvonn, har
tey kundu síggja allar handanirnar,
umframt hoyra Jens Marna Hansen
syngja – og annars bara hugna sær.
hilmarjan@sosialurin.fo
Gylt punktum sett fyri árið
Øll tey bestu í farna kappingarárinum fingu heiður og æru, tá Miðlahúsið
seinnapartin í gjár sendi eina serliga útgávu av Hvonn Live
Jóannes Hansen
Rannvá B. Andreasen úr KÍ og
Lukasz Cieslewicz úr B36 hava verið
bestu spælararnir hjá ávikavist
kvinnum og monnum í føroyskum
fótbólti í 2011.
Hetta
er
níggjunda
ferðin,
at Rannvá B. Andreasen verður
kosin besti kvinnuligi spælarin í
Føroyum, og tá hon varð biðin um
at siga, hvør hon heldur orsøkina
vera til, at júst hon so ofta er kosin
ársins spælari, svaraði Rannvá:
– Eg geri mítt ítarsta við at venja,
og eg kenni tað framvegis vera
hugaligt at spæla fótbólt. Og tað
skulu góðir liðfelagar til, um hesin
heiðurin skal røkkast, og eg haldi
meg hava frálíka góðar liðfelagar.
Lukas Cieslewicz hevur í ár fyri
fyrstu ferð spælt í bestu føroysku
deildini, og tískil var hetta fyrsta
ferðin,
at
hann
rakk
hesum
heiðrinum, sum hann var glaður
fyri.
–
Liðfelagarnir
hava
verið
góðir, og tað hevur gingið væl hjá
okkum øllum, segði framherjin,
sum eisini næsta ár spælir við
meistaraliðnum.
– Vit ætla okkum aftur at vinna
heima á landi, og vit ætla okkum
at standa okkum væl í europeisku
kappingini, sum vit gleða okkum
ógvuliga nógv til at taka lut í, segði
Lukasz Cieslewicz.
joannes@sosialurin.fo
Rannvá og Lukasz
ársins spælarar