Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Bestu ungu fótbóltsspælararnir í Føroyum hetta kappingarárið hava verið Eyðvør Klakstein úr KÍ og Klæmint A. Olsen úr NSÍ. Tað er rættiliga sjáldsamt, at Eyðvør Klakstein millum liðfelagarnar á sigursvanda KÍ- kvinnuliðnum hevur mammuna, Báru Klakstein. – Hetta er fantastiskt, tí allar eru ótrúliga góðar, so eg eri bilsin, at eg eri vald. Men tað er bara at tíma at spæla og hava áhugan, segði Eyðvør, sum í skemti helt fyri, at tað var »bæði og« at hava mammuna við sær til hvønn dyst. Klæmint A. Olsen úr NSÍ var fegin um heiðurin: – Hetta kenni eg sum herðaklapp og sum álitisváttan um, at man hevur gjørt eitt gott arbeiði, og tað eri eg fegin um, segði hann. Eisini Klæmint er vanur við at hava pápan rundan um seg í sambandi við dystir, tí Andras Olsen er liðleiðari hjá NSÍ: – Tað er eitt sindur øðrvísi, at hann alla tíðina er har, men hann ger eitt gott arbeiði. joannes@sosialurin.fo Eyðvør og Klæmint eru stjørnuskotini Jóannes Hansen Randi Wardum í KÍ var í 2011 besti málverjin í kvinnukappingini. At Randi verður kosin besti málverjin er ikki nakað nýtt. Hetta er níggjunda ferðin, at Randi Wardum er kosin besti málverjin. – Tað er framvegis stuttligt at spæla, og eg elski at tveita meg eftir bóltinum, staðfesti Randi Wardum, sum kom beinleiðis frá hondbóltsdysti og á Hvonn at taka ímóti heiðrinum. Hon sendi samstundis eina tøkk til liðfelagarnar í KÍ. René Tórgarð tók fyri aðru ferð ímóti heiðrinum sum ársins málverji. Í ár hevur René Tórgarð fleiri ferðir vart málið á landsliðnum, og hann ásannaði, at hetta ivaleyst hevur havt týdning fyri valið. – Eg sendi eisini eina tøkk til liðfelagarnar. Teir tíggju framman fyri meg hava verið fantastiskir, og eg haldi sjálvur, at kappingarárið hevur verið gott, segði René Tórgarð, málverjin hjá EB/Streymi. joannes@sosialurin.fo Randi og René bestu málverjar Jóannes Hansen Bestu málskjúttarnir í føroysku landskappingini eru Rannvá B. Andreasen úr KÍ, sum vann kvinnukappingina, og Finnur Justinussen úr Víkingi, sum endaði á triðja plássi. Í gjár fingu tey bæði handaðar gyltu skógvarnar, sum eru givnir av Thomas Dam Ítrótti. Rannvá B. Andreasen skoraði 29 mál í landskappingini, og Finnur Justinussen skoraði 21 mál. – Eg skuldi havt skorað fleiri mál enn so, tí eg havi havt møguleikar til tað, segði Finnur, sum er toppskjútti fyri aðru ferð. Rannvá, ið fyri níggjundu ferð fekk gylta skógvin, segði tað vera álopsfótbóltin hjá KÍ, ið gjørdi, at hon kundi koma til nógvar kjansir og skjóta nógv mál. joannes@sosialurin.fo Rannvá og Finnur gyltar skógvar