Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen – Tað er altíð hugaligt at fáa eitt herðaklapp, var staðfestingin hjá Peturi Reinert, eftir at hann var kosin besti dómari í Føroyum í 2011. Petur Reinert sigur, at tað hevur ligið væl fyri hjá honum at sæð nógvar fótbóltsdystir í ár, og hann sigur seg vera nøgdan við starvsfelagarnar. – Eg havi verið framúr væl nøgdur við dømingina, og eg eri stoltur av mínum starvsfeløgum, sigur Petur Reinert, sum var á veg av landinum, tá ið hann fekk boðini um, at hann er besti dómarin í 2011. Tí var tað kona hansara, Noomi, sum tók ímóti heiðursgávuni: – Tað er ein partur av familjulívinum, at Petur er dómari. Hann er ofta burtur í vikuskiftunum, og hann er ofta burtur í heystfrítíðini, tá ið døtrarnar báðar hava føðingardag. Vit fylgja við, og vit eru stoltar av honum og heiðrinum, sum hann í dag fær, segði Noomi, kona ársins dómara, Petur Reinert, tá hon tók ímóti heiðrinum fyri mannin. joannes@sosialurin.fo Jóannes Hansen Tað vóru teir báðir venjararnir hjá føroyameistarunum í B36, sum vunnu heiðurin at verða bestu venjararnir. John Petersen og Mikkjal Thomassen fingu handaðar pláturnar sum prógv um, at venjararnir, liðformenninir og ítróttarskrivararnir hava valt teir sum ársins venjarar. – Samstarvið millum John og meg hevur verið fantastiskt, og hóast eg havi verið meiri alment frammi, so eigur John eins nógv í hesum, sum eg eigi, segði Mikkjal Thomassen. – Hetta hevur riggað sera væl okkara millum. Vit kenna hvønn annan og harvið, hvat vit eru betri til enn hin, og at vit standa her í dag ber boð um, at tað hevur riggað, helt John Petersen. Jacob Thomsen úr B36 var kosin besti venjari í kvinnudeildini. Hann hevur í mong ár vant besta kvinnuliðið hjá árstalsfelagnum, sum í ár vann bronsu, og eina ferð – afturi í 1977 var hann venjari hjá besta B36-liðnum á mannfólkasíðuni. - Hetta er fyrsta ferðin, at eg havi vunnið hetta, og eg taki tað sum ein heiður, segði Jacob Thomsen, sum ikki vildi siga, um hann fer at halda fram næsta ár, men tað var ikki langt frá: – Árini frammanfyri eru færri enn tey aftanfyri hjá mær. Men uttan fótbólt hevði tað verið nógv fátækari. joannes@sosialurin.fo B36 bestu venjarar Petur besti dómarin Jóannes Hansen Ta fyrsta heiðurslønina á Hvonn í gjár, sum var fyri Leikum fagurt, vann EB/Streymur, og á næstfremsta plássinum var HB og KÍ var á triðja plássi. Fyri hvørt gult kort verður eitt stig givið, og fyri hvørt reytt kort verða trý stig latin. Tað ræður um at vinna so fá stig sum møguligt, og tað var EB/Streymur, sum hevði fægstu stigini. Christian Andrea­sen, for­mað­ ur í Fót­bólts­sam­bandi­num, hand­ aði formanninum í EB/Strey­mi steypið, sum er latið av svenska Føroya-vininum, Sören Flink. Hann hevur á heimasíðu síni fylgt við alt kappingarárið, hvussu tað hevur gingið við Leikum fagurt. EB/Streymur skikkaði sær best