Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Nokk so leingi fyrst í hesum kapp­ ingarárinum var NSÍ við heilt har frammi, tá tað sá út til, at fýra lið skuldu kappast um tey trý heiðurs­ merkjasløgini. Men í tíðini rundan um summarsteðgin kom stígur í hjá teimum gulu og svørtu, og NSÍ kom í veruleikanum ongantíð fyri seg aftur. Byrjanin til truplu tíðina var dysturin við Løkin í Runavík leygar­ dagin 26. juni, tá B71 var á vitjan. Bara sjey minuttir vóru eftir av dyst­inum, tá tað endiliga eydnaðist heima­liðnum at leggja seg á odda, men í triðsíðsta minutti svaraði B71 aftur og fór avstað við einum stigi. Eftir henda dystin kom summar­ steðgurin, og fyrstu fimm dystirnar eftir steðgin fekk NSÍ bara trý stig, og so var liðugt við gullvónunum í Runavík. At átta av teimum 27 dystunum í ár endaðu við javn­leiki, kostaði dýrt. Tað nógva av kapp­ ingini hevur NSÍ ligið á fjórða plássi, leyst av liðunum bæði omanfyri og niðanfyri. Soltin úrtøka B71, sum nú mátti takka fyri seg í Vodafonedeildini á hesum sinni, hevur rættiliga víst tenn í síðstuni, nú tað var greitt, at tað skuldi ger­ ast leygardagsfótbóltur á nýggja gras­lík­inum í Traðardali næsta ár. Men verður hugt aftur á alt árið, so hevur ikki nógv bit verið í sand­ oyingum, tí tey 11 stigini, ið fingust til høldar í landskappingini hesa ferð, er botnmet. Ongantíð áður er eitt lið flutt niður við so lítlum stiga­tali, síðani farið varð undir at spæla 27 dystir í landskappingini. Soltna úrtøkan hjá B71 hevur verið tríggir sigrar ímóti ÍF, KÍ og 07 Vestur og tveir javnleikir ímóti NSÍ og 07 Vestur, umframt at liðið hevur havt 22 tap. Sostatt má B71 niður í 1. deild at kappast um uppflyting við hin niðurflytaran, 07 Vestur, og ikki minst stóra taparan í næstbestu deildini í ár, AB. Seinasti dystur Leygardagin var NSÍ á vitjan hjá B71, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki fingu liðini eitt mál í part. Fyrst legði Ari Ó. Ellingsgaard gestirnar á odda í 21. minutti, men fimm minuttir seinni javnaði Bakari Bojang við skallara eftir horna. Tað nógva av fyrra hálvleiki hevði NSÍ munin, men tá tað nærkaðist hálvleiki, royndi B71 at gera eitt sindur um seg, men uttan at fáa nakaða burturúr. Og líka til minni enn 20 minuttir vóru eftir, kláraðu sandoyingar eisini at halda fast við javnleikin. So var eisini liðugt, tí eftir fyrst at hava skallað á stongina, var Mamuka Toronjadze fyrstur á retur­bóltinum og legði NSÍ á odda 2-1, áðrenn Klæmint A. Olsen tíggju min­uttir fyri tíð fekk skorað til 3-1 við brots­sparki. Klæmint fekk í tólvta tíma enn ein møguleika at bjóða av í topp­ skjúttakappingini, tá NSÍ fimm minuttir fyri tíð aftur fekk brots­ spark. Men Gerhard Lognberg, sum vardi B71-málið, hevði hesa ferð lúrt hann av og bjargaði! Hilmar Jan Hansen Eftir eitt kappingarár, har tað byrj­ aði øgiliga væl, men síðani fleiri ferðir stóð á gomlum nøglum, áðrenn tað aftur endaði væl, kunnu klaksvíkingar ikki vera annað enn sera væl nøgdir við inn­satsin hjá sínum monnum. Sum upp­flytari megnaði KÍ at fáa eitt fimta­pláss og var tað fyrsta av fleiri liðum, sum ímóti endanum tryggj­aði sær framhaldandi tilveru í Voda­fone­ deildini. Ofta plagar at vera tungt hjá uppflytarunum at standa seg, men KÍ legði øgiliga væl fyri, tá tað í fyrsta dystinum bleiv til 6-0 ímóti B71. Og næstu dystirnar gekk eisini sera væl, tí fýra umfør vóru farin, hevði KÍ longu skavað sær 13 stig saman. Tað eru tvey fleiri, enn B71 megnaði at fáa alt hetta kapp­ ingarárið! Víkingur var frá fyrstu løtu eitt av liðunum, roknast skuldi við heilt har frammi, og sum so eru bronsu­ heiðursmerkini eisini ein stað­ festing av, at so bleiv. Men eingin ivi er um, at teir ljósabláu úr Gøtu og Leirvík høvdu bæði vænt­að og ætlað sær meira enn eitt triðja­pláss, og leingi var Víkingur við í kapp­ ingini um gullið. So seint sum í 23. umfari var Víkingur bara trý stig aftan fyri B36, men tá tað kom til endaspurtin, gekk ikki eftir vild, og so bleiv tað til triðjaplássið í staðin. Fáur man tó ivast í, at potentialið er í liðnum hjá Víkingi, sum meira og meira sær út til at hava fingið tað besta frá fótbóltinum í Gøtu og Leirvík við sær. Betra liðið vann Finnur Justinussen, ið jagstraði ein gyltan skógv til hin fótin, legði Víking á odda smáar 20 minuttir inn í dystin, tá hann við høvdinum stýri frísparki í málið, men bara fimm minuttir seinni gjørdi Oddmar á Lakjuni honum kynstrið eftir, tá hann eftir fríspark við høvdinum javnaði til 1-1. Víkingur byrjaði dystin betur og hevði yvirvág fyri tað nógva, men løtuna fram ímóti hálvleiki royndi KÍ at svara aftur. Kortini átti Víkingur tann besta málmøguleikan hesa løtuna, men Gunnar á Steig stórbjargaði. Fimm minuttir eftir steðgin var Erling Jacobsen komin fram úr miðverjuni til eitt hornaspark, og hann fekk síðsta høvdið á, so Víkingur kom á odda 2-1. Ikki gjørdi tað støðuna frægari hjá KÍ, at Høgni Madsen fimm minuttir eftir hetta fyrsti aðru ferð sá gula kortið, so KÍ var undirmannað síðsta góða hálva tíman. Víkingur dugdi at gagnnýta yvir­ vágina og fekk staðfest sær sigurin ruddiliga, tá fyrst Sam Jacobsen við brotssparki økti til 3-1 eitt korter fyri tíð, og síðani Símun Hansen í síðstu minuttunum skor­aði fjórða málið hjá Víkingi, ið harvið fekk ein sigur, áðrenn bronsu­krónurnar vórðu hongdar um hálsin á spæl­ arunum. hilmarjan@sosialurin.fo KÍ - Víkingur 1-4 (1-1) B71 - nsí 1-3 (1-1) Bóltar: Bóltar: Víkingur vísti tenn Vodafonedeildin Hóast tað ikki rakk á mál hjá Víkingi hetta kappingarárið, vístu teir ljósabláu í Klaksvík leygardagin, at teir framvegis vita, hvussu dystir skulu vinnast Feriufótbóltur á Sandi Vodafonedeildin Tað var ikki sørt, at tað sást aftur í dystinum á Sandi, at hvørki av liðunum hevði tað stóra at spæla fyri, og í tráð við stigatalvuna fóru gestirnir avstað við stigunum Høgni Madsen fekk reytt kort, tá KÍ tapti greitt fyri bronsuvinnarunum úr Víkingi Mynd: nordlysid.fo