mánadagur 24. oktober 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
07 Vestur beyð leygardagin farvæl
við bestu fótbóltsdeildina. Tað var
longu undan ferðini til Fuglafirðar
greitt, at tað næsta ár ikki verður
sunnudagsfótbóltur, men í staðin
leygardagsfótbóltur í Vágum.
Allir spurningar um bjarging
og niðurflyting vóru svaraðir, og
nú bíðaði bara, um tað fyri triðju
ferð skuldi eydnast vágamonnum
at vinna fulla úrtøku ímóti ÍF.
Í 8. umfari vann 07 Vestur 2-1 í
Fuglafirði, og í 13. umfari fór ÍF
krøkt úr Sørvági. Ta ferðina vunnu
vágamenn 1-0.
07 Vestur segði farvæl við manér,
tí aftur hesa ferð eydnaðist tað at
vinna fulla úrtøku ímóti ÍF.
Tað er synd at siga, at tað var
so ógvuliga nógvur futtur í. Fyrra
umfarið var sera soltið, hvat
málmøguleikum viðvíkur, og hvørki
Kristian Joensen, sum hesa ferð
aftur hevði vunnið plássið millum
stólparnar hjá 07 Vestur, ella
Hallgrím Gregersen Hansen, sum
hesa ferð hevði fingið kjansin í ÍF
málinum, meðan Jákup Mikkelsen
sat á beinkinum, høvdu nakað
serligt at gera.
Eitt korter eftir hvíldina legði
07 Vestur seg á odda. Clayton
Soares stýrdi við høvdinum bóltin
í málið eftir hornasparksinnlegg,
og
harvið
rakk
vandamikli
álopsspælarin
málinum,
sum
hann undan kappingarbyrjan setti
sær. Hann ætlaði at skora fimtan
mál. Ímóti ÍF skoraði hann fyri
fjúrtandu ferð í landskappingini,
og í steypakappingini skoraði hann
eina ferð.
At gestirnir løgdu seg framum
bar við sær, at ÍF spenti álopsbogan.
Fuglfirðingar høvdu møguleikar at
javna, men tað var Dánjal Rói Olsen,
sum økti um leiðsluna til 2-0.
So var alt avgjørt. Nenad Saric
minkaði um munin tveir minuttir
undan dystarenda, men tað broytti
ikki upp á veruleikan, at í 2011 hevði
07 Vestur takið á ÍF. Hóast samlaða
úrtøkan ikki rakk til at sleppa
undan niðurflyting, so var úrtøkan
ímóti ÍF níggju stig!
Jóannes Hansen
Tað var vorðið sum endaspurtur í
samstarvinum millum B68 og Bill
Jacobsen. Tað er longu langt síðani,
at tað var greitt, at nú var meiri
enn fimm ára langa skeiðið hjá Bill
Jacobsen á Svangaskarði av.
At venjarin beyð farvæl varð
markerað við manér. Bill hevði valt
at seta tíggju spælarar, sum eru
uppvaksnir í felagnum ella hava
røtur har, millum teir fyrstu ellivu.
Einasti fremmanda maðurin, um
tað ber til at nevna hann soleiðis,
var Ndende. Hann er mest sum
vorðin toftamaður, nú hann hevur
verið á Svangaskarði í fýra ár og
leygardagin var á besta liðnum fyri
100. ferð.
Fyrstu løtuna sá tað einki út.
Heðin Askham hevði givið trimum,
sum ikki hava spælt so nógv,
møguleikan millum teir fyrstu
ellivu, og Poul G. Olsen, Arnar
Dam, Brian Olsen og hinir løgdu
ógvusliga fyri.
Tá ið 1. hálvleikur var hálvrunnin,
høvdu Leif Niclasen og Pætur
Dam Jacobsen lagt EB/Streym
framum við tveimum málum, og
alt bendi á, at tað skuldi endað við
favorittsigri.
B68 kom fyri seg
Men so fótaði B68 sær, og EB/
Streyma spælararnir tóktust hava
ilt við at varðveita fokus. B68 mis
nýtti brotsspark, áðrenn tað glapp,
tá ið ein lítil tími var farin.
Innskifti
Kristian
Anton
Andreasen umsetti nýtt brotsspark
til mál, og so tevjaðu ungu tofta
menninir,
sum
stríddust
fyri
heiðurligum farvæl til venjaran, øll
stigini. Tveir minuttir eftir, at teir
høvdu fingið hol á, stýrdi Ndende
við høvdinum frísparksinnleggi í
málið, og tá ið eitt korter restaði,
var tað Jónleif Højgaard, sum hevur
havt sítt besta kappingarár higartil,
sum skoraði sigursmálið.
Stórur fagnaður í B68 leguni, nú
teirra lið fyri aðru ferð í ár hevði sent
teir í EB/Streymi av Svangaskarði
við ongum, og tað sá út til, at teir í
EB/Streymi ikki kendu árið at hava
verið miseydnað, tá ið teir fingu
silvurkrónurnar um hálsin.
Og so var fótbóltsárið liðugt hjá
teimum flestu. Burtursæð frá venj
arunum báðum – Heðin Askham
og Bill Jacobsen – sum nú í felag
fyrireika seg til síðstu uttanlands
ferðina í ár við U-21 landsliðnum.
B68 - EB/Streymur 3-2 (0-2)
ÍF - 07 Vestur 0-2 (0-0)
Bóltar:
Bóltar:
Toftamenn vóru raskir
Vodafonedeildin Burtursæð frá Ndende so vóru tað bara toftamenn millum teir fyrstu
ellivu, tá ið teir takkaðu venjaranum fyri samstarvið við framúr endaspurti
Virðiligt farvæl
Vodafonedeildin Tað eydnaðist vágamonnum at seta punktum í
fremstu røð við fyri triðju ferð í ár at vinna á fuglfirðingum
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen