mánadagur 24. oktober 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
B36 - HB 3-2 (0-1)
Grannar argað
Vodafonedeildin Tað var
nokk ikki ætlanin hjá nýggju
føroyameistarunum, at teir fráfarandi
skuldu koma á odda 2-0, men B36
kom sterkt aftur og vann – áðrenn
gullið skifti adressu í Gundadali
Hilmar Jan Hansen
Teir 90 minuttirnir í Gundadali
vóru ikki annað enn eitt for
spæl, so tí nýtist okkum heldur
ikki at brúka stórvegis prent
svertu til eina djúpa allýsing.
Tað stutta av tí langa var, HB
kom á odda 2-0, men B36 kom
sterkt aftur og vann 3-2.
Og so var annars lagt upp til
ta stóru gullveitsluna í Gunda
dali, tá hvít og svørt í hópatali
tustu inn á vøllin, samstundis
sum tað framvegis sá fult út í
B36-skýlinum.
Uppi á takinum á skýlinum
skutu teir fýrverk og góvu
løtuni best hugsandi karmar
nar, og gangurin var so stórur,
at tað bara vóru tey fægstu, ið
fingu við, hvat FSF-forsetin
Christian Andreasen fortaldi
meistarunum,
áðrenn
gull
heiðursmerki
og
FM-steyp
skiftu hendur.
Brosini vóru stór og hýrurin
góður, og neyvan verður lagið
verri á 75 ára veitsluni um eina
viku, tá B36 kann fegnast um,
at felagið rakk upp á hægsta
føroyska fótbóltstindin hetta
runda árið.
Og so gevur tað brádliga
meining, at umleið annarhvør
havnarmaður teir næstu dag
arnar gongur og murrar fyri
seg sjálvan, at »Niels hevur fel
agið stovnað…«
hilmarjan@sosialurin.fo
Væl og virðiliga
uppiborið FM
Hilmar Jan Hansen
– Stigatalvan fortelur, hvussu
gott árið hevur verið, tí nú
eru vit besta liðið í Føroyum
nakrantíð. Liðið hevur virkað
øgiliga væl, og vit hava nógvar
góðar spælarar, og venjararnir,
John og Mikkjal, hava dugað
væl at sett alt rætt saman,
sigur liðformaðurin hjá B36, 30
ára gamli Klæmint Matras.
Hann hevði sína frágreiðing
uppá, at HB var á odda í
hálvleikinum henda seinasta
dystin, men at B36 vann
allíkavæl: – Eg haldi, at gullið
var farið í høvdið á okkum í
fyrra hálvleiki, men í seinna
hálvleiki vendu vit tí, sigur
Klæmint.
– Serliga stuttligt er tað at
vinna
hetta
meistaraheitið
upp á henda mátan, tí eingin
væntaði nakað av okkum frá
byrjan av. Men nú vit standa
her, er tað ótrúliga væl og
virðiliga uppiborið, sigur 31 ára
gamli Jákup á Borg, sum hev
ur tvey ár eftir av sínum sátt
málaskeiði við B36.
– Hetta hevur verið eitt
heilt ótrúliga stuttligt ár allan
vegin ígjøgnum, frá spæl
arum umvegis venjarar, lið
leiðarar, áskoðarar og alt til
sjálvt felagið. Tað gleðir meg
so øgiliga nógv, at tað er alt
B36, sum hevur vunnið hetta
føroyameistaraheitið.
hilmarjan@sosialurin.fo