mánadagur 24. oktober 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Bóltar:
Myndir: Álvur Haraldsen
ðu í gulldysti
Klaksvíkingar
við havnargulli
Alt stríðið vert
Hilmar Jan Hansen
Millum spælararnar á gulllið
num hjá B36 eru tríggir ikki
heilt ungir klaksvíkingar, sum
leygardagin kundu lata seg
heiðra saman við øllum hin
um: 31 ára gamli Meinhardt
Joensen og 28 ára gomlu Símun
Joensen og Atli Danielsen.
– Eg byrjaði at spæla fót
bólt, tá eg var fimm, og hetta
klárt tað besta árið nakrantíð.
Tíbetur havi eg verið skaðafríur
og havi heldur ikki fingið tey
gulu og reyðu kortini, sum eg
plagdi at fáa. Kanska er tað
bara tað, at eg eri blivin vaksin,
skemtaði Símun Joensen, sum
við sínum átta málum var
triðbesti málskjútti á B36-
liðnum.
– Hetta hevur verið eitt
framúr stuttligt ár, bæði á
vøllinum og sosialt, tí vit hava
verið sum ein eind. Vit hava
millum annað verið gongutúrar
á hægstu tindunum, og nú
standa vit eisini á hægsta tind
inum í fótbólti.
Tann elsti av teimum trim
um klaksvíkingunum er Mein
hardt Joensen, sum eisini í fjør
og í 2008 vardi málið hjá B36:
– Hetta er fantastiskt. Vit
hava ein stóran bunka av
fantastiskum spælarum og vit
kunnu vinna á øllum liðum.
At vit so hava gjørt tað upp á
henda mátan, skal vera øllum
spælarunum til rós, sigur
Meinhardt Joensen, sum er
tann av málverjunum í Voda
fonedeildini, ið hevur vart
málið best.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
– Tað er ein ótrúliga deilig
kensla, nú vit hava strítt okkum
ígjøgnum kappingarárið og
alla tíðina hava trúð á tað,
sigur 22 ára gamli danskarin
á B36-liðnum, Jonas Flindt
Rasmussen.
– Eg visti, at eg kom til eitt
felag, sum hevði tvey minni
góð ár, men eg visti eisini, at
neyðugu dygdirnar funnust í
hesum hópinum, sum eg eisini
eri partur av eitt ár aftrat.
Ein av hinum yngru spælar
unum á meistaraliðnum, 20
ára gamli Róaldur Jacobsen,
var eisini ovurfegin, nú alt
var liðugt leygardagin og gull
heiðursmerkið var komið um
hálsin:
– Hetta hevur verið fan
tastiskt. Og hetta er alt stríðið
vert, eftir at vit hava vant og
spælt dystir í alt ár. Eg eri bara
so glaður, staðfesti Róaldur,
áðrenn hann saman við hinum
skuldi smílast á liðmyndini av
føroyameistarunum 2011.