mánadagur 24. oktober 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Jóannes Prestá gjørdist við níggju
málum størsti málslúkurin hjá
strandingum, tá teir seinnapartin
í gjár gjørdu bart í Vestmanna
og vunnu á VÍF, og hann stóð fyri
helvtini av málunum avgerandi
løtuna tað síðsta korterið, tá StÍF
gjørdi av við VÍF. Ikki tí, at tað hava
teir í StÍF roynt fyrr, men hetta
kappingarárið hevur líkasum ligið í
kortunum, at VÍF taldist millum tey
frægastu og StÍF bara bygdi upp.
Frá byrjan og inn í hálvan seinna
hálvleik fylgdust liðini, men so fór
StÍF framum og megnaði at vinna
við fimm málum.
Eftir aftur í ár at vera fyrsta
liðið, ið mátti lúta fyri Team Klaks
vík, hevur H71 fótað sær væl og
vunnið tveir teir síðstu dystirnar.
Leygardagin var Kyndil á vitjan í
Hoyvíkshøllini, men hóast gestirnir
mitt í seinna hálvleiki togaðu seg
framum, kláraðu teir ikki at halda
fast, men máttu lúta, tí H71 vann
við fýra málum og fekk sostatt
bestu hugsandi upptaktina til 40
ára veitsluna hjá felagnum seinni
um kvøldið.
Umbýttir leiklutir
Hóast nógv hevur verið at hoyrt
um ta beru neyð og elendigheit hjá
fleiri av kvinnuliðunum, er talan
fyri tað nógva um dystir, ið ikki
avspegla hetta meira enn neyðugt.
Í onkrum dystum er eitt sindur av
muni á, og í onkrum førum eru tað
vinnararnir undanfarin ár, sum eru
tapararnir í ár, men tað er nú ikki
eitt fullkomuliga ókent fyribrigdi.
Mest spennandi dysturin var í
høllini á Hálsi í Havn, har Kyndil tók
ímóti Stjørnuni. Her fór Stjørnan
framum mitt í fyrra hálvleiki og
var fýra mál frammanfyri í steðg
inum, og hóast Kyndil royndi at
fáa fatur í klaksvíkskvinnum í
seinna hálvleiki, eydnaðist tað bara
næstan – og tá skoraði Stjørnan
enntá sítt seinasta mál í dystinum
fimm minuttir fyri tíð!
Tjaldur, sum seinnu árini hevur
vunnið bæði føroyameistaraheiti
og steypakapping, er ein skuggi av
sær sjálvum, og túrurin í Vági í gjár
gav enn eitt tap, tí VB vann við 10
málum. Serliga eftir steðgin var
munur á, tí VB var bara tvey mál
á odda eftir fyrra hálvleik, men
beinanvegin í seinna hálvleiki slapp
VB sær langt framum og helt fast.
Eisini í Vestmanna bleiv alt av
gjørt eftir steðgin, tí í hálvleikinum
var VÍF bara á odda við trimum
málum ímóti StÍF, men endaði við
at vinna við 11 málum, sum veruliga
var ein staðfesting av, hvat av lið
unum var tað betra.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Hjá kvinnunum var einki var at
rafla um um vikuskiftið, tí dystir
nir endaðu allir við 3-0 sigrum, og
millum annað vunnu FM-finalist
arnir síðsta kappingarár sínar
dystir, so nógv bendir á, at Mjølnir
og Fleyr eru størstu favorittarnir,
nú liðini á stigatalvuni hava lagt
sjógv millum seg og hini.
Kortini var í tí eina dystinum
um vikuskiftið sera lítil munur á
liðunum, tí hóast Mjølnir leygar
dagin vann øll trý settini ímóti
SÍ, so var munurin sera lítil allan
vegin ígjøgnum. Men Mjølnir hevði
munin, og tað vísir eisini styrki, at
eitt lið eisini greiðir setningin, tá
mótstøðan er stór og lítið skal til,
at tað kann koppa hinvegin.
Ternan, sum bara spælir annað
kappingarárið yvirhøvur í bestu
kvinnudeildini, telist millum trý lið
við fýra stigum, nú tað á útivølli í
Trongisvági eydnaðist at vinna á
TB, sum enn eina ferð byrjar kapp
ingina sera illa. ÍF hevur sæð út
sum ein møguligur avbjóðari, men
Fleyr gjørdi fyribils av við hesa
myndina, tá ein greiður 3-0 sigur
varð vunnin.
Óvæntað úrslit
Mest óvæntaða flogbóltsúrslitið
um vikuskiftið kom í Klaksvík, har
tað eydnaðist Mjølni at basa ÍF,
sum aftur í ár er stórfavorittur til
meistaraheitið. Ikki tí, at nógvir av
dystunum síðsta kappingarár vóru
sera tættir millum feløgini bæði,
ið eisini spældu FM-finalurnar,
men Mjølnir hevur bara ikki sæð
út av tí stóra. Tí var 3-1 sigurin í
Badmintonhøllini í Klaksvík helst
nakað, tey fægstu høvdu væntað,
men samstundis boðar slíkt frá
einari kanska betri og enn meira
spennandi kapping hjá monnunum
henda veturin.
SÍ, sum vitjaði TB í Trongisvági
í gjár, gjørdi sína skyldu og vann
3-0 við rímiliga sannførandi sett
úrslitum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mjølnir koppaði ÍF
Flogbóltur Menninir hjá Mjølni stóðu fyri mest
óvæntaða úrslitinum um vikuskiftið, tá teir á heima
vølli vunnu 3-1 á greipuvinnarunum úr ÍF
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
4
4
0
12
0
12
8
2 Fleyr
4
4
0
12
1
11
8
3 SÍ
4
2
2
7
6
1
4
4 Ternan
4
2
2
6
6
0
4
5 ÍF
4
2
2
6
8
-2
4
6 Dráttur
3
1
2
4
8
-4
2
7 TB
4
0
4
3
12
-9
0
8 KÍF
3
0
3
0
9
-9
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
3
2
1
8
4
4
4
2 Mjølnir
3
2
1
7
4
3
4
3 Fleyr
2
1
1
4
4
0
2
4 ÍF
2
1
1
4
5
-1
2
5 TB
2
0
2
0
6
-6
0
Hondbóltur Hóast VÍF-menninir skulu vera avbjóðarar til Neistan og KÍF, fingu
teir eitt skot fyri bógvin í gjár, tá unga StÍF-liðið vann við fimm málum
Strandingar smekkaðu til
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
4
115
94
21
6
2 Neistin
2
58
43
15
4
3 VÍF
3
68
69
-1
4
4 StÍF
4
100
105
-5
4
5 H71
5
127
134
-7
4
6 Team Klaksvík
4
95
103
-8
3
7 Kyndil
4
79
94
-15
1
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
4
137
84
53
8
2 Stjørnan
5
122
109
13
6
3 VB
2
56
45
11
4
4 Kyndil
4
93
93
0
3
5 VÍF
3
72
76
-4
3
6 Tjaldur
3
68
100
-32
0
7 StÍF
3
48
89
-41
0
Mynd: Álvur Haraldsen