mánadagur 24. oktober 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Liverpool
Sjálvt á Tórsvølli móti Føroyum
megnaði Mario Balotelli, hóast bara
fimm minuttir á vøllinum, at skapa
yvirskriftir í fótbóltsheiminum. Tó
ikki fyri síni frálíku fótbóltsegin
leikar, men heldur tí hann, sum
so oftani fyrr, gjørdi okkurt býtt
uttanfyri vøllin. Ta ferðina fyri at
vísa sínum Ipad ov stóran áhuga í
hálvleikinum.
Sunnudagin var støðan ein onn
ur. Hann fekk álitið í álopinum
saman við Sergio Aguero. Saman
við David Silva vóru teir tríggir
teir fremstu hjá Manchester City,
sum vann ein søguligan stórsigur
á Manchester United á sjálvum Old
Trafford.
Italia ella Ghana
Mario Barwuah er føddur 12. august
1990 í Italia. Foreldrini eru tilflyt
arar úr Ghana, men longu sum trý
ára gamal valdi familjan at lata
hann flyta til eina fostur familju.
Mario var illa sjúkur sum ungur
og Barwuah familja segði eg ikki
hava møguleikarnar og pengarnar
at geva Mario eitt lív, sum Balotelli
familjan kundi.
Sum 15-ára gamal fær Mario
sáttmála við Lumezzane og árið
eftir
royndarvenur
hann
við
spanska FC Barcelona. Tað endar tó
við, at Super Mario, sum hann eisini
verður kallaður, skrivar sáttmála
við Inter Milan í 2006. Fyrstu tíðina
er venjarin hjá honum Roberto
Mancini.
Inter Milan,
Italia og rasisma
Um ársskiftið 2007/08 byrjar Mario
av álvara at gera um seg millum
teir vaksu. Hann spælir sín fyrsta
dyst fyri Inter Milan, gerst tann
yngsti Inter málskjúttin í Champ
ions League og gerst italskur ríkis
borgari. Umframt tað, so broytur
hann navn til Mario Balotelli, Sam
bært bretskum fjølmiðlum, so hev
ur uppruna familjan hjá honum
stríðst fyri at fáa samband við
hann aftur.
Tað dámar ikki øllum, at Mario
Balotelli nú kann umboða italska
landsliðið. Fleiri ferðir eru rasistisk
róp at hoyra kring leikvøllirnar í
Italia.
Eisini í Inter Milin er balada,
men henni stendur Mario Balotelli
sum oftast fyri sjálvur. Sjálvt ikki
táverandi Inter Milan venjarin,
José Mourinho, megnar at fáa
tamarhald á unga framherjanum,
sum verður útihýstur úr hópinum
upp til fleiri ferðir, tí hann ikki
dugir at uppføra seg ella ikki gevur
seg nokk í venjing. Hann megnar
millum annað eisini at møta upp til
eina sjónvarpssending í AC Milan
troyggu, sum eru grannar og arva
fíggindar hjá Inter Milan.
Seinasti
dropin
kemur
í
Champions League hálvfinaluni
móti Barcelona, tá hann í øðini
tveitur Inter Milan troyggjuna á
vøllinum, tá dysturin er av. Inter
Milan viðhaldsfólkin, venjarin og
leiðslan hava endaliga fingið nokk
av Mario Balotelli.
Manchester City,
reyð kort og dart pílar
Á 20-ára føðingardegnum skrivar
hann sáttmála við Manchester
City. Hann er ikki meir enn lendur
í Manchester, tá fjølmiðlarnir eru á
tremur við tilfari um unga italiu
mannin, ið Roberto Mancini hevur
goldið áleið 200 milliónir krónur
fyri.
Hann skuffar heldur ikki og
longu aftaná nakrar fáar dystir
hevur hann skotið fleiri mál, fingið
tvey reyð kort og sagt at hann
leingist aftur til Milan og veit ikki
hvør Jack Wilshere er.
Øll hava eina meining um hann
og hvørja ferð hann er á vøllinum
verða avrikini hjá honum granska
av
øllum
fótbóltsserfrøðingum
kring heimin.
Millum hendingarnar uttanfyri
vøllin eru eitt bilóhapp, kastar dart
pílar eftir viðleikarum á venjingar
støðini, verður sæddur saman við
Mafia fólki í Italia, umframt at
myndir av honum, har hann roynur
at lata seg í ein venjingarvest undir
upphiting fara heimin runt.
Bál og mál
Leygarmorgunin er aftur gali.
Sløkkiliðini er á vitjan hjá Mario
Balotelli, har eldur er í. Onkrir fjøl
miðlar vilja verða við, at onkur í
húsinum hevur spælt við fýrverk
á vesinum, tó ikki Mario Balotelli
sjálvur.
Eitt gott døgn seinni velur
Roberto Mancini, ið eisini var
venjarin hjá honum ein yvirgang
í Inter Milan, at lata hann byrja
inni. Úrslitið er tvey mál og upp
havsmaður til reyða kortið hjá
Manchester United miðverjanum,
Johnny Evans.
Av fleiri orsøkum verða eyguni
altíð send eftir Mario Balotelli
og hansara máti at svara upp á
tað er at vísa eina T-shirt eftir 1-0
leiðslu málið, har tað stendur; »Why
Always Me?«
– Soleiðis er Mario. Hann er ikki
sum hini, men eg elski hann alíka
væl, tí hann er ein góður drongur.
Eg veit ikki hvat hendi við fýrverk
inum, men eg eri bara glaður fyri at
einki hendi honum. Nú liggur hann
og svevur á gistingarhúsinum, segði
Roberto Mancini eftir dystin.
Í dag er Mario Balotelli á for
síðunum fyri síni fótbóltseginleikar,
men spurningurin er hvussu leingi
tað verður til hann aftur ger okkurt
býtt, ella um hann er um at blíva
vaksin.
trondur@sosialurin.fo
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester City
9
8
1
0
33-7
25
2
Manchester United
9
6
2
1
26-12
20
3
Chelsea
9
6
1
2
20-10
19
4
Newcastle
9
5
4
0
12-6
19
5
Tottenham
8
5
1
2
15-13
16
6
Liverpool
9
4
3
2
12-10
15
7
Arsenal
9
4
1
4
15-18
13
8
Norwich
9
3
3
3
11-12
12
9
Stoke
9
3
3
3
7-11
12
10 Queens Park Rangers
9
3
3
3
7-14
12
11 Aston Villa
9
2
5
2
11-11
11
12 West Bromwich
9
3
2
4
9-11
11
13 Everton
8
3
1
4
10-12
10
14 Sunderland
9
2
3
4
12-10
9
15 Swansea
9
2
3
4
9-14
9
16 Wolverhampton
9
2
2
5
8-14
8
17 Fulham
9
1
4
4
11-12
7
18 Bolton
9
2
0
7
12-24
6
19 Wigan
9
1
2
6
6-15
5
20 Blackburn
9
1
2
6
10-20
5
Premier league
Seks ígjøgnum á Old Trafford
Ikki síðani 1930 hevur eitt lið skorað seks mál móti
Manchester United á Old Trafford. Tá vann Newcastle 7-4.
Johnny Evans og Roy Keane
Hetta er aðru ferð, at Johnny Evans fær reytt kort í Premier League á Old Trafford. Tað er
bara ein annar leikari, ið hevur megna tað fyrr. Nemmiliga ongin annar enn Roy Keane.
Fótbóltur Tað stóð á T-shirtini hjá Manchester City framherjanum, Mario Balotelli, sum
hann vísti fram eftir at hava lagt teir ljósabláu á odda í 6-1 sigrinum á Manchester United
á Old Trafford. Men hvør er myrki italiumaðurin, ið altíð endar á forsíðuni?
»Hví altíð eg?«
Mario Balotelli saman við Balotelli familjuni,
tá hann gerst italskur ríkisborgari
Trý ára gamal Mario Balotelli(t.h)