Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Eitt løgið kjak um desentrali­ sering hevur tikið seg upp. Enn einaferð er pástandurin frammi, at vit draga alt til Havnar, vit avoyða bygdirnar, tí vit drena bygdirnar fyri ung­dóm og kradda allar almennar stovnar til okkara. Trupulleikin við hesum pástandi er, at hann er ikki undirbygdur, tí hann er bein­ leiðis ósannur. Havnin sum kommuna hvørki stendur fyri nakrari almennari mið­ savnan ella ger nakað sum helst fyri at taka nakað frá bygdunum, tvørturímóti. Nýggjasti og løgnasti pá­stand­urin er, at tað er Havnin, sum ræðir fólkið av landi­num. Orsøkin skal vera, at Tórshavnar komm­una hevur gjørt tað so kostn­að­ ar­mikið at búgva í Havn. Lat meg fyrst siga, at kommunan ger alt hon kann fyri at økja um fjølbroytnið í bústaðar­ mynstrinum, og samstundis alt sum ber til fyri at gera tað so bíligt sum gjørligt. Men í hesum seinasta berjast vit ein vónleysan bardaga móti serliga fíggingarstovnunum, sum umsita bæði keyp og sølu og fígging, og halda prísinum á einum høgum og kunstigum støði. Hartil kemur, at allar fak­ ligar kanningar vísa eina heilt aðra mynd enn hana, eitt nú samfelags­frøð­ing­ urin Sámal Matras Kristian­ sen leggur fram. Útiseta­ kanningarnar vísa greitt, at meira enn 70% av teimum ungu, sum lesa uttanlands, bert vilja búgva í Havn, tá tey flyta heim­aftur. Fyri okkum er ein slíkur veruleiki so einfaldur, at vit gera alt fyri at handla har­eftir. Tí vit vita frá kanning­um, sum eru gjørdar av útisetum, hvat skal til fyri at hesi flyta heimaftur. Vit vita eisini, hvat skal til fyri, at færri yvirhøvur velja at flyta av landinum. Tí arbeiðir býráðið saman við umboðum fyri vinnulív og arbeiðsmarknað við eini vakstrarætlan fyri býin, tí vit vita, at fyri flestu føroy­ ingar, sum í dag flyta ella longu búgva uttanlands, er val­ið Havnin ella einki, skuldu tey umhugsað at flutt heimaftur. Fyri tey flestu er einki alternativ til Havnina. Soleiðis er veruleikin. Tí er tað so harmiligt, at vit í Føroy­um ikki megna at skilja hendan boðskap og standa saman um at menna høvuðs­staðin, tí trivnaðurin í høvuðs­ staðnum verður álvarsliga av­ger­andi fyri framtíðar menn­ing í Føroyum. Áhugin hjá útisetum fyri kommununi tykist stórur. Kanningar saman við Gallup av heimasíðu kommununar vísa, at millum 10 og 20% av teimum vitjandi hvørja viku hava bústað uttanlands, um­ leið helmingur í Dan­mark. Vit síggja, at hesi kanna bú­ staðar-, arbeiðs-, barna­ans­ ing­ar- og ferðslu­viður­skifti, umframt annað, ið hevur við trivn­að at gera. Talan er um fleiri túsund fólk árliga, sum kanna marknaðin, so tað ligg­ ur ein stór ábyrgd á okk­um at skipa soleiðis fyri, at vit upp­fylla treytirnar fyri, at so stórur partur sum møgu­­ligt av hesum flytur heimaftur. Solidaritetur og útjavning Ein partur av nýggja kjaki­ num snýr seg um solidaritet sum eitt ideal, hetta at ágóðar skulu býtast javnt, hetta at skattainn­tøkur frá almenna sektorinum skulu brúkast til at menna útjaðaran. Hetta ideal brúka vit longu í Tórs­­­havn­­ar kommunu, tí vit hava okkara egna útjaðara at menna. Men ein útjavning av skatta­­inn­tøk­­uni frá almenna sektori­­num er púra órealist­ iskt, um hetta skal gerast út­frá einum solidar­isk­um sjónarmiði. Skulu vit tosa solidariskt, so mugu allar inntøkur og skatta­ágóði av øllum virk­­ semi roknast við. So má eisini inn­­rokn­ast, at triðja hvør króna, for­vunn­in í Havn, verður skattað aðra­ staðni. So má eisini innrokn­ ast, at aðrir lands­partar hava lutfalsliga mun­­andi størri inntøku av øðrum vinnu­ grein­um enn Havnin – t.d. mugu vit um­hugsa at býta skatta­krón­ur­nar av fiski­ num – fólksins ogn – so javnt millum allar føroyingar. Í einum slíkum samlaðum roknistykki hevði verið øgiliga skjótt, at javningin hevði runnið skeivan veg – til Havnar. Tað eigur heldur ikki at koma nøkrum dátt við, at Havnin sum høvuðsstaður hevur nógvar fíggjarligar skyldur álagdar, sum onnur ikki hava. Eitt er, at Havnin hevur sokallaðar høvuðs­ stað­­ar­­skyldur, umboðanar­ skyldur og skyldur landsins vegna umframt at tæna almenna virkseminum í býn­­um; annað er, at hvørki Havn­in sum kommuna, ítrótt­ar­­­­­feløg ella onnur feløg í Havn fáa lógar­ásettu rætt­ ind­­­ini, sum eru galdandi fyri restina av landinum – tvørt­ ur­ímóti lyftir Havnin fleiri landsuppgávur. Tað sýnist sum síggja hesi atfinningarsomu ikki, at veru­leikin er, at nærum eins nógv fólk og tað arbeiða hjá Tórs­havnar kommunu, pendla til Havnar til arbeiðis hvønn dag, men gjalda skatt aðra­staðni. Summi búgva aðrastaðni, men eru lønt úr Havn – og summi búgva enn­tá í Havn og gjalda skatt aðra­staðni! Eg havi einki ímóti javning til útjaðaran, um hon er neyðug og rætt­ vís – men skil má vera í, og fíggjar­liga býtið millum land og komm­unu má fáast upp á pláss fyrst. Men tá so pástaðið verður, at almenni geirin tryggj­ar livi­korini í Havn, so sæst týði­­liga, at hetta er ein sann­leiki við nógv­um modifika­­sjónum. Okkara felags høvuðsstaður Øll flyta ikki til Havnar. Tíbetur. Men landsins høvuðs­staður er fyri allar føroyingar, mong flyta hendaveg og eitt nú er skúladepilin í Markna­ gili tí ikki ein íløga í mið­ staðarøkið, men ein íløga í landsins ungdóm og land­ sins framtíð. Á sama hátt er við Fróðskaparsetrinum og Vinnuháskúlanum. Eingin ivi kann vera um, at depilin útbúgvingarliga er eitt stórt framstig, og eitt stórt framstig fyri at fáa sum flest av okkara ungu at nema sær útbúgving eftir fólkaskúlan – í Føroyum. Íløga í vitan er altav­ gerandi fyri okkara framtíð. Og her eru vit við kjarnuna í máli­num, sum onkur ann­ar eis­ini hevur víst á, at alterna­ tivið til Skúladepilin er, at ung­dómurin fer í mið­náms­ skúla í Danmark ella aðra­ staðir – og ongantíð kemur aftur. Eg havi óteljandi ferðir víst á, at tað besta vit kunnu gera er, at gera okkara sam­ felag so attraktivt sum til ber fyri tey, sum búgva her, eins og fyri tey, sum kunnu hugsast at bú­seta seg her. Eg kalli ikki Havn­ ina ein metropol, sum Sámal Matras Kristiansen sigur, men heldur ikki fari eg niður­setandi at kalla okkara felags høvuðsstað ein ”provinshøvuðsstað í einum lítlum veðurbardum kletta­bólki langt burtur frá øðrum miðstøðum”. Veruleikin er soleiðis, at hesin ”provins­høvuðs­stað­ urin” er tann einasti, sum hevur orku til at tryggja, at Føroyar kunnu kapp­ast við metro­polarnar í granna­ londunum um tær fortreytir, sum tryggja okkum, at komandi ættarliðini verða búgvandi her. Vit eiga øll høvuðsstaðin. Hann eigur avgerandi leiklutin at ganga á odda í vinnuligu, bú­ skaparligu, mentanarligu og sosialu menningini í Føroy­ um, og hann tænir øllum føroy­ingum. Vit vilja tí eisini samstarva við lands­politikk­ arar, aðrar komm­unur – ja, allar føroyingar – um at menna samfelagið. Húsaprísir í Havn At enda kann eg nevna, at eg sjálvur fyri nøkrum mánaðum síðan legði upp til eitt kjak um húsaprísir og –fígging í Havn. Hetta festi væl í, og tað er nærum ikki politikari, sum ikki síðan hevur havt málið á lofti. Eg vísti tá á, at fríi marknaðurin virkar ikki, tí prísirnir falla ikki, hóast útboðið er ovur­honds stórt. Eg vísti tá á, at peninga­ stovnarnir full­komiliga stýra hesum marknaði og mugu í einum sam­starvi við vinnuna, komm­un­una og tað almenna ganga á odda í at finna loysnir. Eisini vísti eg á, at allar tær alternativu loysnir, sum kommunan av øllum alvi hevur stuðlað, heldur ikki hava hepnast, tí soleiðis sum marknaðurin er skrúvaður saman, enda alternativini altíð við at verða dýrari enn tað, tey skuldu vera alternativ til. Eg havi víst á íslendskar grundøkisloysnir og møgu­ leikar við Húsa­láns­grunni­ num, og eg seti mítt álit á, at vit nú fara at kunna taka lógvatak saman um hetta, tí tað er púra vist, at húsaprísirnir verða av­ ger­andi fyri búseting­ini og tilflytingini til Føroya, og harvið allari búskapar­ menningini. Men um álvara verður gjørt av at niðurlaga fíggjarligu fortreytirnar hjá Tórshavnar kommunu at standa á odda fyri sam­ felagsligu og búskaparligu menningini her á landi, so kann alt gera tað sama. Við kvøðu Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn Er miðspjaðing av almennum skattakrónum solidarisk? Arne Winthereig Nú tíðirnar eru ringar, og vinnulívið noyðist at venda hvørjari krónu, so standa ikki allar dyr opnar fyri ungdómum, sum koma úr miðnáms­ skúlunum. Summi fara undir framhaldslestur, meðan onnur heldur vilja útvega sær læru­ pláss onkrastaðni. Nú nið­­ur­gangs­tíðir eru, so eru tað ikki nógv læru­­pláss lýst leys. Vit hava grann­skoðara­ virk­­ini, bankarnar og so einstakar aðrar fyri­ tøk­ur, sum taka inn lærlingar. Her haldi eg, at tað almenna eigur at ganga und­an. Tað al­menna eigur til eina og hvørja tíð at bjóða út lestrar­ pláss innan almenna fyri­­siting, so ungdómur, sum verður liðugur í mið­náms­­skúla kann sleppa til verka so at siga beinanvegin. Tað eig­ur at gerast soleiðis, at lærling­arnir sleppa at royna seg í tíðarbilum í øllum ráð­unum, so hes­ir fáa royndir innan øll ráð. Hetta eigur at verða ein raðfesting, sum liggur ógvu­liga ovar­laga til kom­andi tingsetu. Ikki bert innan almenna fyristing, men eisini innan privata vinnu­lívið, eigur landið at arbeiða við, at fyri­ tøkur fáa serligar fyri­ munir, um hesar taka lærlingar inn. Her kann t.d. hugsast ymsar fyrimunir, ein fyritøka kann fáa fyri at taka lærlingar inn. Hetta er fyrst og fremst fyri ungdómin, sum er liðugur í mið­ náms­­skúlum, so hes­in eisini hevur eitt ann­að tilboð enn fram­halds­ lestur. Somuleiðis fer hetta til eina og hvørja tíð at styrkja bæði almenna og privata geir­ an, tí vit fáa nýggja orku inn í umsitingina og vinnulívið. Ikki minst er hetta eitt til­boð, sum kann halda ungdómi­ num í Føroyum og ikki noyða hann av landi­ num at nema sær somu útbúgving. Hvat skulu okkara ung­ dómar eftir miðnáms­ skúla