Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Kontroversielli filmurin hjá Monty Python, "Life of Brian" byggir á nakrar grund­liggj­ andi misskiljingar, sum verða grundarlag undir skap­an av heimsátrúnaði og lívs­­áskoð­ an. Misskiljingin er í veruleik­ anum ótrúliga menni­skjalig og skillig. Men hon er ein mis­ skilj­ing fyri tað. Brian verður fødd ur í einum fjósi beint við síðuna av fjósinum, har Jesus lá. Vísmenninir tríggir fara fyrst inn til Brian, men verða varir við mistakið og fara avstað aftur. Við myrruni og oljuni. At Brian verður misstikin fyri frelsara heimsins, fylgir honum alla lívstíð hansara, og førir hetta stakkalin út í sera trongdar støður. Hendingin, eg taki fram fyri tíðina er, tá Brian verður krossfestur. Fleiri mis­skilj­ ingar fáa hann upp á krossin, men tá hann hongur har og frælsisfelagsskapurin, ið stuðlar honum, fær hetta at vita, koma teir til ta niðurstøðu, at teir mugu seta seg at fundast um, hvussu teir skulu bera seg, til tess at fáa Brian niður aftur av krossinum. Eftir loknan fund, kemur felagsskapurin út á staðin, har Brian hongur, og dregur sín næstseinasta andadrátt. Onki er annað at gera enn at takka Brian fyri, syngja at hann er "ein jolly good fellow" og klapp a. Henda sama sjúka er í Føroyum. Ikki at vit kross­ festa nakran, men vit at vit hava innrættað okkara skipan­ ir soleiðis, at tær eru alt ov ineffektivar. Ávísir stovn­ar hava so nógvar myndug­ leikar go avvarandi stovn­ar, leiðarar, forstjórar og for­ menn, at eini vanlig harra­­boð ikki finna vegin fram í øllum meldrinum. Fundarvirksemið er so stórt, tíðar­krevjandi og kostnaðar­mikið, at nærum onki verður avrikað, har sum tað er tørvur á tí. Lat meg taka fólkaskúlan, har eg starvist, sum dømi. Sum vanligur lærari, havi eg Mentamálaráðið, Nám, Sernám, Føroya Lærarafelag, lokalu leiðsluna, kommununa umframt onnur at fyrihalda meg til. Royndir siga mær, at eg veit so dánt hvussu hierarkiið omanfyri meg eitur, men tað er serstakliga sjáldan, at eg havi annað samband við tey, annað enn tá harraboð verða glepsað eftir mær. Tá eg fái boð um at gera ársætlanir, námsfrøðiligar eftirmetingar, tekst­upp gevingar (sum eg fái aftur í høvdið um tað ikki lýkur onkrar treytir, sum sjáld­an eru viðkomandi í 2011). Pisa-panikkurin førdi við sær fleiri harraboð sum mest av øllum angaðu av ráða­loysi og panikki, men lítið annað. Umstøðurnar verða al­ samt harðari, treytirnar al­ samt strangari, men stuðul­in, og her tosi eg ikki um pengar, er at kalla ongin. Misskil meg rætt, eg elski mítt arbeiði, men tað er øgiliga trupult at fáa til fulnar skilt, hvør mín presisi leiklutur er. Kenni meg oftani aftur í skaldsøgum eftir Franz Kafka, um menn, sum verða upp svølgdir av papp írsveldi og fremmandagjørdir inni í skipanum, sum onki endamál hava, annað enn at vera ein skipan í sær sjálvari og fyri seg sjálva. Hetta er bert tað eina dømið, men tað er ongin loyna, at soleiðis koyrir øgi­ liga nógvir stovnar í hesum landi. Her eru næstan fleiri stjórar og leiðarar enn vanlig arbeiðsfólk og hetta býtið ber als ikki til í longdini, og skapar hetta fullkomna ójavn­­vág í samfelagnum, ikki minst búskaparliga, og enda­ liga produktið er sjáldan til at fáa eygu á. Umsitingin er so mikið stór og kostnaðarmikil, at onki veruligt arbeiði verður gjørt av sonnum, tí at tað ikki eru ráð til at gera nakað, antin tí, at tað eru ov nógv starvsfólk um eitt lítið øki, ella tí at tað er so stór umsiting og so nógv fundarvirksemi, at ongin peningurin er eftir til arbeiðið sjálvt, tá fundirnir um, hvussu arbeiðið skal skipast, eru goldnir. Tað snýr seg um at nýskpan, endurskoðan av ver­ andi skipanum og at raðfesta rætt. Her skal virkast og ikki fundast. Hetta vil Tjóðveldi. Vit eiga at skapa broyt­ ingar, ið gera skipanirnar effektivari, soleiðis at peng­ ingurin endar á røttum staði, og arbeiðið, sum eigur at verða gjørt, verður gjørt. Við effektivum skipanum sum eru einfaldar og greiðar, fær borgarin, sum hevur tørv á ágóðanum av tænastuni, ágóðan av tænastuni. Niður av krossinum LØGtingsvalið 2011 Petur Pólsson Valevni Tjóðveldis Vit mugu gevast við at fundast um hvussu eitt arbeiði eigur at skipast, men heldur gera arbeiðið, tí fundarvirksemið og allar tær umsitingarligu petitessurnar føra við sær, at onki er eftir har, veruligi tørvurin er, tí so nógv er goldið fyri at tosa um, hvør og hvar hesin tørvur er Framsókn er ein tíðar­hósk­ andi vinnuvinarligur flokkur. Tí er tað ikki so løgið, at vit eru samd við Vinnuhúsið um, at tað er neyðugt at fáa “skil á fiskivinna” (teirra orðing), og at fiskivinnan skal vinna fleiri 100 milliónir krónur meira um árið til frama fyri okkum øll. Men tað krevur, at vit politiskt gera mangt øðrvísi, enn vit hava gjørt tað higartil. Her er reseptin hjá Framsókn – ein resept, sum krevur evnini at gera eina yvirskipaða dagsskrá, seta greið mál og at vísa eitt lítið sindur av dirvi: 1. Vit mugu undir ongum umstøðum gera tað fíggjar­ liga truplari fyri heimaflota okkara. Tí mugu øll politisk átøk snúgva seg um at styrkja fiskivinnuna, so hon kann vinna meira – til frama fyri BÆÐI vinnuna sjálva og alt samfelagið. 2. Vit eiga at endurmeta allar fiskiveiðuavtalur við onnur lond og seta størri kreftir inn upp á at samráðast um størri nøgdir í okkara part, serliga av upp isjóvarfiski. Ongum nýtist at ivast í, at vit eiga størri rættindi, og bara í hesum liggja stórar meirinntøkur til BÆÐI vinnuna og tað almenna! 3. Vit mugu beinanvegin boða greitt frá, hvørjar politiskar leiðreglur verða galdandi fyri, hvussu vinnan – og hvør í vinnuni – slepp ur framat nýggjum rættindum, og hvørjar reglur verða gald­andi fyri tey meira siðbundnu rættindini eftir 2018. 4. Tá rættindi verða tillutað víðari, skal virðing og atlit vísast teimum, sum við dirvi, hegni og hepni hava verið við til at tryggja Føroyum hesi rættindi og neyðuga vitan. Fleiri teirra traðkaðu til, har og tá onnur ikki hættaðu sær. 5. Leiðreglurnar skulu greitt áseta, at vit umsita tilfeingið lívfrøðiliga burðardygt, bæði fyri at fáa nógv meira burturúr tí, og fyri at vísa okkara børnum og teirra børnum samhaldsfesti. 6. Vit staðfesta greitt, at alt náttúruríkidømi er ogn Føroya fólks. Allur fiskur skal í prinsipp inum upp á land í Føroyum og skrásetast her. Landingar uttanlands kunnu sum undantak verða loyvdar í góðkendum havnum og tá undir eftirliti. (Øll grannalond okkara verja sína rávøru, og tí noyðast eisini vit at geva føroyskari framleiðslu framíhjárætt). 7. Tey, sum hava bestu ætlanirnar fyri, hvussu tey troyta rættindini á ein hátt, sum bæði skaffar teimum sjálvum eitt gott fíggjarligt avkast og samfelagnum mest í spennandi arbeiðsplássum og virðisøking, skulu í prinsipp inum hava fyrstu rættindini til tilfeingið. 8. Tey, sum fáa rættindi at troyta tilfeingið, skulu lata eitt avkast til almenningin fyri hesi rættindi – antin sum virðisskapandi føroyskt virksemi ella sum beinleiðis tilfeingisgjald. Eitt upp skot kundi verið at a) vit lata føroyskt virkaðan fisk slepp a heilt undan, b) vit lata fisk, sum er landaður her, men fluttur meira og minni óvirkaður av landinum, rinda eitt ávíst gjald, meðan c) vit lata fisk, sum verður landaður beinleiðis uttanlands, rinda hægsta gjaldið. (Hetta er ikki eitt liðugt upp skot, men bert eitt íkast til eitt opið orðaskifti). 9. Eitt serligt tilfeingisgjald kann verða tikið av heilt nýggjum rættindinum til upp isjóvarfisk. Her eru meirvirðini so ovurhonds stór, at ríkiligt skuldi verið til øll. Vinnuhúsið sigur okkum, at vit við at skipa fiski­vinnuna á annan hátt kunnu fáa umleið eina hálva milliard meira um árið burturúr bara toskinum og hýsuni. Vit kunnu eisini taka makrelmálið seinastu tvey árini – bert sum eitt dømi um eitt tilfeingi, sum vit í fleiri ár ikki hava troytt nóg væl til samfelagsins besta: Høvdu tey 150.000 tonsini, sum vit nú hava kravt, verðið seld reiðarum í ES eftir teirra mannagongd, høvdu tey farið fyri einar 90 krónur fyri kilo sum eingangsgjald. Okkara makrelkvota kundi soleiðis verðið seld fyri 13 og eina hálva milliard! Nú ætlar Framsókn ikki at býta makrelin eftir ES- háttinum. Men roknistykkini vísa okkum, hvørji virði vit hava um hendi. Ikki at gagnnýta tey til fulnar er ikki bara politiskt, men eisini moralskt forkastiligt. www.framsokn.fo www.facebook.com/ trondurdjurhuus Tróndur Djurhuus Framsókn LØGtingsvalið 2011 100-tals mió. til vinnuna og samfelagið