mánadagur 24. oktober 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Løgtingsvalið 2011
Hví stillar tú upp
til løgtingsvalið?
Svar: Tí eg havi nakrar
hugsjónir,
sum,
um
tær
vinna fram, fara at geva
okkum eitt betri samfelag.
Og so eri so heppin, at eg
eri partur av einum flokki,
hvørs fremsta ynski er, at
allir føringar skulu hava tað
gott og trygt í hesum vakra
og ríka landinum, Skaparin
unti okkum at búgva í.
Júst hvat er tað, flokk
urin stendur fyri? Hvørji
eru hjartamál tykkara?
Svar:
• at vit sum einstaklingar
og tjóð ikki seta álit á menni
skju, men á Gud, skapara
Himins og jarðar.
• at øll skulu kenna seg
trygg í Føroyum, eisini ófødda
barnið.
• at ríkidømið, Skaparin
signar okkum við, verður
lutað øllum og ikki bert
teimum fáu.
• at fáa alt ríkidømið úr
havinum um føroyskar hend
ur, so arbeiðsloysið hvørvur.
• at skapa virðilig kor til
tey gomlu, sum liggja óhjálpin
heima, uttan nøktandi røkt.
• at kristnu virðini fram
haldandi verða grundarlag
undir lóggávuni.
• At barnafamiljur mugu
fáa rúmligari fíggjarligar
umstøður.
Hvar stendur
flokkurin í forhold til
vinstra og høgra?
Svar: Hasi hugtøkini hoyra
einari farnari tíð til! Her heima
verða tey bara tikin fram tá val
eru, annars er lítil og eingin
munur á gomlu flokkunum.
Men spyr tú, hvar Mið
flokkurin er á sosiala skalan
um, so finnur tú hann óivað
sum tann mest sosialt sinn
aða. Miðflokkurin metir tað
verða skyldu hins sterka
og samfelagsins at hjálpa tí
tørvandi, honum ella henni,
sum er í neyð, og ikki megnar
at skipa síni egnu viðurskifti.
Hvar stendur flokkurin
í forhold til loysing
og samband?
Sjálvt
nýlembda
lambið
strevast at koma á føtur
fyri sjálvt at kunna ganga.
Og heimføddur man hann
verða, sum ongan hug hevur
at fara heiman frá foreldrum
at royna egnar veingir.
Tá tað er sagt, má eg leggja
afturat, at Miðflokkurin metir,
at Føroyar eiga at fáa eina
fíggjarliga uppgerð við danir.
Og vit meta at hendan upp
gerð fer at vísa, at tað danir
árliga veita Føroyum sum
blokk er peningur, vit eiga.
Hvat heldur tú um
farna valskeið, og
hvat skal gerast
øðrvísi komandi?
Svar: Farna valskeið var ein
katastrofa, fyrst av øllum tí
at samgongan hevur latið
staðið til. Vit hava knappliga
4000 óarbeiðsførar hendur,
fleiri tóm flakavirki, stórt
fiskatilfeingi, sum ikki kemur
um føroyskar hendur, undir
skot á fíggjarlógini 4. árið á
rað, nettoskuld Føroya er økt
við risaferð, kostnaðarstøðið
er methøgt, bíðitíðir innan
heilsuverkið eru ørandi, t.d.
til sálarlækna hjá børnum-
og vit kundu hildið á at tikið
dømir um mál, samgongan
burdi havt tikið sær av.
Men landsstýrið hevur lítið
og einki gjørt fyri at rætta
skútuna.
Ein komandi samgonga
má fyrst av øllum fara til
arbeiðis! Og hon má hava
hjartað við í politikki sínum,
tvs. stevna móti tí, sum er
best fyri hvønn einstakan
føring!
Svar til nakrar spurningar
eg fekk nú ein dagin
Jenis av Rana
løgtingsvalevni
fyri Miðflokkin
LØGtingsvalið 2011
Nógv tosa um bíligari flog
ferðaseðlar.
Nógv
verður
lova, men einki verður gjørt.
Vit í Framsókn hava bein
leiðis sett hetta mál á okkara
politisku stevnuskrá.
Í Framsókn ásanna vit, at
landafrøðiliga støða okkara
mitt úti í Norðuratlantshavi
ger okkum til ein útjaðara
í Evropa. Vit eru tískil av
teirri áskoðan, at ‘public
service’-skyldan
í
sam
ferðslukervinum ikki bara
skal røkka av Fugloynni til
Sumbiar, men eigur eisini at
fevna um rættin hjá føroying
um at ferðast til granna
londini fyri ein rímiligan
kostna.
Hyggja vit nærri at tølu
num, kostar raksturin av
rutunum hjá Atlantsflogi á
leið 225 mió. um árið. Men
Atlantsflog má selja ferða
seðlarnar fyri væl meira,
tí
aðrar
útreiðslur
enn
raksturin skulu leggjast á
ferðaseðlarnar.
Fyrst
eitt
ferðaavgjald á 14 mió, ið fer
beinleiðis í landskassan, og
síðan meira ferðaavgjald á
32 mió. krónur til rakstur av
Vága Floghavn. Sostatt má
Atlantsflog selja ferðaseðlar
fyri í alt 271 mió. krónur um
árið. Felagið sjálvt fær einki
burturúr hesum, men er bert
eitt millumlið, ið skal krevja
avgjaldið inn frá teimum
ferðandi fyri landið.
Vit hava í Føroyum mill
um heimsins hægstu ferða
avgjøld. Allar royndir aðra
staðni í Evropa vísa á, at
høg ferðaavgjøld køva møgu
leikan fyri vøkstri í ferðsluni;
ja, tað er heldur hinvegin.
Nógv vitan um hetta finst
við m.a. at googla “passager
afgift”.
Stendur tað til Framsókn
verður ferðaavgjaldið avtikið
beinanvegin, og síðan skal
raksturin av Vága Floghavn
á fíggjarlógina. Hesi átøk
tryggja í fyrstu syftu yvir
16% bíligari ferðaseðlar. Bílig
ari ferðaseðlar fer at økja
um talið av ferðandi, ið gev
ur
lægri
eindarkostnað.
Hetta tryggjar grundarlagið
fyri enn bíligari ferðaseðlum.
Útrokningar peika á, at ferða
seðlaprísirnir skjótt kunnu
verða uml. 25% bíligari enn
í dag.
Vit vita, at einki kemur
av ongum. Framsókn er
ein ábyrgdarfullur flokkur,
sum fegin vil fremja nakrar
umleggingar fyri at finna
fígging aðrastaðni á fíggjar
lógini, so bíligari ferðaseðlar
gerast
veruleiki.
Sostatt
verður talan um eina umrað
festing, og ikki eina eyka
rokning til skattgjaldaran.
Hetta er eitt hjartamál hjá
mær og Framsókn.
Hetta kemst snøgt sagt
av, at bíligari ferðaseðlar
eru eftir mínari sannføring
avgerandi fyri at fáa trivna
í okkara land. Vit vita øll, at
her er okkurt galið, tá ið vit
kanska hava størsta burð
aravlop uttanfyri muslim
ska heimin, og millum tær
bestu arbeiðsloysisskipanir
í heiminum, men kortini
minkar fólkatalið.
Harumframt hava vit í
Føroyum í nógv ár droymt um
stóra ferðavinnu. Tað er mær
tí ein gáta, at vit áhaldandi
gera hetta, samstundis sum
vit hava so høg ferðaavgjøld
sum vit hava, tí allar royndir
vísa jú at hesi bæði virka ikki
saman.
Her má farast til verka
nú. Gev mær tín stuðul, so
tryggi eg tær bíligari flog
ferðaseðlar.
Eg geri, sum eg sigi og sigi,
sum eg geri.
Vegurin til bíligari flogferðaseðlar
Janus Rein
valevni hjá Framsókn
LØGtingsvalið 2011
Føroyskur politikkur hevur
flutt seg alt ov langt frá
fólkinum.
Okkum
tørvar
politikkarar
sum
hava
innlit í livikorini hjá vanliga
fólkinum. Politikkarar sum
eru jarðbundnir og kunnu
finna semjur, ikki fólk sum
rópa harðast, og brúka orku
uppá at vísa á hvat hini hava
gjørt, ikki hava gjørt o.s.fr alt
fyri at flyta fokus frá tí, sum
hevur tydning, til at fokusera
uppá seg sjálvan.
Fólkið
í
Føroyum
er
sjálvsagt fjølbroytt, eins og
liviumstøður og livikor laga
seg ymiskt hjá okkum øllum.
Vit mugu tó ikki venda blinda
eygað til tá ið vit hoyra
um, og síggja hvussu hart
barnafamiljurnar eru sperdar.
Javnvágin millum familjulív
ag arbeiðslív er trupul at
finna, og í allar flestu førum
eru bæði foreldrini úti á
arbeiðsmarknaðinum,
og
børnini í ansing.
Tað er av stórum tydningi
at arbeiða fram móti at
barnsburðarfarloyvi verður
longri, og helst longt til
eitt ár. Somuleiðis eigur
barnafrádrátturin at hækka.
Sjálvt um fólk arbeiða
nógv, so er trupult at fáa
endarnar at røkka saman.
Føstu
útreiðslurnar
eru
stórar, og prísurin á vanligum
gerandisvørum er alt ov
høgur. Ein vanlig familja má
venda hvørjari krónu, og tá ið
mánaðin er hálvur er uppi hjá
nógvum. Hetta má broytast
og kostnaðarstøði má niður.
Somuleiðis sum nógvar
familjur uppliva fíggjarliga
trongstøðu, so hoyra vit
dagliga um fólk sum hava
útgoldið sær sjálvum høgar
samsyningar, og tað uttan
heimild. Vit hoyra um fólk
sum skuldu verið koyrd frá,
tí tey hava misrøkt sítt starv
vera premieraði við hægri
størvum, sum enntá vera
designaði til hesar persónar.
Vit hoyra um ójavnar í
skattaskipanini. Vit hoyra
um fólk, sum koyra fyritøkur
og feløg á húsagang, men
starta uppaftur dagin eftir,
og so framvegis. Hvønn
hoyra vit sum vil gera nakað
við hetta?
Skilligt er at fólk eru
ónøgd, og ikki kenna at
politikkarin arbeiðir fyri tey.
Órættvísi er alt ov stórt.
Neyðugt er at hjúkla um
og raðfesta familjuna nógv
hægri. Foreldrini taka sær
av
okkara
dyramiklasta
tilfeingið – børnunum ! Tí
skulu familjurnar raðfestast
nú ! Onki at sær komið
samfelag setur framtíðina
uppá spæl !
Sirið Sterberg
valevni Tjóðveldis
LØGtingsvalið 2011
Hvønn ynskir tú at umboða teg?