mánadagur 24. oktober 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í samband við skattaupp
skotið frá Javnaðarflokki
num, hevur nakað av umrøðu
verið um hvørja skattaskipan
vit skulu hava til føroyingar,
ið arbeiða uttanlands.
Vit eru sera væl fyri í
Føroyum, tí vit hava eina
fleksibla
og
ikki
minst
dugnaliga
arbeiðsmegi,
sum tað er eftirspurningur
eftir í útlondum. Her tosa
vit bæði um skipsførarar,
maskinmenn, handverkarar,
ROV-operatørar, tyrlu- og
flogskiparar osfr osfr. Hesi
fólk eru ein stór styrki fyri
okkara samfelag, og sjálvandi
skulu vit hava so kappingar
føra skattaskipan sum til ber,
so tey ikki flyta burtur, men
framhaldandi skapa vøkstur
her hjá okkum.
Ein meting sigur, at uml
5-7% av samlaðu føroysku
skattgjaldarunum, arbeiða
uttanlands, og sostatt ikki
gjalda sama skatta% sum
hinir løntakararnir. Í mun
til grannalondini, er hetta
ein lutfalsliga stórur partur.
Eg haldi tað hevur stóran
týdning at politikarir og
tey, ið arbeiða uttanlands,
skilja hvønnannan betur.
Tað nyttar onki at koma við
einum lidnum uppskoti yvir
høvdið á fólki og vænta at
tey taka undir við tí uttan
mótmæli.
Tey flestu er helst samd
um, at øll ið liva í hesum
landinum,
skulu
bera
byrðarnar so javnt sum
møguligt og øll sum forvinna
pengar skulu gjalda sín part
til felags húsarhaldið. Og
nógv av teimum, ið arbeiða
uttanlands,
gjalda
flestu
sosial
gjøld
í
Føroyum.
Men sum skilst verða teir
viðgjørdir ymiskt og skulu
brúka nógva orku uppá at
greiða síni viðurskiftir við
skattamyndugleikarnar. Tað
er hesum vit skulu koma
burturfrá.
Spurningurin
er so, hvussu kunnu vit
finna eina einfalda loysn,
har øll gjøld verða samlaði
og trekt av lønini áðrenn
hon er útgoldin. Soleiðis, at
løntakarin veit, at tá lønin
er komin inn á konto, so er
skattur og øll onnur sosial
gjøld farin av, og tað sum er
eftir kanst tú sjálvur ráða
yvir.
Øll
gjalda
heilsutrygd
í dag, men eftir 1. januar
verður
hetta
gjald
lagt
beinleiðis undir skattin. Ein
loysn skal finnast á, hvussu
vit tryggja, at fólk, ið arbeiða
uttanlands
eisini
gjalda
fyri heilsutænastur. Og í
somu loysn eiga vit at leggja
onnur gjøld, sum øll hava
gleði av, td. kringvarpsgjald,
ALS, barsils- og arbeiðs
marknaðargjøldum o.a.
Ein frítíðar felagsskapur
er skipaður í Føroyum, ið
hevur savnað útisiglarar og
summar aðrar fakbólkar, ið
starvast uttanlands. Men
stóra talið av handverkarum
uttanlands er td ikki við í
hesum felagsskapi enn. Tað
hevði verið ynskiligt, um
allir teir fakbólkar, ið starv
ast uttanlands og hava ser
skattaskipanir, kundu savnast
í einum felagsskapi, sum so
kann umboða hesi fólk og
tosa við einari rødd yvirfyri
myndugleikunum. Sjálvt um
ymsu bólkarnir hava ymsar
treytir og trupulleikar, ivist
eg ikki í at tað ber til at
samansjóva áhugamálini, so
tað er greiðari fyri politisku
skipanini hvørjar treytirnar
og sjónarmiðini eru hjá
hesum bólkum.
Les um mínar hugsanir og
hjartamál á gballe.blogspot.
com ella á Facebook. Har
vil eg fegin tjakast og fáa
innlit í tykkara hugskot og
meiningar.
Gunvør Balle
valevni hjá Tjóðveldi
LØGtingsvalið 2011
Skattaskipan fyri tey, ið
starvast uttanlands
Bjarni
Djurholm
vildi
í
sjónvarpssendingini »Søgn
og mótsøgn« vera við, at
uppskotið
hjá
Javnaðar
flokkinum um at byggja
leiguíbúðir til fólkið ikki
hongur saman.
Sum lovað, fær Djurholm
her roknistykkið:
Hvør leiguíbúð á 60 m2
kostar umleið 1.3 mió. kr. at
byggja. Av tí, at Húsaláns
grunnurin eigur pengarnar,
skal grunnurin ikki rinda
rentur og avdrøg av íløgunum.
Landsstýrismaðurin
áset
ir í kunngerð nærri reglur
fyri,
hvussu
leigan
skal
ásetast. Íløgan hjá Húsaláns
grunninum skal geva eitt
avkast á 3 prosent, sum
er áleið sama renta, sum
grunnurin tekur í løtuni. 3
prosent av 1,3 mió. er 39.000
árliga. Sambært Landsverk
er neyðugt at seta umleið
150 krónur pr. m2 av til
viðlíkahald árliga, ella 9.000
kr. árliga. Hetta gevur 48.000
krónur árliga, ella 4.000 kr. í
leigu um mánaðin. Haraftrat
eitt
lítið
umsitingargjald
á kanska 100 krónur um
mánaðin.
Rigmor Dam
valevni hjá
Javnaðarflokkinum
LØGtingsvalið 2011
Flest øll eru samd um, at tað
eru fiski- og alivinnan sum
halda
samfelagshjólunum
koyrandi. Spurningurin er,
hvussu leingi hesar vinnur
einsamallar megna at rinda
gildið. Vit mugu royna at
finna nýggjar vinnuvegir og
alla tíðina hava antennurnar
úti og vera til reiðar at lofta
øðrum møguleikum. Okkurt
eydnast og okkurt eydnast
ikki, tað vil so vera, men so
leingi reiðskapurin liggur
á dekkinum verður onki
fiskað.
Vit mugu royna nýggjar
ókendar leiðir júst á sama
hátt, sum vit kenna frá
fiskaríi. Nakrar leiðir kenna
vit eitt sindur til, men kunnu
koma at kenna tær betri og
á øðrum leiðum eru vit púra
ókend.
Eitt land uttan dreymar
og visiónir er eitt fátækt
land !
Í staðin fyri at skapa fleiri
inntøkur við at leggja størri
byrðar á fólk eiga vit at økja
um inntøkurnar við at skapa
fleiri lønandi og skapandi
arbeiðspláss.
Vit mugu ikki missa tað
skapandi fólkið.
Ferðamannaland
Síðstu 30-40 árini hevur verið
tosað um ferðavinnuna, sum
skal gerast ein stór og lønandi
vinna. Her gongur støðugt
framá og nøkur arbeiðspláss
eru í dag í ferðavinnuni ,
sum gevur inntøkur. Tað er
at gleðast um, men enn er tó
langt á mál.
Her eiga vit at seta nógv
meira orku inn og eitt hug
skot kundi verið, at gjørt
ferðavinnu til eitt fak í skúla
num, ella pensum í onkrum
faki, so okkara ungu kunnu
fáa praktiska vitan um hesa
vinnu tíðliga og áhuga fyri
henni. Eitt slag av einum
ferðaleiðaraskeiði.
Okkara
skúlaungdómur kundi so
leiðis fingið praktiska vitan
um ferðavinnu og áhuga.
Eisini vildi hetta verið gott
høvi at víst teimum, hvat
fremmandamál eisini kann
brúkast til.
Vit hava brúk fyri ung
dómi sum hava áhuga, vilja og
førleika at selja Føroyar bæði
her heima og uttanlands.
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur
Býraðslimir
Klaksvíkar Kommuna
LØGtingsvalið 2011
(Partur 1) Føroyar sum:
Leiguíbúðir
til fólkið
Eg bleiv skelkaður tá ið eg
hoyrdi, Johan Mortensen
(eg haldi at tað var hann)
í Kringvarpinum, umrøða
meg
viðvíkjandi
skatta
lættanum hjá Javnaðar
flokkinum.
Hann greiddi frá, at eg
var ímóti skattalættanum.
Tað er beinleiðis ósatt og
hevur hann tað ikki frá
mær. Eg havi hinvegin róst
skattalættanum í orði og
talu.
Eg havi hinvegin víst á
aðrar møguleikar at fíggja
skattalættan, td:
• Fækka talið av aðal
ráðum
• Prístalsviðgerða blokkin
• Samráðast um at fáa
nakað av skattinum (DIS)
heim til Føroyar
Eisini eru aðrir møgu
leikar, sum eg ikki skal
koma inná nú. Men eg má
undirstrika at eg gleðist
um skattalættan til støk og
barnafamiljur, hetta havi
eg eisini víst á og skilji eg
ikki, at Johan Mortensen
kann koma til nakra aðra
niðurstøðu. So er tað sagt!
Við javnaðarkvøðu
Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
LØGtingsvalið 2011
Skeivleikar í
Kringvarpinum
Valgreinar