mánadagur 24. oktober 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Kanst tú fara “upp í”
politikk?
- Nei, tú kanst fara ongan
tíð fara upp í politikk, tí hann
hevur altíð verið har!
Nøkulunda soleiðis svar
aði segði Jens Otto Krag eina
ferð, tá hann var spurdur, hví
hann tókst við politikk.
Hann sipaði til, at politikk
ur umfatar okkum øll og
rakar okkum øll.
Tí er týdningarmikið, at
okkara løgting er so væl og
breitt umboðað sum gjørligt
við skilafólki úr alskyns
vinnugreinum,
úr
øllum
heraðshornum og ikki minst
av báðum kynum.
Skal
einstaklingurin
tryggjast, so mugu øll fáa
møguleikan!
Í dag munnu flest øll
vera samd um, at vit ynskja
at búgva í einum vælferðar
samfelagi!
Einum
vælferðarsam
felagi, har vit eru solidarisk,
og onkur kann eiga nógv,
men eingin skal eiga ov lítið.
Sum so eru vit øll javnaðar
fólk!
Hetta er ikki bara lættari
og rættari. Tað krevur eisini,
at vit bæði standa tættari og
harvið eisini fattari – glað og
errin av okkara samfelagi!
Javnaðarpolitikkur merk
ir ikki, at vit skulu køva
einstaklingin,
men
fjálga
um fjøldina, so øll fáa ein
møguleika at fáa sær eina
útbúgving og arbeiði.
Skal
einstaklingurin
tryggjast, so mugu øll fáa
møguleikan!
Einki
skal
eita
síðsti
kjansur fyri eitt menniskja,
tí menniskja er altíð eitt
endamál í sær sjálvum – ikki
marknaðurin!
Marknaðurin er ein góður
tænari, men ein vánaligur
harri.
Marknaðarin má tí ongan
tíð sleppa at taka maktina frá
menniskjanum – marknaðin
eiga vit við skynsemi og
samhaldsfesti at stýra, so vit
ikki verða stýrd.
Hetta er eitt arbeiði, vit
ongantíð verða liðug við.
Franski rithøvundin og
sosialdemokraturin, Albert
Camus, samanbar javnaðar
hugsjónina við søgnina um
Sisyfos. Tað var hann, sum
var dømdur at rulla steinin
niðan á fjallið, men komin
á tindin, rullaði steinurin
oman aftur hinumegin, og
so var einki annað at gera
enn at byrja umaftur. Haðani
kenna vit tiltakið “eitt sisifos
arbeiði” um strev, sum ongan
enda fær, og tí endar javnaðar
politikkur ongantíð.
Framtíðin er frælsi, fólka
ræði og felagsskapur!
Men eins og fyrrverandi
fangin og forsetin Vaclav
Havel vísir á, so eru frælsi og
fólkaræði ikki altíð tað sama.
Vit kunnu liva í einum
fólkaræði.
Men er fólkið ikki upplýst,
og hevur fólkið ikki møgu
leikar at vinna sær arbeiði
útbúgving, eru vit ikki longur
bara menniskjur, men bara
marknaðarmekanismur.
Finnur í talvinum, har peng
arnir fólkið flyta! Og tá eru
vit ikki fræls!
Lesandi,
starvsfólk
á
almenna arbeiðsmarknaði
num, arbeiðsleys eins væl
og sjálvstøðug vinnurekandi
kunnu øll vera ágrýtin. Og
Javnaðarflokkurin ger ikki
mun á, hvør er ágrýtnari enn
onnur.
Tað skal jú altíð loysa seg
hjá øllum at arbeiða og út
búgva seg.
Men vit eiga eisini altíð at
hugsa um onnur enn okkum
sjálv, tí sjálvandi skulu tær
sterkaru byrðarnar bera tær
tyngstu byrðarnar.
Til hetta krevst, at øll eru
við!
At pláss er fyri øllum í
Føroyum.
Umframt at eiga sosialar
skipanir, krevst eisini ein
sterk mentan at tryggja
hetta.
Hetta kann einans eitt
samhaldsfast
samfelag
tryggja.
Tí er neyðugt, at vit
stremba eftir einum norður
lendskum
vælferðarsam
felagi, ið ikki er ein sjálvfylgja,
men altíð eitt mál, ið vit eiga
at líta framímóti.
Vit eiga tí altíð velja
menniskjað fram um markn
aðarkreftirnar.
Tað er bæði lættari og
rættari – og tá standa vit
bæði tættari og fattari!
Theodor Eli
Dam Olsen
valevni
Javnaðarfloksins
LØGtingsvalið 2011
Lættari og rættari – tættari og fattari!
1600 fólk hava í løtuni einki
arbeiði at vakna til hvønn
morgun. Tveir triðingar av
teimum arbeiðsleysu búgva
uttanfyri
miðstaðarøkið.
Politiski myndugleikin kann
gera nógv meira fyri at skapa
virksemi. Tað kann gerast við
at framskunda byggiverk
ætlanir, sum kortini skulu
gerast, og raðfesta almennu
íløgurnar soleiðis, at mest
møguligt
arbeiði
verður
skapt fyri hvørja krónu.
Vit í Tjóðveldi hava sett
sum fremsta mál, at fólka
fráflytingin skal vendast til
tilflyting. At skapa meira virk
semi kring landið, er týðandi
táttur í hesi ambitión.
Hvør króna telur
Tað almenna hevur saman
lagt nógvar 100 milliónir,
at skapa arbeiði við. Løgu
karmurin
hjá
landinum
er omanfyri 300 milliónir
krónur um árið, og umframt
hetta koma íløgurnar hjá
kommununum.
Her er neyðugt at rað
festa byggivirksemi, sum
vit vita, skapar arbeiði til
nógvar hendur. Til dømis
at framskunda bygging av
bústovnum, av mentanar
depli í Suðuroy, útbyggingina
av psykiatriska deplinum,
av Tjóðleikhúsi, bjálving av
almennum bygningum og
ítróttarkørmum kring landið.
Til dømis tørvar okkum fleiri
svimjihylar.
Byggja vit Havrannsókn
arskipið – sum er komið á
figgjarlógina – og eitt nýtt
strandfaraskip – sum tørvur
eisini er á, og taka vit avgerð
um, at hesi skulu byggjast
við okkara egnu arbeiðsmegi,
so ger landið júst hitt rætta í
trongum tíðum: At seta ferð
á. So mugu vit halda aftur
við almennu íløgunum, tá
tíðirnar aftur gerast betri.
Eg sigi ikki, at alt hetta
kann gerast í senn. Men, tað
ber væl til at umraðfesta og
framskunda íløgur av hesum
slag, so meira arbeiði verður
her og nú.
Førleika- og
virðisøking
Og sjálvandi skulu treytir
setast í øllum almennum
útboði um, at virksemið
mennir føroyskar førleikar,
virðir føroyskar sáttmálar
og
skapar
virðisøking
í
Føroyum, sum vit hava ásett
í okkara valskrá.
Sum støðan er, má hvør
króna nýtast málrættað at
skapa mest møguligt arbeiði,
og seta ferð á allar Føroyar!
Bjørt Samuelsen
www.tjodveldi.fo/bjort
LØGtingsvalið 2011
Meira arbeiði
fyri hvørja
krónu – kring
alt landið!
Arbeiðsfjøldin er dýrmætasta tilfeingi okkara. Hetta sigur
Føroya Arbeiðsgevarafelag í teirra áhugaverda bóklingi
Vinnusjónarmið, sum júst er útkomin. Og eg eri púra samd.
Arbeiðsfjøldin skal støðugt førleikamennast til at megna
tær mongu avbjóðingarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Lívslong læring – eisini fyri ófaklærd
Vit skulu betra um møguleikarnar fyri førleikamenning
og fyri lívslangari læring, eisini fyri ófaklærd. Ikki tí, at
samfelagnum ikki tørvar ófaklærd, tí okkum tørvar øll
menniskju. Men vit vita, at arbeiðsloysi rakar fólk uttan
útbúgving nógv harðari enn fólk við útbúgving, tí í kreppu
hvørva arbeiðsplássini fyri ófaklærd í nógv størri mun enn
arbeiðspláss fyri fólk við útbúgving. Ófaklærd eru eisini
meira útsett fyri fátækradømi enn fólk við útbúgving.
Heilsuskúlin – gott dømi um arb
eiðsmarknaðarútbúgving
Heilsuskúlin í Suðuroy er sera væleydnaður skúli til frama
fyri førleikamenning av ófaklærdum. Her hava serliga
kvinnur, sum annars allarhelst ongantíð høvdu fingið nakra útbúgving, møguleika fyri at
gerast enn dugnaligari til teirra arbeiði.
Vit eiga at skipa líknandi arbeiðsmarknaðar-útbúgvingar fyri ófaklærd og fyri fólk við
styttri útbúgvingum, kring alt landið, so at einstaklingar fáa møguleika fyri at gerast enn
betri til teirra arbeiði, samstundis sum tey fáa eitt tryggari tilknýti til arbeiðsmarknaðin.
Hesar útbúgvingar kundu verið innan eitt nú fiskivinnu, matvøruvinnu og tænastu
vinnur.
Við fleiri arbeiðsmarknaðarútbúgvingum fáa vit eisini eina dygdarbetri arbeiðsfjøld,
sum kann taka av teimum mongu og fjølbroyttu avbjóðingunum, ið eru á arbeiðs
marknaðinum í 21. øld.
Førleikamenning av
okkara dýrmætasta
tilfeingi
Kristianna
Winther Poulsen
valevni hjá
Sjálvstýrisflokkinum
LØGtingsvalið 2011
Løgtingsvalið 2011