mánadagur 24. oktober 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í samband við at sálarheilsu
dagur var mánadagin 10.
oktober, er rætt at steðga
á og hugsa um viðurskifti
teirra sálarveiku.
Vit kunnu gleðast um
batar á hesum øki, um vit
samanbera støðuna á sálar
heilsuøkinum fyri 10-20 árum
síðani. Ábøtur eru gjørdar og
nøkur sambýli eru fingin
til vega, eitt nýtt er bygt í
Suðuroynni og ætlanir eru
um at byggja ein nýggjan
sálarheilsudepil.
Eisini
er
at gleðast um, at innlagdir
sálarsjúklingar,
ið
einans
fingu lummapening, hava
fingið lyfti um at fáa vanliga
pensjón, sum tey, ið ikki eru
innløgd. Tað tók langa tíð at
sannføra myndugleikarnar
um, at innløgd sálarsjúk fingu
hesi sjálvsøgdu rættindi, men
stríðið var ikki til fánýtis.
Men kortini eru kor teirra
sálarsjúku ikki nóg góð.
Hóskandi
íbúðarsambýli
eru ikki tøk hjá teim flestu
og enn eru samborgarar inni
á
psykiatriskudeildunum,
sum hava bíðað í tíggju,
tjúgu og tríati ár, men sum
enn ikki eru sloppin út vegna
tørvandi bústað til teirra.
Higartil hevur manna
gongdin verið, at hóskilig
hús, ið hava verið til sølu,
hava verið keyp til at hýsa
sálarsjúkum. Hetta er ikki
ein nøktandi loysn. Tíðin er
farin frá hesum. Sálarsjúku
samborgarum okkara tørvar
somu
bústaðarviðurskifti
sum øllum øðrum borgarum,
ikki einans kømur, men íbúðir,
sum eru hóskandi teimum.
Hesar sjálvsøgdu hugsanir
vinna meiri og meiri frama
og mugu verða meginreglan
frameftir á hesum øki. Her
er eisini ein spurningur
um raðfesting hjá okkara
landsmyndugleikum.
Sum
ein, ið – saman við øðrum
- hevur verið ein partur av
stríðnum fyri at vinna teim
tey sinnisveiku betri kor,
kann eg siga, at hetta økið
hevur ikki verið raðfest nóg
høgt. Men ”ein glotti er fyri
framman.”
Svenning av Lofti
Kor teirra sálarsjúku í Føroyum
Dagfinnur Danbjørg
4 - 5 túsund føroyingar vóru
noyddur av landinum undan
sviki, svindli og fíggjarligari
vanstýring eftir húsagangin
6. okt 1992, meðan upp ímóti
25 % vórðu drivin út í arbeiðs
loysi.
Hetta var aldarinnar fíggj
arligi sorgarleikur, ið mong
minnast aftur á við ræðslu,
serliga tey, ið vórðu rakt, og
tað so beinhart, uttan at tey
høvdu kunnað vart seg fyri
skrædlinum, sum tey - eins
og barnið í vøgguni - vóru
fullkomuliga ósek í.
Hetta vóru alt annað enn
spilt fólk, ið annars vóru von
til at liva og livdu eitt vanligt
lív við fam., heimi, arbeiði,
skúla og frítíðaraktivitetum,
sum annars vóru góð við
land og fólk.
Tey vóru von við at svara
hvørjum sítt, og kundu ikki
ímynda sær annað enn at
búgva, liva og virka her, men
vórðu nú við eitt stillaði
millum valið at líða hungur
og hall í Føroyum, ella at
royna at lívbjarga sær og sín
um í øðrum landi, og í tí støð
uni var valið onki val, men
eitt spark út í annan heim.
Annars hava onnur í
trongstøðu m.a. vegna vant
andi
bústaðarmøguleikar
ella vantandi stuðul til sjúk
og/ella breka børn eisini valt
at fari úr Føroyum.
Hartil koma lesandi, ið
eftir lesnað í útlondinum,
er vorðin verðandi har av
ymsum orsøkum, tey hava
kanska fingið størv og/ella
maka.
Minoritetar hava eisini
tíðint - vegna intoleransu -
valt Føroyar frá og eri farin
í annað land, har tey hava
funnu sær eitt meira tolerant
umhvørvi.
Í nevndu førum - og
kanska onkrum øðrum við
- er væl skiljandi, at okkara
fólk velur Føroyar frá. Í
mongum førum er onki reelt
val. Har er bara eitt at gera.
Men nú kemur tað, sum eg
bæði havi undrast og undrist
yvir, og tað eru tær hóttanir
um at flyta, sum verða førdar
fram móti okkum, ið búgva
her og eisini ætla at búgva
her, frá teimum, ið forvinna
sera stórar upphæddir, men
sum ikki vilja gjalda skatt
í Føroyum, men einans - á
jøvnum føti við okkum onnur
- vilja hava loyvi til at brúka
tað, ið vit við skatti annars
gjalda fyri við uml. 50% av
okkara inntøkum.
Í meðal sita vit vanligu
eftir við uml. kr, 150.000 eftir
skatt og við ongum, tá alt er
goldið í gjaldast skal, meðan
hóttararnir sigast at sita við
uml. 500.000 kr.
Sagt verður, at teir brúka
av peninginum til at keypa
fyri í Føroyum, men hvør ger
ikki tað?
Og so hótta teir við at fara
av landinum, um teir skulu
gjalda skatt á jøvnum føti
við okkum, ið liva, arbeiða,
búgva og rinda alla lønina
bæði direkta og indirekta í
føroyska samfelagnum.
Áður varð føroyingurin
- sum heild - uppaldur til at
røkja sínar skyldur, áðrenn
hann kravdi sín rætt. Nú
sær út til at verða umvent í
holuni.
Føroyar
eru
annars
eitt gott land at liva í upp
á mangar mátar, og eisini
betur enn mong onnur lond á
mongum umráðum bæði fyri
vaksin, men kanska eina mest
fyri børn, so eg vóni at eingin
er so spiltur, at hann heldur
vil siga landinum farvæl, enn
at vera við til at byggja tað
upp á eitt støði har fá hava
ov nógv, men færri ov lítið og
har vit á solidariskum grund
arlagi við stoltleika kunnu
byggja og útbyggja væl
ferðarsamfelagið Føroyar.
Men velur onkur at fara
og fer, men síðani angrar tað,
so veit eg, at hann altíð fer
at verða ynsktur vælkomin
heim aftur. Føroyar hevur
brúk fyri okkum øllum.
At fara, tí
mann er
noyddur,
ella tí mann
er spiltur, er
hvør sítt
Kjak
Truppulleikarnir, sum tey
hava at dragast við eru
ymiskir. Men tey hava tað
til felags, at tey ikki eru før
fyri at ansa sær sjálvum, og
tí mugu tey hava hjálp til
tess.
Upplagt er at tey fáa eitt
tilboð um vart starv ella at
koma á ein skúla, sum er
líkandi Rásini í Runavík.
Hvar tey so vera klár at
fara í eina varda íbúð og
fáa starv.
Vit hava verið á fundi
við Tórshavnar kommunu,
men har kom einki burtur
úr, kanska tí at uppgávan
liggur hjá landinum. Og ikki
hjá kommununum. Men hví
hugsar tað almenna ikki um
at byggja vardar íbúðir við
síðina av ellisheimum eitt
nú við Boðanesheimið, sum
bygt verður nú í Havnsum.
Áður hevur man víst á, at
ein partur av Tjarnaðgarði
kundi verið brúktur til
hendan
málbólkin,
men
tað kom einki afturljóð.
Tað fekk somu lagnu sum
so nógv onnur uppskot tey
seinastu 20 árini!
Tórshavnar kommuna er
tann størsta í landinum, og
har eru ikki nógv tilboð til
tey við skerdum førleika.
Fýra viðkomandi
spurningar
Hvør torir at rætta eina
hjálpandi
hond
til
tey
veiku, sum eru 18 ár og
eldri? Hvør politikari torir
at standa við ábyrgd? Hvør
politikari vil fáa tað við í
samgonguskjalið? Hvør
politikari vil broyta lóg
gávuna á hesum økinum,
t.d. forsorgalogina § 32?
Har skal standa SKAL, og
ikki KANN, tí kann blívur
ikki til nakað?
Ringt er hjá teimum við
skerdum møguleikum at
koma út í arbeið, tí vard
størv hanga ikki á trøunum.
Men hví ikki siga við lóg, at
almenn arbeiðspláss skulu
hava so og so nógv vard
størv. Til dømis kundu fyri
5000 almenn størv verið 100
vard størv. Tað hava tey til
dømis í Danmark.
Eitt uppskot, sum vit
hava havt, er at keypa
støðina í Mjørkadali til
eftirskúla og so havt ein
av
bygningunum
undir
Gráasteini í Havn til vardar
íbúðir.
Støðan hjá teimum við
skerdum møguleikum er
ótolandi í Føroyum. Tey eru
ikki javnt stillað við onnur
fólk. Vit meina at okkara
kæru vaksnu børn skulu
vera líka stillað við onnur
í samfelagnum, og tí skulu
tey hava møguleikan at
sleppa á kafé ella í biograf
ella sleppa at velja sær
bústað og starv líka so væl
sum onnur. Alt hetta ber
einans til, um viðurskiftini
rundan
um
tey
eru
nøktandi.
Hevur samfelagið ráð
til tað, um vit avvarðandi
flyta av landinum? Vit eru
foreldur, sum eru væl lærd
og halda ikki, at okkara
børn skulu sendast av
landinum. Men spurning
urin er um Føroya land vil
hava, at vit skulu senda øll
av landinum aftur ?
Okkara børn vilja sjálvi
sleppa at liva sum øll
onnur, og tí mugu vit gera
teiomum tilboð.
Tey ungu duga og vita
nógv meira, enn vit halda,
og tey hava fleiri førleikar
enn vit vita, men so er tað,
hvusssu vit fáa tað fram
í teimum, og tí má hjálp
setast inn fyri at finna
førleikar og møguleikan hjá
tí einstaka.
Vit síggja hettar sum
eina íløgu í hvønn einstakan
og ikki sum eina útreiðslu.
Vinaliga
Tórun Magnussen
Hans Martin og Elsebeth
Jacobsen
Nena og Heri Thomsen
Mennningar
tarnaður 18 ár
og hvat so??
Vit eru nøkur foreldur, sum
halda at tilboðini til børn við
serligum tørvi, ikki eru nóg góð