mánadagur 24. oktober 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Lasse Klein
Kjak
Væl er hungur og hall herskin
gerandiskostur at virka undir,
tó neyð kann læra nakna
kvinnu at spinna. Men máti
skal vera við mentunarligari
ómegd.
Tað gav at bíta, nú ÚF/
Kringvarp
Føroya
eyðsýnt
hevur repað og broytt seglini
viðvíkjandi tí tilstundandi løg
tingsvalinum innan bert tvær
vikur.
Áður vanligar, útdýpandi
og ofta beinleiðis skemtilig
ar valsendingar kring landið
eru sleptar, og í staðin eru m.a.
lokalar ”val á staðnum”- send
ingar upp á knappan tíma við
øllum floksumboðum saman.
Tá verður bjóðað lítil tíð
(bert ein minuttur) í part
at greiða frá sínum lokala
politiska
boðskapi,
lítil
dialogur og harvið bert hissini
úrtøka fyri tann ofta ivasama
veljaran.
Soleiðis kann ÚF/Kring
varpið hvørki fara við við
komandi valspurningum, val
evnum tíansheldur veljarum.
Ivist eisini í, um slíkar
skundaðar
sendingar
við
rennikapping í málageipi eru
nóg væl í samsvari við nógv
umrødda Public Service sátt
málan um nakað so týdningar
mikið sum almenna tilvitið
um politiska skipan komandi
árini. Hatta er lættisoppakent,
grunt, lítið viðgjørt og sum
SMS-boð í telegramstíli hjá
tannáringum.
Slík strongd og skundað
ÚF-flopp við bert lítið við
gjørdum pástandum hvessa
neyvan politiskt medvit í velj
arum, til tess er framløga og
orðaskifti í ÚF higartil alt ov
grunt og mest sum bert hissini
og eitt eiti.
Mánadagssendingin úr Vági
var, hóast ávís áhugaverd fakta,
alt ov stutt og grunn, tó at
bæði valevni og viðmerkjarar
royndu sítt ítasta, men fingu
ov illa stundir. At hugsa sær:
bert ein minutt í part til
hvørt floksumboð at bera síni
sjónarmið fram, síðani eitt eiti
av sínamillum viðmerkingum
og hissini viðmerking frá fund
arfólki, sum ivaleyst høvdu
mangt áhugavert upp á hjarta,
men vórðu tept av tíðarneyð.
So var tann ásetti lítli tím
in farin, síðani tann í áravís
afturvendandi
tónatímin
so absalutt skuldi í luftina,
og eftir stóðu so vit lurtarar
nakkalangir og svangir eftir
at fáa meira og djúpari at vita,
men gakk: punktum finale,
tó at endursent verður seinri
sama kvøld við sama soltna,
avkubbaða og av stoppurinum
amputeraða innihaldi.
Sjálvt royndir politikarar
tivaðu av andaneyð og onkur
annars skilagóður viðmerkj
ari sum vargaseyður. Skilið
gjørdist tó frægari seinri í
sendingini,
tá
minutturið
sannlíkt var sløkt.
Soleiðis kann ÚF/KVF ikki
fara við hampafólki, royndum
so væl sum nýtilkomnum
valevnum og viðmerkjarum
tíansheldur okkum meinigu
lurtarum.
Nýtið tí tann tíðum upp
lagda tjansin at koma veruliga
út til brúkaran, tilstundandi
veljarar og harvið Føroya fólk
at tilvitskugera og kunna tey
skilvist politiskt. Tað er eisini
Public Service. Spílið tykkum
nú út, síðani eg veit, at tit bæði
duga og megna tað.
Eyðun Joensen
veljari og trúgvur lurtari
Neps til ÚF/Kringvarp Føroya
”Um eg skuldi snáva, strangt tú revsi meg”…. ”Den du elsker, tugter man”