Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samkynd varð tikin úr amerikonskum sjúkuskráum yvir sálarsjúkur í 1973. Um­ leið 1980 hendi tað sama í Norðurlondum, og samkynd er ikki longur at finna í altjóðasjúkuskránni ICD-10 International Classification of Diseases. Samkynd eins og onnur kunnu hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp í spurningum um kynslív og –orientering. Amerikanska sálarfrøðingafelagið hevur gjørt eina neyva leiðbeining viðvíkjandi tí, sum terapeudar eiga at hava í huga til at veita samkyndum stuðul og vísa teimum somu virðing sum øðrum. Amerikanska sálarfrøðingafelagið sigur m.a. “Er samkynd eitt sálar­ ligt ólag? Nei, samkynd og tvíkynd orientering eru ikki ólag ella sjúkur. Granskingin hevur einki samband funnið millum hesar kynsligu orien­ ter­ing­arnar og sálar­sjúku. Bæði hinkyndur atburð­ur og samkyndur atburður eru normal sløg av menniskjans­ ligum seksuali­teti. http:// www.apa.org/helpcenter/ sexual-orienta­tion.aspx. Í Íslandi eru ongar lóglig­ ar læknaviðgerðir móti sam­kynd, og øll tilboð, sum trúarbólkar fyrr royndu at seta fram, eru í veru­leik­ anum móti landsins lógum og bróta tær ásetingar í íslendsku revsilógini, sum verja samkynd. Tá ið Jenis av Rana sigur, at í Íslandi fáa samkynd tilboð um viðgerð fyri sína samkynd, so er tað ikki rætt, men kanska ynskidreymur hjá onkum meiningabrøðrum Jenisar, sum tó hava verið kúrrir tey seinastu árini, serliga eftir at hjúnabandslógin varð veru­ leiki í 2010. Tamm íslendska hjúnabandslógin umfatarnú øll, hon ger ikki mun millum hinkynd og samkynd - tað avgerandi er, at tveir vaksnir einstaklingar ynskja at ganga í hjúnalag. Tann víðgongdasti av odda­monnunum hjá ser­ trúar­bólkunum, Gunnar Þorsteinsson í Krossinum, bað tey samkyndu um fyri­ geving í blaðnum DV í fjør fyri, at hann hevði sært tey við sínum útsagnum gjøgn­ um tíðina. Hesi tíðindi vaktu stóran ans um alt Ísland. Jenis kann ikki longur brúka Ísland at verja sínar for­ dómar við. Lógarbrot á skíggjanum Turið Sigurðardóttir Tað er brot á grein 266b í revsilógini, at kunngera tað endamál á valskrá síni at stovna viðgerð móti samkynd. Revsingin er bót, hefti ella fongsul upp í 2 ár Kjak