mikudagur 26. oktober 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
1. partur
F
yri kortum gjørdis Poul
Johannes Poulsen við
Ljósá 80 ár. Í hesum sambandi
greiddi hann frá søguni um
Ljósá, og um hansara egna
sjólív, har hann eisini upplivdi
dramatiskar hendingar. Tær
mest ógvisligu vóru, tá ið
Poul Johannes forlisti við
»Havfrúnni« í 1949, og tá ið
hann í 1967 saman við beiggj
anum strandaði á Kellingini.
Ljósá er niðursetubygd
av Eiði. Tey fyrstu niðursetu
fólkini kallaðust Jógvan og
Sunneva úr Heimistovu. Tey
eru í hvussu er flutt hagar í
1840. Stutt eftir, í 1850, flytir
Hans
Hansen
(Trýkonu-
Hanus) úr Pállshúsi suður
hagar, sum kallast Millum
Helli saman við konuni Else
og teirra trimum børnum.
Fólkatalið við Ljósá hevur í
mong ár ligið milum 30 og 40.
Saman við Svínáir er Ljósá
partur av Eiðis kommunu.
Inntil 1944 vóru Oyri,
Oyrarbakki
og
Norðskáli
eisini partur av kommununi
Meðan Eiði var ein tann
fremsta bygdin í Eysturoynni,
so var tað strævið at búgva
við Ljósá.
Handil var eingin við
Ljósá. Skuldi farast til handils
var at fara til gongu til Eiðis
ella at rógva yvir um sundið
til Víkar. Eisini kundi farast
suður eftir til Norðskála.
Annað dømi er, at áðrenn
kirkja kom við Norðskála
vóru lík av Oyri, Norðskála,
Svínáir og Ljósá førd við
báti norður til Eiðis at verða
jarðað.
Tað gekk eisini leingi til
tað kom skipað skúlagongd
við Ljósá. Hon var so sum
so fyrstu tíðina. Tá vóru
tað bert lærarar sum komu
framvið áleiðis til Eiðis, sum
góvu
børnunum
nakrar
tímar. Men tað var ikki verri
enn so, tríggir pápabeiggjar
Poul
Johannes
gjørdust
navigatørar.
Í tíðini hjá Poul Johannes
var ferðalærari, sum skiftist
millum Langasand og Ljósá.
Skúlin var í kjallaranum hjá
teimum. Tað mundu vera
um 10 næmingar. Hóast bert
»hálva« skúlagongd, hevur
hetta ikki darvað teimum,
sum vuksu upp við Ljósá.
Visti frá dreymi
at maðurin var
burturgingin
Poul Johannes er føddur 18.
september 1931. Foreldrini vóru
Poulina og Sofus Poulsen.
Abbin í faðirætt var kall
aður Jóannes í Gimbrunum.
Omman var úr Oyndarfirði,
Elsebeth undir Garði. Tey
fingu seks børn, sum vóru:
Hans Pauli f. 1891, giftist
við Súsonnu Hansen av Viða
reiði f. 1894.
Jógvan, f. 1894. Fórst
við Tór 2 undir krígnum.
Eftir
sat
konan,
Malla,
tveimum børnum, Juhlert
og Solveig. Alli, sum var
giftur við Solveig, hevur
eina áhugaverda frásøgn í
hesum sambandi. Fleiri av
húsunum við Ljósá vóru við
í Brøðrasamkomuni. Tí kom
Victor Danielsen javnan á
vitjan. Eina náttina droymir
Malla Victor koma móti húsu
num hjá teimum. Tá sær hon
Victor skrykkja eitt træ upp
úr moldini. Tá fekk hon síni
ringu ánilsi. Tá ið hon dagin
eftir sær mannin, sum hevði
boðstøðina í bygdin, koma
móti húsunum, sigur Malla
við hann: »Eg veit, hvat ið tú
vilt.« Tá var tað deyðsboðini
hann kom við.
Sofus f. 1897 giftist við
Poulinu Joensen úr Hoy
garðinum
í
Leirvík.
Tey
vóru foreldrini hjá Poul
Johannes.
Jovina Petra f. 1898 giftist
við Jóan Karl Joensen. Hann
var beiggi Poulinu.
Maurentius f. 1899. Hann
hevði eina serliga søgu. Hann
byrjaði sum vanligur fiski
maður og var millum annað
við móðurskipinum “Ananu”
í Grønlandi í 1935-36.
Hann fór so at sigla úti
og var staddur í Danmark, tá
ið landið var hersett í 1940.
Undir krígnum førdi hann
ein 70 tons bát millum Dan
mark og Svøríki. Hann flutti
fólk, sum rýmdu undan
týskarum, og eisini jødar til
Svøríki, tá ið lagt varð eftir
teimum í oktober 1943. Móti
endanum á krígnum varð
hann tikin og dømdur til
deyða fyri hetta, men slapp tó
við lívinum. Hann sat millum
týdningarmestu fangarnar
hjá Gestapo á ovastu hædd
í Shell-húsinum, tá ið bretar
21. mars 1945 bumbaðu húsið
fyri at bjarga fangunum
undan
týskarum.
Nakrir
doyðu,
men
Mourentius
slapp undan.
Hann giftist við Vilhelm
inu f. Petersen av Viðareiði.
Andrias f. 1905 doyði um
1931/32 av blóðeitran
Ljósá hevur átt skip
Hóast Ljósá er lítil bygd, so
hevur hon átt skip. Tað var
Hans Pauli, pápabeiggi Poul
Johannes, sum keypti skonn
artina »Queen« í 1927 og førdi
hana flestu árini til hon 1.
apríl 1933 varð ásigld við
innsiglingina til Vestmanna
oyggjarnar og gjørdist vrak.
Poul Andreas Mortensen
úr Sørvági, seinni verfaðir
Poul Johannes og beiggja
hansara
Andreas,
førdi
»Queen« í 1927 og 1928.
Omma Poul Johannes
við Ljósá doyði ung, og
Sofus, pápin, var tá bert 12
ár. Tá fóru børnini av bygd
Ljósá lítil bygd við virknum fólki
Bygdin Ljósá sær ikki nógv út fyri verðini, tá ið koyrt verður framvið til Eiðis. Men her býr virkið fólk, og
bygdin hevur eisini sína serligu søgu. Ein partur av henni skal lýsast í hesi og tveimum fylgjandi pørtum
Manniningin á “Queen” í 1927/28. Fremst vinstrumegin frá: Sofus Poulsen, Ljósá, Óla Jákup í Mirmansstovu, Eiði, Jógvan Poulsen,
Ljósá, ókendur, ókendur, Petur Otto Ellingsgaard, Eiði, Jógvan á Lofti, Eiði, seinni Ljósá, Emil uppi í Stovuni, Eiði, og Jens Mikal
Jensen, Tjørnuvík. Í miðjuni: ókendur, Andrias Poulsen, Ljósá, ókendur. Aftast: Dánjal Joensen, Vági, og ókendur úr Havn
Ljósá í dag