Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo til onnur at vera, men tey komu kortini øll heim aftur til Ljósá. Abbin doyði av tarm­slyng. Tá var ikki lætt at koma undir læknahond. Tí­skil doyði hann á veg til Havnar at fáa hjálp. Tá vóru ikki somu sam­ skiftismøguleikar sum í dag. Pápi Poul Johannes, Sofus, var komin við skipi til Klaks­ víkar, og hann vildi siga frá heima, at hann var komin heim. Eingin telefon var við Ljósá. Hann ringdi tískil til Eiðis við boðum til pápan. Men tá fekk Sofus at vita, at pápin var deyður ein mánaða frammanundan. Tá hevði hann misti bæði pápan og mammuna, 18 ára gamal. Poul Johannes minnist vegin koma saman. Hann varð gjørdur bæði sunnan frá og norðaní­frá av Eiði. Mest var arbeitt um veturin, tá ið skips­­menninir vóru heima. Poul Johannes var um 7 ár gam­al, tá ið vegurin varð samanbundin. Vegur­in lætti sjálvsagt nógv um. Tað varð kravt, at tey lærdu at svimja við Ljósá. Børn vóru so nógv niðri í fjøruni, at foreldrini kundu ikki føla seg trygg, uttan so at børnini dugdu at svimja, um tey duttu útí. Eitt ítriv var eisini tráðan, har tað kundi fáast nógvur seiður og eisini onkur berg­ gylta, um væl lá fyri. Eitt ár ov seinur til skips Hevði kríggið ikki verið, hevði Poul Johannes helst farið eitt ár fyrr til skips. Men hann fór so skjótt, hann slapp, og tað var við »Riddaranum«, ein slupp úr Vestmanna, sum tá hevði fingið nýggjan motor. Tað kundi verið farið á saltfiskaveiðu, men teir fóru á ísfiskaveiðu uppá at selja í Bretlandi, sum kundi geva nógvan pening, um tað lá væl fyri. Fleiri ungir dreingir vóru við. Tað var uppá tal, at hesir ungu skuldu mynstra fyri hálvan part, men tað vildu teir eldru ikki, hóast teir kundu fingið meira burtur úr við tí. So solidariskir vóru teir. Árið eftir fer Poul Johannes við »Loytnantinum« við Lassa Johansen á Strond­ um sum skipara. Teir fóru til Grønlands at rógva út við bátum. Manningin taldi einar 30 mans. Teir høvdu fýra bátar, sum róðu út. Fiskurin varð flaktur og saltaður umborð á skipinum. Hesir bátar høvdu ein lítlan motor. Sum tann yngsti fekk Poul Johannes til upp­gávu at hava ábyrgd av motori­num. Hetta var fyrst og fremst at syrgja fyri, at tað var nóg mikið av bensini í tanga­num. Útróður við bátum var ein nokk so stór vinna hjá føroysk­um skipum í mong ár. Á veg til Grønlands komu teir í eina stóra grind. Lassin dugdi væl at skjóta, og hann fekk skotið tríggjar hvalir. Teir blivu so hivaðir umborð og skornir upp. Tað var gott at fáa feskt. Men hetta var eisini ivaleysa nógv til teir sjálvar, so tá ið komið varð í Føroyingahavnina, varð latið burturav til onnur skip, sum lógu har. Dúgvuflaggið Poul Johannes minnist eis­ ini, at teir flaggaðu við dúgvu­ flagginum, tá ið teir komu inn. Hetta var galdandi fyri teir skiparar, sum vóru missións­ menn, og sum vóru limir í Bróðurkredsinum á Havi­num. Lassen var missións­­maður og tað sama vóru brøður hansara, Bartal, kendur frá »Austerlits«, og Anton, sum tá var skipari á »Bearnaise« hjá S.P. Petersen í Fugla­firði. Sjómans­heimini flaggaðu eisini við dúvu­flaggi. So tað kann sigast, at teir tónaðu reint flagg! Tað er eitt sindur løgið, at dúvu­flaggið tykist at vera farið í søguna. Eftir tað var Poul Jo­ hannes við »Mary Marg­reth«, ein slupp vestan úr Vág­u­­ num. Men hon lak so illa, at teir máttu seta hana uppá land í Føroyinga­havnini og so at kalfatra skipið. Hetta bar til, tí tað var so stórur mun­ ur millum fjøru og flóð, og arbeiðið varð gjørt í fjøru. Fekk deyðsboð og bræv frá pápanum samstundis Í 1949 fór Poul Johannes við »Havfrúnni«, og kundi hetta eins væl blivið hansara seinasti túrur. Tað verður komið aftur til hendan túrin í komandi parti Poul Johannes var árini 1950-1953 við Jóan Petur hjá Mouritsi, ella Toska Jóan Petur, sum hann eisini varð kallaður. Absalon Absalonsen hevur skrivað eina bók um hendan megnarmannin. Fyrst var tað við sluppini »Marshall« og síðani við skonnartini »Yvonnu«. Teir báðir gjørdust sera væl. Eina ferð, teir koma inn í Grønlandi, liggur bræv til Poul Johannes frá pápa hansara. Her greiðir Sofus frá, at hann er opereraður eina ferð í øðrum lunganum í sam­band við hansara tuber­ klar. Tað hevði gingist væl. Nú skuldi hann skerast enn eina ferð, og gekk tað eisini væl, skuldi verið sloppið. Eftir, at hann hevði lisið brævið og hevði skrivað nakrar reglur at senda heim aftur, kom skiparin við einum fjarrit við boðum um, at pápin var deyður. Hetta var komið nakrar dagar framman­undan, men Jóan Petur hevði ikki viljað givið honum tað fyrr enn nú. Hetta var sjálvsagt ein stoytur fyri ein ungan drong. Pápin hevði vist fingið ein blóðtøpp. Jóan Petur fiskaði so sera væl. Serliga var kappast við »Norðfarið«, sum var eitt størri og nýggjari skip. Men verður hugt eftir veiðu­tølu­ num fyri vágsskip í bókini hjá Absalon sæst, at »Marshall« lá ájavnt við »City«, og at bert »Borgin«, sum var eitt størri skip fekk meira. Nakað sama mynd var í 1951. Men at koma við »Yvonnu« var ein heilt onnur verð. Yvonna var ein skonnart og tók meira. Afturat tí var hon tá umbygd. »Norðfarið«, har Johan Godtfred var skipari, var eisini umbygd. Bæði skipini fóru av Vági 25. apríl 1953, og tær fóru at sigla heim samstundis. »Yvonna« hevði 800 skippund, og »Norðfarið« hevði 550 skippund, umframt hevði hon landað 300 skip­ pund í Grønlandi. Meðan »Norðfarið« fór á sildaveiðu við gørnum, gjørdi »Yvonna« ein túr afturat til Grønlands. Hon fór avstað 22. juli og kom heim 16. oktober við 969 skippundum. Manningin var um 25 mans. Hetta var ein góður túrur. Reiðari var Mikkjal Godt­ fred, sonur Dias a Heyggi. Á kópaveiðu við norðmonnum Síðan fór Poul Johannes nøkur ár við norðmonnum, sum nógvir føroyingar vóru við tá í tíðini. Hetta var gott lív í so máta, at teir vórðu settir av í Føroyum, meðan skipið fór til Noregs at landa, og teir komu eftir teimum á leiðini aftur til Grønlands. Hetta gav teimum úti móti tveimum vikum millum túrar­ nar, meðan fiskimenn við føroyskum skipum ofta bert steðgaðu fáar dagar heima. Eitt summar var Poul Jo­ hannes á kópaveiðu undir Eysturgrønlandi við norskum skipi. Hetta varð orðnað gjøgnum fiskimannafelagið, sum tá útvegaði manning til norsk og íslendsk skip. Her var í hvussu er slætt undir fótum, tí teir lógu sum oftast inni í ísinum. Tað var vaksin kópur, sum varð veiddur. Hann var skotin við riflu. Síðan var skinnið við spiki flett av honum, og kroppurin lá eftir á ísinum. Spikið varð koyrt í tangar, og skinnini vórðu saltað á lastini. Tað kundu fáast upp til 100 kópar eftir einum degi. Tað vóru tó ikki allir, sum vóru so góðir skjúttar. Tað var soleiðis við kópi, at um ein kópur varð raktur uttan at doyggja stoytti hann seg á sjógv, og hetta gjørdu allir hinir kóparnir á flakanum eisini. Men doyði kópurin uttan at røra seg, og høvdið bert datt niður, so blivu hinir kóparnir liggjandi og fingu somu lagnu. Skiparin plagdi at hava útkikk úr eini tunnu í mastr­ ini, og hann plagdi eisini at skjóta úr tunnuni. Tað var ein kvota á kópi. Tá ið hon var veidd, var farið á hákellingaveiðu, har endamálið bert var at fáa livrina, sum er ein stórur partur av allari vektini. Livurin varð so eisini koyrd í tangarnar. Men tað kom ikki tað stóra burtur úr hesum. Tíðin var vist farin frá hesi veiði, so farið varð ikki avstað aftur. »Yvonna« var eitt frægari skip at sleppa við Í komandi parti verður greitt frá, tá ið »Hav­ frúgvin« sigldi á land á Norður­landi­num, og hetta eins væl kundi verið deyðin hjá allari manningini Sofus og Poulina við lítla Poul Johannesi Poul Johannes ungur fiskimaður við »Marshall«