mikudagur 26. oktober 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Í gomlum døgum vóru størv
sum eitt nú sjúkrasystir,
lækni, prestur og lærari
ofta eitt kall. Menniskju
fóru undir tílík lívsverk við
einum brennandi ynski um
at gera ein mun fyri onnur
menniskju, fyri mentan og
samfelag, fyri Gud.
Nú eru hesi størv saman
við øllum tí pedagogiska øki
num komin undir lønarbeiði
eins og øll onnur arbeiði. Men
tað ber illa til at máta avrikini
hjá teimum, ið arbeiða við
menniskjum. Tey kunnu ikki
mátast og vigast eins og fiska
nøgdir og fakturar.
Leingi hevur tað verið
soleiðis, at arbeiðsgevararnir
hjá teimum, ið arbeiða við
menniskjum, hava litið á, at
tey gera sítt arbeiði til lítar,
hóast ikki bar til at máta
tað. Og tað hava nógv, nógv
tey flestu eisini gjørt, hóast
onkur brákað kør hava verið
ímillum.
Men hesi seinnu árini
hevur
ein
óhugnaligur
“New Public Management”-
hugburður trokað seg inn í
umsitingina av arbeiðinum
hjá teimum, ið arbeiða við
menniskjum. Krøv um yvir
skipaðar ætlanir fyri inni
haldið í arbeiðinum. Krøv um
neyvar ætlanir fyri komandi
ár, sundurliðaðar í, hvussu
nógv tíð fer til hvat. Krøv
um, at tað útinnta arbeiðið
verður skjalprógvað. Arbeiðs
gevarin krevur prógv fyri,
at hvør einasti minuttur
av teimum 1800 tímunum í
arbeiðsárinum er brúktur
sambært ársætlanini, sum
hann frammanundan neyvt
hevur talt upp og góðkent.
Samfelagið hevur flutt
seg frá einum hugburði, har
politikarar og umsiting – ið
jú umboða allar borgarar í
landinum – eru farin frá at
hava álit á, at tey, ið arbeiða
við menniskjum, fegin vilja
og eftir førimuni útinna sítt
starv á besta hátt, til at hava
eftirlit og umsjón við arbeiði
teirra, so at umsitingin kann
hava fult tamarhald á, at
ikki ein einasti minuttur (= x
krónur) fer til spillis.
Meðan tíðin hjá lærarum,
sjúkrarøktarfrøðingum, lækn
um, heilsuhjálparum, sálar
frøðingum,
heimahjálpum
og pedagogum á dagstovnum
og serstovnum áður fyrst
og fremst varð nýtt til tey
menniskju,
sum
arbeiðið
snýr seg um, so máar alt hitt
alsamt meira burtur av tí tíð
ini. Seta seg inn í krøvini frá
umsitingini, leggja ársætlanir,
mánaðarætlanir, vikuætlanir,
dagsætlanir, fundir, eftirmet
ing, samskifta við uttanfyri
standandi, skjalprógva, ansa
eftir, at tú gert tað, sum tú
skalt gera og ikki fert inn á
arbeiðsøkið hjá einum øðrum
fakbólki o.s.fr. o.s.fr. Mær
vitandi eru tað bara prestarnir,
sum ikki enn hava fingið krav
um ársætlanir við ásettari tíð
til gudstænastur, jarðarferðir,
heimavitjanir o.a.
Jú, okkum tørvar eina
hóskandi nøgd av ætlanum
og eftirmeting. Tað krevst,
til tess at menna starvsøkið,
veita borgarunum eina nøkt
andi tænastu og fylgja nøku
lunda við fíggjarætlanini. Og
vit skulu ikki aftur til “kallið”,
har arbeiðið var løn í sær sjálv
um. Sjúkrarøktarfrøðingar og
námsfrøðingar skulu eisini
hava mat á borðið.
Men tann støðan, ið summ
ir av hesum starvsbólkum eru
komnir í, nærkast tí høpis
leysa. Krøvini frá politikarum
og umsiting gerast alt meira
veruleikafjar.
Føroya
Pedagogfelag
hevur í nógv ár roynt at
fingið arbeiðsgevararnar at
skilja, at tað má vera samsvar
millum krøv og tíð. Skulu
námsfrøðingarnir halda tey
krøv um ætlanir, samskifti
við uttanfyristandandi, fyri
reiking og skjalprógvan, sum
verða sett teimum, so tekur tað
meira enn tann eina tíman um
vikuna, sum námsfrøðingar á
dagstovnum hava til hendan
partin av arbeiðinum. Annars
fer tíðin frá børnunum; og so
ber ikki til at lúka krøvini til
normering á stovunum. Men
gakk. Tað er Mentamálaráðið,
sum setur krøvini, men Fíggj
armálaráðið, sum samráðist.
Og hesir báðir stovnar eru
so fullkomiliga leysir hvør
av øðrum, at høgra hond
veit ikki, hvat vinstra ger.
Enn einaferð er naggatódn
komin
í
samráðingarnar,
m.a. tí at tað nú einaferð kost
ar nakrar tímar (= krónur)
at lúka krøvini frá arbeiðs
gevaranum.
Nú eru longu nøkur ár,
síðani lærarar fingu virk
semisætlanir, har arbeiðstíðin
er lutað sundur. Á hvørjum
ári
skulu
skúlastjórarnir
sita og útfylla oyðubløð frá
Mentamálaráðnum, har tað
sæst, hvussu nógvar tímar
og minuttir hvør einstakur
lærari skal brúka til undir
vísing, fyrireiking, garðvakt,
sita inni hjá børnum, meðan
tey eta, gera undirvísingar
tilfar, seturskúlar, foreldra
fundir, jólahald, lærarafundir,
evnisvikur,
toymisfundir,
terminsroyndir, ársroyndir,
útferðir, foreldrafundir, tosa
í telefon við foreldur, rudda,
bíleggja tilfar og til at tosa
saman annars.
Tíbetur hevur Mentamála
ráðið longu roknað tað mesta
av hesum út frammanundan,
so
skúlastjórarnir
skulu
bara ansa eftir, at lutfallið
hjá hvørjum einstøkum lær
ara
millum
“undirvísing,
fyrireiking o.t.” øðrumegin og
“annað virksemi” hinumegin
er millum 83% og 85% av
1800 tímum til tað fyrra, og
millum 15% og 17% av 1800
tímum til tað seinna. Eg veit
eitt ítøkiligt dømi um ein
skúlastjóra, sum fyri at fáa
roknistykkið at ganga upp
hevði sett einum lærara 21
minuttir av einum heilum
skúlaárið til “annað virksemi”
í staðin fyri til “undirvísing
og fyrireiking”. Hann fekk
boð um at gera ætlanina
umaftur, so hon samsvaraði
við krøvini.
Men enn er ikki nóg
mikið. Mentamálaráðið við
sínum mentamálaráðharra
hevur eisini funnið upp á at
gera nýggjar námsætlanir
og nýggjar ársætlanir. Í sær
sjálvum einki ringt, tí har
var ymiskt, sum trongdi til at
verða dagført. Men tað, sum
lærarar nú hava fingið oman
yvir seg, er so burtur úr vón
og viti, at eg ivist í, um nakar
uttanfyristandandi trýr tí. Í
staðin fyri eina yvirskipaða
lesiætlan
er
komin
ein
námsætlan, sum fyri summar
lærugreinir niður í minstu
smálutir ásetur, hvørjum tað
skal arbeiðast við, hvussu
tað
skal
gerast,
hvussu
eftirmetingar
skulu
fara
fram, hvussu próvtøka fer
fram, hvat næmingar skulu
duga á hvørjum floksstigi,
hvat met (karakter) teir skulu
hava fyri hvat – og nógv, nógv
annað. Alt samalt grundgivið
við so nógvum orðum, at
meiningin
hvørvur.
Fyri
aðrar lærugreinir er lítið og
einki ítøkiligt at finna.
Um lærarar ditta sær at
finnast at námsætlanunum,
ja, so fáa teir bara at vita, at
tær hava verið til hoyringar,
og at øll hava havt høvi at
koma við sínum viðmerking
um. Eitt er hoyringar; eitt
annað er at taka tær til eftir
tektar. Ert tú hoyrdur, tá ið
tað einasta, sum tú slepp
ur at viðmerkja, er onkur
smálutur?
Lærarar hava í nógv ár
gjørt ársætlanir við einum
yvirliti yvir, hvørjum teir
ætla at arbeiða við komandi
skúlaár.
Summir
neyvar,
aðrir yvirskipaðar. Men nú
eru krøvini til ársætlanir
herd, og tað við lít.
Nøkur fá brot úr rúgvuni:
Úr “Ársætlan fyri flokkin”:
Stutt lýsing av hvørjum
einstøkum næmingi við atliti
at trivnaði og førleikum.
Mannagongdir viðvíkjandi
næmingaarbeiði, heima og
í skúlanum. Skilhaldsreglur
í mun til flokkin, t.d. viðvíkj
andi samskifti og atburði.
Sosial tiltøk, so sum útferðir
og hugnaløtur. Undirvísingar
átøk sum evnisdagar, stovns
vitjanir, námsferðir o.a. Í
hvønn mun náddu sosialu
tiltøkini og undirvísingar
átøkini sínum endamálum?
Úr “Ársætlan fyri læru
grein”:
Heildarætlan fyri lærugrein
ina viðvíkjandi námsætlanar
málum, tilfari og arbeiðshátt
um, sum dentur verður lagdur
á hetta skúlaárið. Yvirlit yvir
undirvísingargongdir.
Og so kemur: Lýsing av
undirvísingargongd
(Eitt skjal til hvørja undirvís
ingargongd):Nýttar bókmentir
og annað undirvísingartilfar.
Tímatal, sum er brúkt til
undirvísingina. Øki úr náms
ætlanini, sum dentur hevur
verið lagdur á: Støðisførleikar
og fakligir førleikar. Týdningar
mestu
arbeiðshættir:
T.d.
floksundirvísing, sjálvstøðugt
arbeiði, verkætlan, nýtsla av
lærugreinaforritum, skrivlig
avrik, royndararbeiði, tvør
greinaligt samstarv o.s.fr.
Ja, hetta er so eitt sindur
av tí, sum hvør lærari skal
skriva um hvønn næming,
hvønn flokk og hvørja læru
grein. Liðugt innan 3. oktober.
Og tá skúlaárið endar: Eina
skrivliga
eftirmeting
av
hvørjum einstøkum broti.
Álvaratos. Um politikarar,
mentamálaráðharri
og
mentamálaráð hava verið
so misnøgd við arbeiðið hjá
lærarum og hava havt so
lítið álit á, at teir gera sítt
arbeiði til lítar – vita tey so
veruliga einki annað at seta
í verk enn eftirlit, umsjón
og
meira
av
skrivligum
ætlanum, frágreiðingum og
eftirmetingum?
Tað álvarsamasta í øllum
hesum máli er ikki, at lærarar
nú skulu nýta 2 teir fyrstu
mánaðirnar av skúlaárinum
til skrivstouvarbeiði, so alt ov
lítil tíð er eftir til at fyrireika,
undirvísa og vera saman við
næmingunum. Ella at arbeiðs
gevarin ætlar at taka eina viku
av summarfrítíðini, sum lærar
ar skulu gera hetta arbeiðið í.
Tað
álvarsama
er,
at
hetta er enn eitt dømi um, at
politikarar og umsiting teirra
skifta álit út við eftirlit.
Uppgávan hjá politikarum
og umsiting er at seta tey
yvirskipaðu málini og krøv
ini. Tað er ikki teirra uppgáva
at fara inn og seta neyvar og
ítøkiligar reglur fyri bæði
einum og øðrum, sum teir í
grundini als ikki hava skil
fyri.
Tess meira og tess neyvari
verður stýrt úr erva og tess
meira eftirlit, tess trekari
og meira ómotiverað gerast
starvsfólk. Og tá veksur eisini
vandin fyri, at tey, sum arbeiða
við menniskjum, gloyma, at
virðing fyri teimum menni
skjum, sum teimum eru latin
upp í hendur, er fremsta boð
í yrkinum. Tá veksur vandin
fyri gølum sum teimum, vit í
seinastuni hava sæð í donsk
um fjølmiðlum um viðurskifti
á summum stovnum fyri fólk,
ið bera brek ella eru gomul.
Vilt tú hava eldhugað,
ágrýtin og arbeiðssom starvs
fólk, sum út frá síni egnu
samvitsku
og
sannføring
gera sítt allarbesta í starvi
sínum, so er at vísa teimum
álit og at lata avgerðir verða
tiknar so nær, sum til ber, at
tí, sum avgerðin viðkemur
(subsidiaritetsprinsippið). Og
hetta er serliga galdandi fyri
øll, sum hava við menniskju
at gera í starvi sínum, frá
heilsuhjálparum
til
yvir
læknar, frá hjálparfólkum
til stovnsleiðarar, frá fólka
skúlalærarum til rektara á
fróðskaparsetri.
Elin Henriksen
Frá áliti til eftirlit
At arbeiða við menniskjum er ikki tað sama sum at arbeiða við maskinum, ráevnum ella í handli og umsiting. Tá ið tú arbeiðir við menniskjum, ber ikki
til at siga neyvt frammanundan, hvat hvør dagur fer at bjóða. Tað er neyðugt at hava virðing og umsorgan fyri hvørjum einstøkum menniskja, sum tær
er litið upp í hendur. Og amboðið hjá tær er fyrst og fremst tú sjálv/ur. Tú skalt duga at skilja millum tað privata, tað persónliga og tað professionella