Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var av sonnum eitt bragd, at føroyingar í fjør og aftur í ár ásettu sína egnu makrel­ kvotu. Teir, sum hetta gjørdu, høvdu ikki kálvahjarta. Vit eru farin í víggj við sjálvt heimsveldið ES! Og vit hava vunnið! Alt tos um, at allar heim­ sins vanlukkur fóru at raka okkum, um vit høvdu dirvi til at ráða yvir okkara egna tilfeingi, hevur víst seg at vera heilt burturvið. Úr hesum er ein áhuga­ verdur spurningur komin, og hann snýr seg um býtið av teimum virðum, sum stjórnmálamenn okkara hava fingið til høldar. Hetta er ein spurningur um politikk. Tað sum fer fram í stjórn­málum er nevnliga at áseta hvat ið hevur virði í einum sam­ felag, og síðan at býta hesi virði millum teirra, sum liva í landinum. Nú eru um 70 milliónir komnar til høldar, og spurn­ ingurin er, hvør ið skal hava hesa upphædd. Her átti eingin ivi at verið. Orsøkin til at vit hava rætt til makrel, eins og alt annað, ið fæst burtur úr landgrunni okkara, er, at vit eiga hetta land. Tí er upphæddin, sum er komið inn, sjálvandi land­ partur til tey sum eiga Føroya jørð. Her er talan um 5 oyru fyri hvønn fermetur av Føroy­ um. Hetta er ikki nøkur stór upphædd, men harfyri kann hon hava týdning. Hon ger nevnliga at jørðin verður eitt sindur meira verd. Hetta er galdandi fyri grundstykki, traðir, bø og haga. Tá jørðin fær størri virði, ber enn betri til at nýta hana sum trygd fyri lánum. Í tí kapitalistiska samfelagi, sum vit liva í, er tað mangan tørvur á at útvega kapital. Hetta kann t.d. vera tí at eitt av børnunum hevur fingið eitt gott hugskot til eitt virki. Bankar kunnu ikki lána nøkrum nakað bara tí at tey koma við einum góðum hugskoti. Gera teir tað, so kemur fíggjareftirlitið og koyrir bankan á heysin. Tí er betri at kunna reisa kapital við trygd í ognunum hjá foreldrunum. Nøku Men er tað ikki órættvíst at tey, sum eiga nógv, skulu fáa enn meir? Vit hava jú sæð at tey ríku í USA hava forkomið øllum landinum við at oyðileggja bankarnar, meðan tey sjálvi hava fingið nógv burturúr uttan at fram­ leiða nøkur virði. Men samstundis síggja vit í Kina, at har høvdu teir eina skipan, har dentur var lagdur á at øll skuldu vera eins væl fyri. Hetta førdi við sær, at framleiðslan í landi­ num vaks ikki nóg nógv. Fyri 30 árum síðani var miðal­ inn­tøkan í Kina tann sama sum í fátækastu londunum í Afrika. Tá skifti hetta landið kós. Oddamenninir søgdu, at tað var gott at nøkur gjørdist rík, tí so kundu tey vaksa um framleiðsluna og harvið gera at øll fingu tað betri. Úrslitið av hesum er, at framleiðslan er vaksin, og at ein helvt av landsins borgar­um er komin burtur úr fátækdøminum. Hetta vísir, at við at taka rættar avgerðir ber til at fáa fíggjarligan vøkstur í lag í einum landi sjálvt um tí er vátt undir føti. Hetta ber tí eisini til í Føroyum. Orsøkin til, at vit ikki hava fingið ein vøkstur sum tann hjá Kina er at vit hava tikið skeivar avgerðir. Vit hava verið so bangin fyri at nakar skal klára seg væl, at vit siga at alt virksemi skal fara fram innan tað almenna. Men tað ber ikki til hjá almennum stovn­um at reka fyritøkur. Hin vegin kunnu almennir stovn­ar seta fyritøkum al­ skyns fót­onglar. Tað kenna vit alt til. Tað er hetta sum vit síggja nú allur landparturin, sum makrelurin hevur goldið, ikki kemur til jørðina, sum hevur rætt til hann, men fer í ein grunn hjá landinum. Sagt verður, at skuldi jørðin fingið, so skuldi dals­ garðs­­bóndin fingið meir enn nakar annar, og hetta skal vera ræðuligt. Men tað, kinesarar funnu út av, var at tað var enn ræðuligari at øvunda teimum sum fingu nógv, tí tað einasta, sum tá kom burturúr, var bert, at eingin framburður fekst í lag, og at øll sukku niður í armóðina Fyrst er at minnast til, at orsøkin til at Dalsgarður yvirhøvur er til í dag, er at donsku embætismenninir fingu forðað fyri, at kongs­ jørðin var avhendað festar­ unum samstundis sum tað hendi í Danmarkar ríki fyri 160 árum síðani. Hevði hetta slysálop ikki verið gjørt, so høvdu øll tey sum eru ættaði frá tí bóndanum sum tá var, havt rætt til sín part av garðinum, og hesir partarnir høvdu verið smáir. At hetta ikki hendi tá, var ein van­lukka, tí alt okkara land hevði verið betri fyri um hetta var gjørt tá. Tey vitugu fólkini, ið haðani eru ættaði, høvdu so kunna tikið virkn­ an lut í framleiðslu landsins síðani. Men hví skal eitt gamalt mistak, sum danskir embætismenn hava gjørt fyri so langari tíð síðani, forða okkum í at gera tað rætta í dag? Fær Dalsgarður sín land­ part nú, verður hann meir verdur. Tann, sum hevur garð­ in, kann tí nýta hann sum trygd fyri at reisa kapital til at fáa okkurt í gongd sum gevur størri inn­tøk­ur enn at fáast við eina ikki kappingarføra land­búnað­ar­framleiðslu. Hevur bóndin betri hug at selja, so kann hann gera tað. So hevur hann ongan garð, men nakað av pengum, og teir eru bæði komandi og farandi. Áhugin fyri at keypa fer sjálvandi ikki at vera ovurstórur, tí Skálavík er ikki tað mest árenda plássið í Føroyum. Kanska fara tey, ið eru ættaði av garðinum, at hava ein ávísan áhuga í at fáa sær ein part av fedranna jørð og taka seg saman um at keypa. So verða tað tey, ið fáa landpartin og kunnu taka lut í modernaða samfelagnum. Men sum er kemur dals­ garðsbóndin ikki at fáa eitt oyra, sjálvt um allar hesar 70 milliónirnar verða útgoldnar sum landpartur. Hann eigur ikki jørðina. Í so máta er hann í somu støðu sum allir aðrir festarar og traðarmenn. Teir sita á einari helvt av jørðini í Føroyum, men eiga einki í henni. Teirra landpartur fer til eigaran, og hann er ikki allir føroyingar, men ein serligur grunnur. Tá um 70 milliónir eru til býtis, fær hesin grunnur góðar 30 milliónir. Hesin grunnur kann bert nýta upphæddina til landbúnaðarendamál, og tað eru tey sum sita á grunni­ num sum gera av hvat ið skal gerast. Hesin land­partur gerst tí deyður kapit­alur, og er hann ein part­ur av for­ klár­ingini uppá, at vit hvørki hava nakað kappingarført vinnulív ella fólkavøkstur, men nettofráflyting. Okkara vandamál í dag er, at vit nú fara á val, og teir, sum bjóða seg fram, eins og í 1990 bara bjóða okkum skúm­bananir. Teirra tos um at menna vinnulívið og fáa fólka­vøkstur er uttan sam­ band við veruleikan. Teir siga, at upp­hæddirnar til vinnu­lívs­ menning skulu koma frá tí almenna, hóast allar royndir bæði her og aðra­staðni prógva, at henda leið bert førir okkum á villini­gøtur. Øðrvísi hevði verið, um teir settu seg niður og kannaðu hvat ið okkara størsta vandamál er. Tá høvdu teir skjótt sæð, at tað er at vit ikki gjørdu sum grannalond okkara fyri næstan tveim­ um øldum síðani og lótu leiglendingarnar gerast eigarar. Loystu teir hetta mál, hevði tað veruliga borið til at fingið framburð í landinum, og tey fimm oyruni, sum nú eru hvørjum fermetri tøk, er eitt gott stað at byrja. Zakarias Wang Ikki skúmbananir – takk! At fara upp um morgunin og brúsa sær. At eta mat­ pakkan, sum mamma hevur gjørt. At koma heim úr skúla, ganga forbí klæðini á snóratræðnum, ignorera støvlakan, sum hevur lagt seg á flatskermin, og blaka seg í sofuna. Gott at hava nógvar kanalir. At keypa vesipappír og mjólk. At vaska upp, at skola niður eftir sær; at arbeiða og taka ábyrgd. At kunna síggja seg sjálvan í speglinum, uttan at snerkja ella yppa øksl. Nógv eru vit lesandi, sum heldur enn gjarna vildu tikið ábyrgd fyri okkum sjálvi. Men hvar skulu vit fara? Í besta føri finna vit eitt kamar fyri tvey túsund og fimm hundrað krónur, kanska ein kjallara fyri tað sama pluss túsund. Kundi farið út á bygd og valt mær eina loftshædd fyri fimtan hundrað krónur. Og so ferðast hvønn morgun í fjøruti minuttir. Nei takk! Sum nú er, síggi eg bert ein møguleika fyri at skapa mína egnu tilveru – og tað er at flyta av landinum. Tað sum eg sakni, er ein møgu­ leika fyri at leiga bíliga, og bústaðurin má gjarna liggja nokkso sentralt. Tætt við skúlan, í minsta lagi. Vit í Sosialistisk Ung vilja mæla politikkarunum til at gjøgnumføra ítøkiligu ætlanina hjá móðurflokki okkara, sum er at brúka Húsalánsgrunnin, sum í løtuni bert fer til at bjálva dýr og stór hús, til at byggja 80 lestrarbústaðir. Hetta meta vit at vera eitt hitt týdningarmesta fetið mótvegis einum rættari samfelag, har tað eisini er pláss fyri ungdóminum. Sosialistisk Ung Sosialistisk Ung vilja lestrar­ bústaðir Nú var flokkur løgmans í sjónvarpinum og skuldi siga hvussu brúkaraprísirnir í Føroyum skuldu fáast niður. Svarið var: Meir stuðul úr Danmørk. Men fleiri pengarnir eru, hægri gerast prísirnir. Hesir kurur svarar tí til at brandmenn oysa bensin á bálið tá teir verða bidnir um at sløkkja. Zakarias Wang Meir bensin á bálið!