mikudagur 26. oktober 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Dagfinnur Danbjørg
Hetta er tann altavgerandi
politiski spurningurin.
Í gomlum døgum var
vanligt at fólk hildu fast við
tey innaru og fundamentalu
virðini, sjálvt um tað til tíðir
kundi vera strævi, og tað
kostaði nógv.
Slík fólk finnast - Guð
ske lov - enn og eru sum oft
ast fyrimyndarlig og annars
gull verd.
Men við tíðini eru tey
grundleggjandi
menni
skjansligu virðini vald frá
til fyrimuns fyri egináhuga
mál, ið snúgva seg um per
sónliga fyrimunir, pening og
makt, og í hesum sambandi
eru m.a. politisku hugsjón
irnar vorðnar søluvøra.
Ikki eru mong ár síðani,
at ein maður var ein maður,
ein kona var ein kona, og
eitt orð var eitt orð.
Svíkjarin var illa lýddur.
Varð kallaður Judas ella
kanska
Quisling.
Í
dag
verður hann kallaður smart
ur. Hann dugur væl, kann
bæði snýta hin einkulta
og
samfelagið.
Tríggjar
stjørnur. Ikki satt?
Tann reini politikkurin
verður lagdur fram fyri
hvørt val, og tann skitni
falski og egocentreraði verð
ur so førdur millum valini.
Veljararnir áttu at kravt
reinar
linjur
bæði
fyri
og eftir valið. Og søla av
hugsjónum millum valini
átti at viðført eksklusiónir.
Um nakar vil føra egnan
politik, so má hann eisini
eiga egnan flokk, tí solo
gonga forstýrar politiska
stevið, og solistarnir leggja
ofta politisku kósina eftir
teirra egnu heimagjørdu
hugsjónum.
At t.d. velja javnaðar
flokkin og fáa fólkafloks
politik kann vera herskin
bitið og hevur kanska onk
untíð verið tað. Tílíkt átti at
verið strafbart á sama hátt,
sum tá sølumaður selur vøru
við falskari vørulýsing.
Men enn má veljarin liva
við at verða misnýttur og
takka fyri.
At ofra seg fyri
hugsjónina ella
ofra hugsjónina
fyri seg sjálvan?
Ein fyrrverandi B-fíggjar
málaráðharri,
sum
trúi
meir á íslandsbløðruna enn
blokkin, førdi fram í SVF 20.
oktober, at vit kunnu keypa
hvar sum helst í heiminum,
og ikki einans úr Danmark,
har alt er dýrast.
Á ein hátt hevur hann
helst rætt. Men tað hann ikki
segði er, at tað sum tá hendir
er, at danskir millumagentar
altíð koma í millum, tá vit
keypa aðrastaðni, og vinna
kanska eini 30 prosent av tí.
30 prosent av 5 miljardum
er eini 1500 miljónir ella á
leið 2,5 ferðir blokkin, sum
jú er einasta mantraði hjá
sambandinum.
Og hví koma danskir
millummenn ímillum?
Jú tað er tí at WTO-
World Trade Organization-
sum ræður á øllum altjóða
handilsskapi, hevur gjørt
av at einans er loyvt at hava
ein høvuðsumboðsmann í
hvørjum ríki. Í okkara føri
er tað Danmark.
Tí kann Føroyar vinna væl
av peningi tá vit loysa.
Umframt nógv annað.
Vit hava lægsta fram
leiðsluvirði her á leið.
Verðins hægstu príslegu
o.s.fr.
Blokkurin skaðar. Hann
er deyðans stuðul.
Spyrji bara nasjonal
økonomar.
Fyri ikki at tala um
demokrati, sum vit als ikki
hava men spæla.
Hanus Vang
veljari
Loysing loysir seg!
Sum vanligt verða nógv
góð lyftir givin undan vali
num, hóast nógv teirra eru
órealistisk.
Vit pensionistar eiga at
stuðla teimum, sum tosa
okkara søk. Eftir míni metan
er tað serliga eitt valevni,
sum veruliga hevur sum sítt
stóra hjartamál at stuðla
okkum. Viðkomandi valevni
hevur ikki bert upp undir
valið, men hevur ótroyttiliga
í áravís arbeitt miðvíst
við at betra um korini hjá
pensionistum, ikki minst
við at fáa pensiónirnar upp
á eitt sømiligt støði.
Eg vil tí staðiliga heita
á
allar
pensionistar,
um ikki at gloyma tað
megnararbeiði,
ið
hetta
valevni hevur gjørt fyri
okkum pensionistar, men
fara á val og seta krossin við
Ingrid S. Henriksen (á lista
C). Gott val.
Áheitan á allar
pensionistar til
løgtingsvalið
Lydia Berg
Tórshavn
Nú tað stundar til løgtings valið leygardagin
29. okt. 2011 er spurningurin hjá okkum
veljarum, hvar seta vit krossin?
Inntøkukanningar hjá Hagstovu Føroya vísa,
at inntøkan hjá fólkapensjónistum, sum bert
ella nærum bert hava fólkapensjón og sam
haldsfasta at liva av, er ov lág. Kanningarnar
vísa, at sjeyndi hvør fólkapensjónistur - 14,4%
av øllum fólkapensjónistum i Føroyum - liva
í fátækradømi. Í størsta mun eru tað stakir
fólkapensjónistar, heili 41% teirra, sum liva i
fátækradømi.
Fólkapensjónistar, sum bert ella nærum
bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta
at liva av, hava rætt og slætt ov lítið av
peningi til lívsins uppihald. Tí eiga okkara
myndugleikar beinanvegin at økja pensjóns
veitingarnar.
Landsfelag Pensjónista mælir
til at hækka útgjaldið úr
samhaldsfasta heilt munandi
Samhaldsfasti hevði í 2010 eitt ársúrslit upp
á + 94, 4 mio. kr. Í staðin fyri at leggja alt
avlopið frá hesum eina ári aftur at stovns
fænum, sum longu nú táttar í milliardina,
mælir Landsfelag Pensjónista til, at 75%
av avlopinum verður brúkt til at hækka
útgjaldið úr samhaldsfasta nú beinan vegin.
Verður hetta gjørt, kann útgjaldið til hvønn
einstakan fólkapensjónist hækka við góðum
900 kr. um mánaðan 12 mánaðar fram.
Allir politiskir flokkar hava mælt til, at
inngjaldið til samhaldsfasta verður hækkað.
Landsfelagið mælir til, at hetta verður gjørt
skjótast gjørligt at fíggja hækkaða útgjaldið
framyvir.
Soleiðis kunnu allir fólkapensjónistar í
landinum fáa eina fíggjarliga nøktandi til
veru, har inntøkan røkkur til eitt vanligt lív
og til vanligt, dagligt forbrúk.
Fólki í neyð væntar hjálp – nú!
Tað er skylda avvarðandi myndygleika at
veita hana.
Klaksvík, hin 22. oktober 2011
Landsfelag Pensjónista
Arne Thorsteinsson, formaður
Elisabeth Ellingsgaard, næstforkvinna
Inna Nattestad, nevndarlimur
Finnur Johansen, nevndarlimur
Alma Petersen, nevndarlimur
Henda áheitan er send til stýrið fyri samhalds
fasta, almannaráðið, fíggjarmálaráðið og
politisku flokkarnar.
Fjølmiðlarnir eru kunnaðir um áheitanina
Inntøkan hjá
fólkapensjónistum
má beinanvegin
verða hækkað
Áheitan á myndugleikar okkara