mikudagur 26. oktober 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pól Huus Sólstein
Akkurát komnir av vakt.
Fingið okkum ein góðan
bita frá kokkinum, og eru
farnir í kamarið. Tað er eitt
fýs av landnyrðingi, og tað
er ikki sørt at vit feðgarnir
eru troyttir. Sonurin og eg
eru farnir til skips; hann er
13 ára gamal, hugagóður og
spentur og er fyri fyrstu ferð
sloppin at uppliva sjólívið, og
kenna eitt sindur av saltráka.
Eg eri farin til skips, til at
uppliva
makrelfiskiskapin
um summarið á sjónum, og
vónandi gerast eitt sindur
meiri vitandi um matvør
urnar, sum eg dagliga skal
umsita og selja.
Hann hevur longu lagt seg í
koyggjuna, móður og troyttur
eftir dagsins gerning, og tað
var ikki sørt at hann hevði
eitt sindur av sjóverki hesa
vaktina. Hann hevur ikki
meir enn lagt høvdið niður,
og biðið sítt Faðir vár, so
svevur hann sín søta blund.
Sjálvur havi eg sett meg á
bonkin, og sum eg siti, hugsi
eg um hvussu hansara dagur
fór. Man hann droyma um
tað hann upplivdi í dag, ella
um sína dagligu gongd heima
við hús? Um síl ella laks, sum
honum dámar so væl. Kanska
droymir hann um tað stóra
havið og verðina, tað ókenda.
Ella bara um makrel, sum
hann hevur staðið og flokkað
allan dag og sum hann nokk
hevur fingið nokk av, bæði í
fjølmiðlum, heima og annars.
Sum eg siti, gerist eg ikki sørt
rørdur tá eg komi at hugsa
um okkurt eg havi lisið av
Antoine Saint Euxpery, hann
sum skrivaði søguna um
tann Lítla Prinsin: “Um tú
vilt byggja eitt veruligt skip,
lat so vera við at beita fólkið
eftir timbri og amboðum. Ikki
útluta uppgávur til tey og
leggja teirra arbeiði til rættis,
men vek teirra longsul eftir
upplivingunum á tí stóra víða
opna havinum”.
Her siti eg so umborð á Norð
borg. Hetta ediliga og vakra
skip, óivað vorðið til orsakað
av longsli og dreymum. Men
tað er sum at eg ikki fái ró
í sinnið, og eg royni at leita
fram hvat tað er. Ogn Føroya
Fólks og MAKRELUR. Hesi
gandakenda orðini, sum nú
eru vorðin hvørs mans ogn og
hvørs mans serfrøði og orsøkin
til bjarging frá allari ólukku
innan føroyska fiskivinnu; øll
vita so nógv, øll kunnu so nógv,
øll eiga rættin; øll eiga pengar
nar; og øll duga best.
Eg øsist nakað, og seti meg
við telduna og royni at seta
okkurt saman; men tað koma
bara alt ov nógv innføll:
politikarar, serfrøði, ambi
tiónir, heimføði, heimssøga,
royndir og VIRÐING. Jú eg
má í øllum førum koma við
mínari áskoðan heldur enn at
grenja. Eg ætli mær at skriva
og siga mína meining um
hetta málið; tað er ikki fyri
at øll skulu verða samd við
mínari meining, men kanska
tey kunnu hava eina virðing
fyri henni.
Og latum okkum byrja við
byrjanini.
Eg eri ikki reiðari. Eg eigi onki
skip. Mín einasta ogn er vitan,
og eitt sindur av skuld.
Fyrstu ferð eg var við til at
skipa fyri at frysta makrel í
Føroyum var í 1991, men hetta
datt niðurfyri; tað var kreppa,
og tá varð tað líkasum at onki
bar til. Sjálvur fór eg fjart frá
vinnulívi og fór at fjakka bæði
likamliga og sálarliga í tvey
ár; var lærari, skrivaði tónleik,
málaði, yrkti og fór at fjakka í
Russlandi og Fjareystri, til eg
fór aftur á skúlabonk. Meðan
eg sat á skúlabonki, arbeiddi
eg í Føroyum, Onglandi og
Danmark.
Av tilvild, vildi lagnan tað
at eg eftir loknan lestur, í
1997, aftur endaði í einum
starvi við innfrysting og
sølu av uppisjóvarfiski. Í
2005 fekk eg boði starv, eisini
innan
uppisjóvarvinnuna,
í Íslandi, til eg aftur kom til
Føroyar í 2007. Í dag eigi og
reki eg, saman við øðrum,
eina sølufyritøku sum bert
hevur til endamáls at selja
uppisjóvarvørur, og vit selja
árliga fyri á leið 230 milliónir
kr. Og eg eri IKKI reiðari, og
havi ongantíð átt nakað skip,
men havi alt mítt vaksna lív
arbeitt við uppisjóvar fiski og
uppisjóvar úrdráttum.
Makrelur, hesin ediliga snøggi
og kviki fiskurin. Hann hevur
øst okkum tí hann er so
virðismikil, til tíðir. Men hann
hevur eisini, sum so mangt
annað, fingið tað ringasta upp
í okkum. Og her ræður um at
verða á vakt, ikki fyri hvørjum
øðrum, men fyri hvørjum
einstakum av okkum. Vit
skulu hyggja inneftir. Kendi
enski
heimspekingurin
Sir
Francis
Bacon
sigur
einastaðni í sínum essay’um:
Drivnir
praktikarar
hava
andstygd fyri lesnaði, tey
fávitskutu
hávirða
hann,
og “TEY VÍSU” brúka hann.
Tey vísu læra ikki hvussu
lesnaðurin skal nýtast; tað er
eitt innlit sum liggur uttan
fyri tey og yvir teimum, og
sum bert verður tilognað við
eygleiðing. Les tí ikki fyri at
mótsiga og avsanna, heldur
ikki fyri at tú skalt trúgva og
taka tað lisna fyri givið, ella
fyri at kunna tosa um tað og
kjakast, men fyri at ivast og
royna at skyna á; til vit og
skil.
Vit kenna okkum øll aftur í
hesum, og okkum tørvar ikki
at siga meir enn fiskivinna og
fiskifrøðingar og Hagstovan.
Ella útróðrarmenn og búskap
arfrøðingar. Ella vinna og
Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Tá halda vit fyri oyruni og
rópa eftir hvørjum øðrum,
sum vera man uttan at fáa
nakað veruligt samband.
Bacon livdi í 1561! Og tað
hann vísir til er ikki eitt
nýtt fyribrigdi. So vit hava
enn nakað at arbeiða við, øll
somul og allir partar. Ongin
er betri enn nakar annar í so
máta, men øll kunnu vit detta
í hesa grøvina.
Tí ræður um at vísa so mikið
av virðing fyri hvørjum øðr
um at vit kunnu kjakast um
fiskivinnuna, uttan í útgangs
punktinum altíð at halda at ein
hevur rætt og annar skeivt.
Ogn fólksins. Eg havi ferðast
og verið í og selt til 12 av
teimum
londunum,
sum
hava livað dreymin út við
at rættvísgera ‘fólksins ogn’
hugtakið, og í ONGUM av
teimum havi eg fingið eyga
á at tað er betur, heldur enn
at staðfesta ognarrættin við
treytum, til NØKUR.
Her er vandi á ferð, við tað
at menningin innan fiski
vinnuna fer at verða alt ov
lítil, um vit ikki tora at geva
ræðisrættindini
til
nøkur.
Bæði fyri okkum sjálv og
til okkara kundar. Vit tosa
bara um tons og kg. Men tað
at dríva fiskivinnu er meir
enn bara at fiska. Bert at
fiska í dagsins veruleika er
ikki nóg ambitiøst; tað skal
hagreiðast, flytast, seljast,
marknaðarførast. Og um vit
ikki gera av at lata nakað av
hesum til nøkur, sum duga
og kunna og hava megi til
tess, so verður hetta ikki
gjørt, í øllum førum ikki av
føroyingum. Og tá eru vit
aftur tímalønt, heldur enn
at flyta okkum til vitan.
Hesar uppgávur verða tískil
gjørdar av øðrum. Tí ynski
eg: latið vera við at forkvakla
hetta hugtak Ogn Føroya
Fólks; fáið heldur karmar,
soleiðis at tað vitanartunga
arbeiðið kring fiskivinnuna
verður í Føroyum, og ikki hjá
øðrum, útlendskum, stórum
fiskivinnufyritøkum.
Tað er val í hondum. Ymisk
sjónarmið úr ymiskum sjón
arhornum. Makrelur er og
kemur at verða ein týðandi
lutur í politiska kjakinum
komandi tíðina. Vælsignaðu
politikarar; ansið eftir tykk
um, tykkara sjónarmiðum og
tykkara integriteti. Ímyndin
av frælsi eftir at múrurin fall,
Vaclav Havel kallar hetta fyri
Vald Freistingarinnar.
Politikkur er eitt menniskja
ligt yrki, sum setur hørð krøv
til moralska sansin; til evnini
til kritiska sjálvrefleksjón, til
veruliga ábyrgd, til smakk og
takt, til evnini at liva seg inn í
sálina hjá øðrum, til sans fyri
mátahaldi og eyðmjúkleika.
Tað er eitt arbeiði fyri serliga
lítillátin menniskju. Fyri menn
iskju sum ikki lata seg tøla.
Øll sum pástanda at poli
tikkur er eitt skitið arbeiði,
lúgva. Politikkur er í veru
leikanum eitt arbeiði fyri
serliga rein menniskju, tí
tað er so lætt at svína seg
moralskt til í politikki. So lætt,
at eitt lítið vakið menniskja
slett ikki leggur merki til
tað. Tí skulu tað vera serliga
vakin menniskju sum halga
seg til politikk. Menniskju
sum eru serliga vakin fyri tí
tvískiljandi tilboðnum um
eina tilverunnar sjálvsváttan,
sum sprettur herúr.
Og hygg: hetta er ikki eitt
føroyskt
fyribrigdi,
men
hóast tað so mugu føroyskir
politikarar vera líka ansnir.
Tí hetta er akkurát vandin
við at vera politikari. Ráð eru
altíð góð at fáa frá ymiskum
keldum, men tey skulu jú
vigast og metast. Grikkarnir
høvdu eitt orakul í Delfi, og
á tað vóru skrivaðir tveir
setningar: ‘Kenn teg sjálvan’ og
‘Alt við máta’. Hesi ráð kunnu
vit so ikki breggja okkum av
at hava tikið til okkum, tí vit
kenna ikki okkum sjálvi og enn
minni gera vit hetta við máta.
Hví kunnu vit ikki vera meiri
nærløgd og røkin, og gera tað
sum vit gera ordiliga? Søgan
eigur at hava lært okkum, at
ONKI annað loysir seg!
Hvør breti kennir orðini: A
horse, a horse, my kingdom for
a horse. Hesi av Shakespare
ódeyðiligjørdu orðini frá King
Richard III , tá hann doyði við
slagið við Bosworth Field
í 1485. Orsøkina kenna vit:
Richard hevði ikki tíð at bíða
eftir at smiðurin skógvaði
hestin ordiliga. Tá var bara for
seint. Latum okkum ikki gera
sama feilin í makrelmálinum.
Eg fari uppá dekkið. Leggi
meg fram á lúnningina at fáa
mær eina sigarett. Veðrið er
batnandi, og tað er stjørnu
klárt. Har í havsbrúnni, síggi
eg skuggarnar av hesum
vónríku havsins gleðisgentum
Franzisku, Victoriu og Gloriu
og tí prúðu LAFAYETTE.
Vóngóðar liggja tær og bíða til
onkur kemur til tær. Eg smílist,
men innast inni eitt sindur
keddur at vit ikki hava dugað
at loyst hesa uppgávuna betur
enn vit hava gjørt. Kanska tí
vit ikki hava gjørt nokk!
Havhestarnir liggja og sveima
rundan um skipið; teir bara
sveima. Eg komi at hugsa um
likkuna Jónathan Livingstone,
sum ikki vildi satta seg við bert
at flúgva og fáa sær føði, men
vildi royna síni kynstur til tað
ítarsta, við teimum veingjum
sum hann nú einaferð hevði
fingið.
Men
hann
varð
útstoyttur av flokkinum, tí
hann ikki var sum hini.
Likkan Jónathan livdi restina
av ævi síni einsamallur, men
hann fleyg langt burtur,
handan tey stóru fjøllini.
Hansara størsta sorg var ikki
einsemi. Tað var heldur, at
hinar likkurnar noktaðu at
trúgva upp á dýrd flúgvingar
innar. Tær noktaðu at opna
eyguni og síggja.
Í mínum stilla sinni standi
eg og vóni at tað kunnu vera
nógvar likkur í tí flokkinum
sum vil tilogna sær kynstrið
at flúgva. Fari niður undir
aftur í kamarið. Sonurin ligg
ur og svevur sín søta blund
og snorkar. Og eg leggi meg í
koyggjuna; troyttur av degn
um, lættur í lund og við einum
smíli á varrunum sovni eg
sum ein steinur.
Ogn Føroya Fólks
— hugleiðing um at hugsa meir og lurta betur