Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Skulu vit velja ein kinesara í Kina? Eg havi ein stóran trupulleika við, at øll valevnini, ið bjóða seg fram, siga og skriva nógv um, hvat tey ætla og vilja gera tá ið tey verða vald inn á Løgting. Veruleikin er jú, at eingin torir at siga tingini við rætta navni sínum og kalla ein spaka fyri ein spaka, tí so eru tey bangin fyri at missa atkvøður. Eingin teirra torir at siga hvussu alt skal fíggjast og gerast ítøkiligt, skatturin skal ikki hækkast, sjálvbjargni skal økjast, bíligar vørur í handlarnar og so framvegis. Tey halda, at tey kunnu skræða seg og klára at blása og hava mjøl í munninum samstundis, tey fara upp á tjólegg og detta niður á langlegg. Tey hava alt omanfyri hálsvølin og tí kunnu vit líka so gott velja ein kinesara í Kina, sum tey valevnini, sum bjóða seg fram, úrsliti verður tað sama. Finnleif Guttesen Suðuroy Hvar skulu vit seta X krossin? Tólvti partur 15 kap. í Ápostlasøguni endar við, at vit fáa at vita, at Judas og Silas, tveir menn sum vóru sendir úr Jerúsalem til Antokia at bera brøðrunum av heidningum boðini um, hvussu teir skuldu fyri­ halda seg viðvíkjandi áti av av­guda­ofrum o. ø., soleiðis sum niðurstøðan var gjørd á ápostlafundinum í Jerúsa­ lem, vóru eina tíð í Antiokia og ámintu brøðurnar við nógvari talu. Her síggja vit týdningin av at samkoma Harrans verður lærd. Eina ferð lesa vit, at Paulus tal­aði so leingi, at ein maður sovn­ aði og datt út gjøgnum eitt vindeyga, og síðani lesa vit, at Paulus helt á at tala inntil tað lýsti. Tað stendur síðani, at Paulus og Barnabas vóru har og kunngjørdu orðið saman við mongum øðrum. Síðani lesa vit, tað syndarliga, at Paulus og Barnabas komu í stríð við hvønn annan um Jóhannes Markus, ein ungan mann, sum hevði verið við teimum á ferð teirra, men hevði svikið og var farin frá teimum. Stríðið var so hvast, at teir skiltust og fóru hvør sín veg. Barnabas tók Markus við sær og fór til Kýpern, men Paulus valdi sær Silas, eftir at brøðurnnir høvdu givið hann upp til náði Harrans, hann fór at ferðast um Sýr­ land og Kilikia og styrkti samkomurnar. Í 16. Kap. lesa vit, at hann kom til Derbe og Lystra og tók ungan mann, sum at Timoteus til fylgdarmann avtrat Silasi. Her síggja vit eisini, at Paulus, sum ávarðar so nógv ímóti umskering, tó er so diplomatiskur, at hann umsker Timoteus, sum var sonur ein Grikka, men hevði jødiska móður. Hann umskar hann, tí har búðu so nógvar jødar rundanum. Hann gjørdi tað fyri at fáa frið kanska. Hann kundi gera hetta. Hann skrivar til samkomuna í Galatia hetta: Tí hvørki tað at vera um­skorin ella tað at vera óumskorin er nakað; alt varir um at vera nýggjur skapn­ ingur. 6,1. Ja alt varir um at vera nýggjur skapningur. Tú, sum sigur, at tú ert ein Kristin, at tú trýrt á Jesus, ert tú vorðin ein nýggjur skapningur? Gongur tú eina leið í lýdni fyri honum og flýggjar frá synd og ólevnaði, sum hesin heimur dálkar seg við? Verk okkara vísa, um vit fylgja Jesusi eftir, og um lív okkara samsvarar við orð okkara. Teir feraðust nú og góðu samkomunum boðini at halda, sum vóru ásett av ápostl­unum og hinum elstu í Jerúsalem. Samkomurnar styrkt­ust og vuksu í tali dag frá degi. Teir fóru gjøgnum Frígia og hitt galatiska landið. Men her lesa vit, at Heilagi Andin forðar teimum í teirra ætlanum, og í Troas vísir ein Makedoniskur maður seg í sjón um náttina fyri Paulusi og sigur: ”Kom yvir til Makedonia og hjálp okk­­um”. Teir fara so víðari og koma til Filippi í Makedonia. Paulus er komin uppá land í Europa eftir beinleiðis kalli frá Gudi. Hetta er vert at taka til eftirtektar serliga fyri okkum, sum eru europearar. Framhald Richard Danielsen Hugleiðingar úr Ápostlasøguni Virgar Dalsgaard Í dag er bara ein vika eftiri til veljarin hevur avgerðina, og vanliga átti hann at verið dúgliga og sakliga inform­ eraður av øllum politisk­um flokk­um og kandi­dat­um gjøgn­­­um okkara media­(fjøl­ miðl­ar). Verður veljarin nú tað? Er okkara kringvarp yvir­ høvur ført fyri at lyfta ta byrð­ ina, sum skilagóð og objek­tiv public-service krevur. Taka vit t.d. fyrst tann republikanska listan hjá tjóð­ veldinum, sum jú knossar fyri at smoyggja eina Hoydals­ republikk niður yvir meina­ leysar føroyingar, so eru á júst tí listanum ikki færri enn fimm nú- og fyrrverandi journalistar: Ingi, Ingálvur, Øssur, Høgni Hoydal sjálvur og Hermaður Oskarsson, sum jú hevur verið aktivur økonomi-kommentator í kringvarpi fleiri ferðir. Hetta er altso ein fjølmiðlalisti. Her verða avgjørt grotesk habilitetsproblem hjá kring­ varparum at baksa við. Kringvarpið hevur gjøgn­­um meira enn tíggju ár havt ófatuliga sterka re­ publi­kan­ska slag­síðu. Hetta hevur Jóhan Peter­­sen av Glyvr­­um ofta doku­ment­ erað. Øll kenna og hava t.d. ofta sæð tað herostratiskt kendu Katrin Petersen, sum púra skamm­leyst yvirfúsar sam­bands­fólk í samrøðum, meðan hon líka so konse­ kvent kelar og klappar loys­ ing­ar­­fólki verbalt, tá ið tey koma í varpingar­hendur. Eitt av mínum mongu systkinnabørnum plagar at taka til, at vit í Føroyum, síðani Høgni Hoydal setti seg á sjónvarpið í 90´unum bara hava havt republican- service í staðin fyri public service, og tað sær út sum um nógvir av teimum ungu mikrofon-gørpunum halda, at tað stórt sæð er tað sama! Um so er, kunnu vit valla vænta nakra sakliga viðgerð av tí politisku telvingini fram ímóti 29. september. Eitt ódámligt samband millum fjølmiðlar og aktivan politikk hevur eyðkent Italien, síðani Silvio Berlusconi, fjøl­miðla­ milliarderurin úr Milano fór upp í politikk. Er tað eitt slíkt samfelag, vit ynskja? Man eigur ikki at hava meira enn eina embætishúgvu Tað, sum kann undra, er, at fólk troysta sær at útseta seg sjálvan fyri slíkan mis­ tanka um subjektivitet og inhabilitet, tí tey mugu vita, at tað fyrr ella seinni fær konse-kvensir fyri teirra autoritet og trúverdugheit sum formidlarar. Vit kunnu t.d. taka harra Hermann. Hesin Oskarssonur hevur í fleiri ár spælt rolluna sum objektivur økonomiskur eygleiðari. Hvussu kann man vera tað og so samstundis aktivur tjóðveldismaður. Alt sum hann hevur sitið og møsn­­að um í fjølmiðlunum, síggja fólk nú eru avmarkaðir ”sann­­leikar”, tí tað eru religiøs tjóð­veldis-sjónarmið.Hesin mað­­urin hevur eisini verið formaður fyri tí so­kall­aða Búskap­ar-ráðnum á sinni. Slíkt má næstan vera schizofrent. Dumpar hann til Løg­ tingið, fer hann helst aftur at lata seg í ta ”neutralu” eyg- leiðaraskjúrtuna. Hvør kann taka slíkan persón í álvara? Endiliga hevur diplomatiið eisini fingið sítt umboð á hesum barokka listaskapilsi. Frú Gunnvør Balle er skamm eisini uppstillað hjá republikanarunum. Hon skuldi annars verið politiskt neutral og uttanveltað, sum tað sømir seg sendifólki í tí diplamatiska liðinum. Hvussu kunnu vit líta á politiserandi diplomatar? Hevði tað ikki verið til Løgtingið, at hetta oman­fyri­ nevnda liðið fríggjaði, skuldu vit hildið, at tey stund­aðu eftir at koma á pallin í eini ovurskemtiligari operettu. Nú er tað so, at man fær viðhvørt ”kjallara”­við­ merkingar frá diversum skribentum, sum eru ósamdir við einum, og eg havi av royndum fyri nógvum árum síðani vant meg við tónan hjá viðmerkjarum. Hann er einfaldur og stutt sagt hesin: Fólk, sum kritisera manipulatión, korruptión og politiskt hjálparloysi hjá fullveldisfólki eru hatifull, ónd og illsint. Men tey kerligu, góðu og blíðu gloyma at leggja afturat, at tey sjálvi oftast eru eiðasør fyri humor og eingin teirra bjóðar til at argumentera imóti tí, sum substansurin er. Eitt (kvasi)Berlusconi-samfelag www.sosialurin.fo