Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Hann er júst settur í starv sum samskipari fyri alt spilli­vatn­s­arbeiði hjá Klaks­ vík­ar Kommunu. Og her verð­ur stóra upp­gáv­an tey fyrs­tu árini at stan­da fyri fremjingini av spilli­vatns­æt­ lan­ini, sum býráðið áður hev­ ur samtykt. Klaksvíkar Býráð sam­ tykti fyrst at seta hesa spill­i­v­atnsætlan í verk. Og hetta inniber so, at stór kloakk­arbeiði verða framd í kommu­nuni komandi árini. Tí varð lýst eftir einum sam­skipara, til at standa fyri fremjingini av hesum ar­ beiði. Fýra umsóknir komu inn til starvið. - Eftir tilmæli frá setan­ ar­bólki samtykti Teknska Nevnd býráðsins at seta Kristoffur Olsen í starvið, har hann byrjar 1. november, verður sagt úr Klaksvíkar kommunu. Royndir At Klaksvíkar kommuna hev­ur sett Kristoffur í starv kem­ur ikki av ongum. Kristoffur hevur arbeitt íalt 22 ár hjá kommununi, har­av ein partur av arbeiðs­ upp­gávu­num hevur verið júst innan kloakkarbeiðið. - Hann hevur tí hollan kunn­leika til kloakk-økið í kommun­uni, verður sagt. Kristoffur Olsen hevur eisini nomið sær útbúgving sum kloakkrørleggjari í 1999, sum byggitøkningur í 2009, og í 2011 fekk hann prógv sum byggifrøðingur. snorri@sosialurin.fo Fríggjadagin og leygardagin vóru um 400 føroyskir leið­ ar­ar á ráðstevnu í Norður­ landa­húsi­num. Her fingu teir íblástur til leiðslu. - Eftirmetingarnar vóru sera jalig­ar, verður sagt frá fyri­ reikar­unum. Global Leadership Summ­ it (GLS) leiðara­skeið­ið savn­ aði aftur í ár nógvar før­oy­ ing­ar í Norður­landi­húsi­num at læra meiri um leiðslu. Heili 380 fólk vóru við á leiðara­ráðstevnuni. Á stevnuni fingu leiðar­ ar­nir íblástur og lærdóm frá dugnaligum og kendum fyri­lestra­haldarum. Millum fyrilestra­haldararnar kunnu nevn­ast: Bill Hybels, Michelle Rhee, Mama Maggie og John Dick­son. Ein fyrilestur, sum nart við nógv, var tann hjá Mama Maggie, sum tríggjar ferðir hev­ur verið í uppskoti at fing­ið friðarheiðursløn Nobels. Fyrilestrarnir vóru á stór­skíggja og tekstaðir til før­oyskt. Tilsamans røkkur Global Leadership Summit um­leið 270 býum í yvir 75 lond­um – á 34 tungumálum. snorri@sosialurin.fo Valstaðið í Klaksvík verð­ ur hesaferð flutt úr KÍ- høl­l­ini oman í Skúl­an við Ósán­na. Tað er kommu­n­ an, sum í samráð við val­ stýr­ið í Klaksvík hev­ur tikið avgerð um at flyta valstaðið hjá klaks­vík­ ingum, oyrar­fólki og ána­ búgv­um. Formliga heimild­in til hesa broyting er at finna í løg­tings­val­lógini, sum í §20, stk. 2, ásetur, at "at­ kvøðu­greiðsla fer fram í ein­um ella fleiri høl­um, sum kom­mu­nu­s­týrið ávís­ir, har atkvøðurúm í neyðug­um tali eru sett upp. Atkvøðu­rúmini sku­ lu vera soleiðis háttað, at ong­in hevur møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu avvarðandi hev­ur atkvøtt. At­kvøðu­rúm­ini skulu vera útgjørd við tí, sum er neyðugt fyri at at­ kvøða". - Orsøkin til flyt­ingina er, at u­m­støð­ur­nar eru betri í Skúlanum við Ósán­na. Hesin liggur eisi­ ni mitt í býnum og hevur góð­ar at­komu­møgu­leik­ar, sig­ur Karl J­o­han­sen, val­ stýri­s­for­mað­ur í Klaksvík. Sostatt skulu íbúgv­ar­ ar­nir í Klaksvík, á Norð­ oyri og í Ánun­um royna nýgg­ja val­stað­ið fyrstu ferð á løgtingsvalinum leyg­a­r­dagin. sb. Kristoffur skal samskipa spillivatnið Klaksvík Tað er ein rættiliga stór uppgáva, sum 54 ára gamli byggifrøðingurin Kristoffur Olsen hevur fingið litið upp í hendur Nýggjan íblástur til leiðslu Krabbameinsfelagið bjóð­ ar nú børnum upp til 18 ár, at savnast í einum forum, har tey fáa sett orð á sínar kensl­ur og kunnu hitta onn­ur børn í somu støðu. Íalt verður talan um fýra til­tøk hesar komandi mánað­ir­nar. Fyrsta tiltakið verður 9. novembur, sum er dag­ ur­in fyri tey, sum hava mist makan av krabba­ mei­ni og hava børn yngri enn 18 ár Næsta tiltakið verður 30. novembur, sum er dagurin fyri tey, ið hava mist makan av krabba­ mei­ni og seinasta tiltakið í ár verður hildið 7. des­em­ b­ur. Hetta er dagurin fyri for­eldur, ið hava mist vaks­in børn. Seinasta tiltakið í hesum sambandi verð­ur 18. januar, ið er dag­ur­in fyri makar hjá krabba­ meins­sjúk­um. Sagt verður, at tað hev­ur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Krabba­meins­ felag­ið skipar tí fyri einum seinna­parti fyri makar hjá krabbameinssjúkum. - Her kunnu tey hitta fólk í somu støðu í einum um­hvørvi, har tað er í lagi at seta orð á sínar hugs­ an­ir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar, verð­ ur sagt frá Krabba­meins­ felagnum. sb. Velja á nýggjum staði Fýra tiltøk fyri tey raktu FYRILESTRAR Allir fyrilestrarnir vórðu hildnir á stórskíggja. Teir vóru á enskum máli, men høvdu føroyskan undirtekst ÚTI Kristoffur Olsen fer nú til verka sum samskipari av spillivatnsætlanini hjá Klaksvíkar kommunu. Ein partur av arbeiðinum verður við skrivaraborðið, men uttan iva verður ein partur av arbeiðstíð hansara eisini nýttur uttandura mynd: klaksvik.fo